mánadagur 3. januar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
8
Sosialurin
Eydna Skaale
Ungu klaksvíkingarnir vóru full
komi liga tiknir á bóli, tá ársins
sang ur varð avdúkaður.
Hetta høvdu vit so slett ikki
vænt að. Vit høvdu kanska roknað
við, at vit kundu gerast árisins besti
nýggi bólkur, men hatta var púra
óvæntað, sigur Jón Jacobsen, sang
ari í Grandmas Basement, sum held
ur, at hetta er ein ábending um, at teir
skulu halda á við tón leiki num.
Nú hava vit fingið eitt stórt
herða klapp, so nú er bara at koyra
á. Vit byrja í øllum førum tað nýggja
árið við at spæla norði í Klaksvík, so
til Havnar og okkurt er í Suðri eisini.
Men vit royna bara at taka tað bara
sum tað kemur.
Grandmas Basement eru kendir
fyri teirra argandi sangir, og tað
er kans ka ikki so løgið, heldur Jón
Jacob sen.
Eg haldi, at tað er soleiðis, vit
eru. Vit eru ikki nakrar seriøsar
typ ur. Tað skal vera stuttligt, nemt
og fólk skulu kunna syngja við. Vit
vita væl, at vit ikki eru nýskapandi,
og tí kemur hetta púra óvart á okk
um, tí tað eru nógvir sangir, sum
sláa ígjøgnum uttanlands, sum ikki
ein gong komu á listan. Men tað er
kanska okkara fjepparaskari, sum
júst hevur staðið sína roynd, sigur
hann flennandi
Tá hann verður spurdur, um
tað er nakað evnið, teir ikki tora at
syngja um, ivast Jón eina løtu.
Nei, vit eru ikki bangnir fyri
nøkrum evnið, men tað er kanska
ikki alt, sum almenningurin tolir.
Eg haldi, at man kanska líka skal
hugsa seg um, áðrenn man sendir
løg út, sigur Jón smílandi. Men,
legg ur hann smílandi afturat, Tað
er nokk av tilfari at skriva um, ser
liga í einum lítlum samfelagið, sum
okkara, so kanska tað kemur eitt
nýtt hitt í 2011.
-Vit fáa ongantíð nokk
Ársins sangur:
Rólant Waag Dam
Eivør, Teitur, Hanus G og SIC. Øll
teljast millum okkara fremstu
og
bestu
umboð
fyri
sína
tónleikagrein og góvu hvør sína
fløgu út í 2010. Eivør, Teitur og
ikki minst SIC hava fingið nógv
rós uttanlands fyri sínar útgávur,
ummælari
hjá
Dimmalætting,
Uni Leitisstein Hansen, hevur
kosið fløguna hjá Hanusi G.
Johansen millum bestu føroysku
útgávurnar nakrantíð.
Men tá dómsnevndin hevði
tikið
sína
avgerð
og
sms
atkvøðurnar
taldar
saman
á
Planet Awards, stóð útgávan hjá
Terja & Føstufressum omanfyri
allar hesar. Fleiri vóru bilsin, ikki
minst høvuðspersónurin sjálvur.
Eg gjørdist kløkkur av at
vera millum tey tilnevndu. Vit
hava fingið nógvar sera góðar
fløgur í ár, og í fótbóltsverðini
vildu tú sagt, at hetta var ein
dynamittbólkur, eg var endaður
í, helt Terji Rasmussen flennandi
fyri, sum eisini gjørdi sítt til at
vinna.
Eg má viðganga, at eg atkvøddi
upp á meg sjálvan tríggjar ferðir. Eg
brúkti 30 krónur upp á tað, men tað
er eitt sindur pínligt, um tað er tað,
sum hevur gjørt meg til vinnara í
kvøld, segði Terji Rasmussen við
Rás2.
Undir øllum umstøðum gjørdist
fløgan Tvey nummar eitt á ársins
Planet Awards. Og sum so mong
onnur, er Terji Rasmussen eisini
fegin um hana.
Vit kunnu allir standa fult inn
fyri henni. Vit hildu, at tað helst fór
at taka eitt sindur av tíð, áðrenn
hon kom inn undir húðina á fólki,
men tað gongur eftir øllum at døma
skjótari enn væntað, ásannaði Terji
Rasmussen, sum sjálvur hevði ein
annan favoritt til ársins fløgu.
Skuldi eg sjálvur valt, heilt
objektivt, so hevði valt Teitursa
fløgu. Hon er fantastisk, segði Terji
Rasmussen.
Ársins útgáva:
Tvey gjørdist nummar eitt
Fyrst gjørdi hann saman við øðrum góðum kreftum aldarinnar fløgu fyri 20 árum síðani.
Uppfylgjarin, Tvey, gjørdist, against all odds, sum Terji Rasmussen tók til, ársins fløga í 2010
- At spæla hann er øgiliga, øgiliga stuttligt. Vit eru uppi at koyra hvørja ferð, og fólkini eru altíð við uppá
tað, so nei, vit fáa ikki nokk av hesum sanginum, sigur Jón Jacobsen, sangari í Grandmas Basement
Terji Rasmussen var stórliga
bilsin av at fáa eina Planet
Mynd: Álvur Haraldsen
Grandmas Basement, sum er ungi,
sprelski klaksvíksbólkurin, framførdu
ársins sang: Hon fær ongantíð nokk.
Teir vóru tilnevndir til tvær planetir
og vunnu sum nevnt fyri ársins sang
Mynd: Álvur Haraldsen