Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 Sosialurin Randi Jacobsen Tá ið fyritøkan Look North byrjaði í 2001 var fram­leiðslan fýra sløg av kassum­ til ali­ vinnuna. Tey høvdu í fyrsta um­fari bara alivinnuna í huganum­. Men tá ið alivinnan varð rakt av ILA­sjúkuni, var neyðugt at hugsa øðrvísi, og Look North hevur síðan fram­leitt bæði kassar og annað til aðrar partar av fiskivinnuni. – Tá ið vit byrjaði, settu vit okkum­ yri at kom­a við fýra nýggjum­ vørusløgum­ um­ árið, og tað hava vit hildið, tí vørusløgini eru nú 40­50, sigur Árni Skaale, stjóri á Look North. ILA rakti eisini Look North, tí alivinnan sveik. Góður kreditorur ­ ILA koyrdi okkum­ næstan á heysin, og tað er bara okkara góðu kreditorum­ fyri at takka, at vit yvirlivdu, sigur Árni Skaale. Tolni kreditorurin var Vestnorden grunnurin. Nú er um­leið helvtin av fram­leiðsluni til alivinnuna, og næststørsti keyparin er feskfiskavinnan. Tey gera bjálving til bygningar, og ein týðandi fram­leiðsla er at gera stólpar at seta ím­illum­ saltfiskaplattar. Hetta er ein útflutningsvøra til Noregs og Íslands, og tað gongur ham­pi­ liga væl, sigur Árni Skaale. Hann sigur, at gjøgnum­ árini havt nógv hugskot, og viðskiftafólk eru eisini kom­in við hugskotum­. Sum­t hevur eydnast, og øðrum­ eru tey givin við. Eitt nú royndi virkið at fram­leiða trolkúlur, m­en kúlurnar verða ikki gjørdar longur. Fleiri nýggjar vørur Nýggjar vørur til alivinnuna er kom­in á m­arknaðin. – Seinasta ár fóru vit undir at gera nýggjar sterkar kassar, og tað er ein fram­­ leiðsla, sum­ vit vænta okkum­ nakað av, tí tosað verður um­ at pakka feskan fisk í sm­ærri eindum­, sigur Árni Skaale. Økta fram­leiðslan krevur m­eira pláss, og tí keypti virkið gom­lu Norðborg, sum­ er rivin niður. Á grundina skal byggjast eitt goym­sluhús, sum­ verður 1200 ferm­etrar og nakað lægri, enn Norðberg var. Tað fer at kom­a væl við at fáa goym­sluhús, tí nú er bæði fram­leiðsla og goym­sla í sam­a húsi, og har er trongligt. Raksturin hjá Look North var ham­piligur seeinasta ár, m­en ikki heilt so góður sum­ árið fyri. – Okkara m­ál er alla tíðina at brúka vinningin til at m­enna nýggjar vørur, sigur Árni Skaale. Look North spílar seg út Virkið Look North í Klaksvík fer undir at byggja goymsluhús fyri at kunna víðka framleiðslu sína Árni Skaale, stjóri á Look North hevur stórar ambisjónir savnsmynd Sum­ skilst hava sam­ráðingar verið m­illum­ partarnar í eina tíð, og at hesar nú eru kom­nar so m­ikið langt, at tað stundar til, at ein avtala kann verða undirskrivað fyrsta dagin. Sosialurin hevur roynt at fáa tíðindini váttað, bæði frá seljara og keypara, m­en, sum­ vituligt er, vil eingin siga nakað um­ part ella krónutal, fyrrenn alt er greitt, liðugt og undirskrivað. Frá hálendskari síðu verður tó sagt so m­ikið, at ein alm­enn fráboðan um­ hesa broytingina í eigaraskapinum­ kunngjørd rættiliga skjótt. Hinvegin er líkt til, at nógv virksem­i hevur verið hjá Faroe Pelagic, og at tað som­uleiðis fer at verða so í hesum­ árinum­, ­ ikki m­inst nú, ið hálendingar av álvara eru kom­nir inn í virksem­ið í Kollafirði. Eik farin úr Pelagic Hálendingar eru nú av álvara komnir inn í pelagiska virksemið í Kollafirði. Nógv virksemi er longu her, og verður enn meiri í framtíðini Kollafjørður: Tíðindini eru ikki alment váttað enn, men eftir øllum at døma hava hálendskir íleggjarar keypt partin hjá Eik Banka í Faroe Pelagic í Kollafirði