Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 Sosialurin Eydna Skaale – Tað hevur nógv at siga, at tað arbeiðið, sum verður gjørt, eisini verður viðurkent. Tí tað er veruliga nógv arbeiði í at seta ein slíkan sangleik upp, var millum annað sagt í takkarrøðuni frá teimum, ið komu at taka ímóti herðaklappinum. Tónleikalærararnir í Hoydølum Hans Olivur Joensen, Hans Pauli Tórgarð og nú fráfarni Zacharias Sørensen vóru týðiliga takksamir og glaðir, tá teir komu at taka ímóti herðaklappinum. – Eftir at tann fyrsti leikurin gekk so væl, gjørdu vit av at seta leik upp annaðhvørt ár. Og við tíðini eru leikirnir blivnir alsamt størri og meiri krevjandi. Leikarar, sangarar og tónleikarar fáa nógv uppiborðið rós eftir hvørja framførðslu. Men tað fløvar veruliga, at vit, sum standa aftanfyri, eisini fáa eitt herða klapp. Tað gevur hug at halda á, varð millum annað sagt. Eisini tvey kvinnulig umboð úr sjálvum kórinum vóru við at taka ímóti. Onnur teirra segði stutt og greitt takk, meðan hin segði nøkur orð vegna kórluttakararnar. Grundgeving fyri herðaklappinum Herðaklappið verður í ár latið fleiri persónum, sum síðani 1997 hava gjørt eitt óalmindiliga stórt ar beiði, sum alt Føroya fólk hevur havt frægd av. Við teirra ágrýtni og nærlagdni hava tey gjørt visjónir til veru­ leika. Tey hava torað og sæð møgu­ leikar heldur enn forðingar. Støðugt eru tey gingin nýggjar leiðir, og støðugt hava tey tikið okkum á bóli við teirra evnum at samskipa, framføra og fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind. Tey hava sett sær hægri og hægri mál, og hava fingið ung dómar úr øllum landinum við ymsum listarligum gávum við í verk ætl­ aninar, sum hava verið listar liga meiri og meiri krevjandi. Men úrs­ litið hevur hvørja ferð verið fram­ úr skarandi. Síðani fyrstu stóru verkætlanina í 1997 hava tey annaðhvørt ár sett sangleik upp. Higartil hava leikirnir verið Skeyk, Godspell, Jósef og dreyma kotið, Fame, Hair og í ár var tað Jesus Christ Superstar. Við tónleiki, solosangi, kórsangi, dansi og leiklist eru tað ótrúliga nógvir træðrir, sum at enda full­ gera stóru myndina, sum sang­ leikirnir hava verið. Tey hava eis ini dugað væl at samstarvað við aðrar miðnámsskúlar, soleiðis, at leik ar­ arnir hava verið úr øllum land inum og úr fleiri skúlum. Tey hava stutt og greitt eggjað ungdóminum til at dyrkað sínar listar ligu gávur, og Føroya fólk hev­ ur notið gott av tí. Fólkini handan leikirnar hava av sínum eintingum ríkað føroyska mentanarlívið, og tað eiga tey stóra tøkk uppiborna fyri. Tí fer herðaklappið 2010 til Rút­ miska kórið í Hoydølum, sum í 13 ár hevur verið primusmotor handan hesar fantastisku sangleikirnar. Rútmiska kórið í Hoydølum: Takk! Føroysk glaslist Herðaklappið: Planetirnar 2010: – Tað hevur nógv at siga, at tað arbeiðið, sum verður gjørt, eisini verður viðurkent. Tí tað er veruliga nógv arbeiði í at seta ein slíkan sangleik upp, var millum annað sagt í takkarrøðuni frá teimum, ið komu at taka ímóti herðaklappinum Tað er Rosa Birgitha Dal Christiansen við virkinum Rabarbuglas, sum hevur gjørt ársins vøkru og serstøku planetir. Tær eru serliga framleiddar til Planet tiltakið 2010, og listaverkini verða tí ikki til keyps. Tey, ið hava vunnið, hava sostatt, umframt heiðurin, fingið eitt listarverk av føroyskari framleiðslu. Bert 9 unika eintøk eru framleidd Skeyk Jósef Fame Jan Müller handar her Hans Olivuri Joensen, tónleikaleiðara í Hoydølum, planetina fyri herðaklappið Mynd: Álvur Haraldsen 9 unika listarverk vóru framleidd til Planet Awards 2010 Mynd: Álvur Haraldsen Eydna Skaale Fakta um Rabarbuglas: Glaslistin, ið tú kanst keypa hjá Rabarbuglasi, er hondgjørd og skapað úr sera góðum glasi og litum. Við sínum naivistiska og bjartskygda stíli hevur Rosa Birgitha valt at leggja dent á tað listaliga og serstaka í staðin fyri framleiðslu og mongd. Ongin glaslist er líka. Ætlanin við sterku litunum í glaslistini hjá Rosu Birgithu er at spjaða bjartskygni, gleði og vón. Rosa Birgitha hevur alsamt ment seg sum glaslistakvinnu, og við tað, at hon varð við á ólavsøku­ framsýningini 2010 við heili fimm listarverkum, er hon eisini viður­ kend sum listakvinna. Tað eru fleiri fyritøkur og feløg, sum hava vent sær til Rabarbuglas fyri at keypa glaslist sum fyri tøku­ gávu við egnum búmerki, fyri at »branda« og marknaðarføra seg við hesum serføroyska møguleika. Umframt at arbeiða við glaslist hevur Rosa Birgitha eisini arbeitt við at málað litríkar, naivistiskar málningar. Nú verða hennara skap­ andi evni tó í høvuðsheitum nýtt til Rabarbuglas og glaslistina. les meiri um rabarbuglas á www. rabarbuglas.fo ella á facebook