Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Fyri jól kundi Sosialurin av­ dúka, at djúpvatnstrolarin Steintór, sum er heima hoyr­ andi í Hvalba, er bestur í sínum skipabólki í 2010 við einum veiðivirði á slakar 23 miljónir krónur. Millum línubátarnar roynd ist Kambur bestur við einum veiðivirði á slakar 16 mil jónir krónur. Tað hevur verið eitt sindur trupult at funnið út av, hvørji pør royndust stinnast í undanfarna ári og á Føroya Fiskimannafelag, har allar avreiðingar verða skrásettar, vilja teir ikki ikki so fegnir upplýsa nøkur tøl. Í aðrar mátar vóru allar avreiðingar heldur ikki kom­ nar felagnum í hendi, tá 2010 var runnið. Liggja væl Tað hevur annars ljóðað, at rættiliga tætt hevur verið millum nøkur av pørunum í undanfarna ári, og tað ljóð­ aði eisini, at onkurt reiðarí ætlaði at loysa skipini millum jól og nýggjár fyri at trygga sær størsta veiðivirði millum partrolararnar. Sum skilst, stendur kapp­ ing in um størsta veiði virðið millum vestmanna trol ar ar­ nar, Vestmenning og Fram, Hamranes og Breiða nes í Hvalba og leirvíks trolararnar, Polarhav og Stjørn una. Tummas Christophersen, reiðari á Vestmenningi og Fram, vil ikki siga, at skip­ ini hjá honum eru tey, sum royndust stinnast í undan­ farna ári. – Nei, tað eri eg ikki heilt vísur í, men eg skilji, at vit eru væl í so máta. Eg havi skilt, at onnur pør, eitt nú Hamranes og Breiðanes og Polarhav og Stjørnan, eisini hava gjørt eitt gott ár í brátt farna ári. Reiðarin sigur, at veiði­ nøgdin hjá Vestmenningi og Fram í 2010 er tilsamans 9.777 tons, harav av 6.450 tons er gulllaksur og eini 1000 tons makrelur. Meginparturin av restini er upsi. – Hetta gevur eitt veiði­ virði á umleið 43 miljónir krónur. Bæði í veiðivirði og í nøgd er 2010 besta árið hjá skipunum, men kortini hava skipini hetta árið ikki havt besta úrslitið. Hann vísir á, at veiðivirðið ongantíð áður er komið upp á 40 miljónir krónur. Um orsøkina til, at skipini í 2010 ikki høvdu besta úrslitið, sigur reiðarin, at dýrkaða oljan er høvuðsorsøkin, men annars eru dýrkingar um stóran part av rakstrinum. Tummas Christophersen hevur ikki hug at siga, hvussu úrslitið av skiparakstrinum ítøkiliga var í fjør. Manningartalið við Vest­ menningi og Fram liggur um tilsamans 21­22 mans. Trupult at meta Tað, sum órógvar partrolara­ flotan mest í løtuni, er, at upsaveiðan, sum annars hev­ ur roynst støðug í fleiri ár, royndist serstakliga vánalig í seinnu hálvu av 2010. ­ Í heyst hevur verið heilt galið, men eg haldi meg tora at siga, at hetta ikki er tí, at upsin er uppfiskaður. Tummas Christophersen ásannar tó, at upsin stendur ikki á somu leiðum, sum hann áður hevur gjørt. ­ Allir siga frá nógvum lívi í sjónum, men skriftin, sum sæst, er ikki upsi, tí annars høvdu vit eisini í nógv størri mun fingið upsa í trolið. Eins og mong onnur, sigur reiðarin á Vestmenningi og Fram seg undrast yvir, hvat í veruleikanum er hent á føroysku havleiðunum sein­ asta hálva árið, nú upsa­ veiðan er vorðin so eiðasør, Nýtt teoriskeið byrjar mánadagin 3. januar 2011 kl. 18:00. R/F-skeið verður eisini. Tilmelding hjá: Jari Lykke 590500 Mikkjal Hansen 722578 Hugo Kristiansen 225225 Koyrikort? Eysturoyar tEoriskúli Besta árið í nøgd og veiðivirði FISKIVINNA Vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, hava í 2010 fiskað tilsamans 9.777 tons, sum eru seld fyri 43 miljónir krónur. – Hetta er besta árið í nøgd og veiðivirði, men úrslitið hevur okkurt árið verið betri, sigur Tummas Christophersen, reiðari DANSI- STOVU- GAMAN Aðalfundur felagsins verður sunnukvøldið 30. jan. í steðginum uml. kl. 21.00. Skrá smb. lógum felagsins. NEVNDIN SINNISBATI Boðar til aðalfund 29. jan. 2011. Skrá sam- bært viðtøkunum. Tíð og stað verður lýst seinni. NEVNDIN Vestmenningur og Fram fiskaðu tilsamans 9.777 tons í fjør, sum vórðu seld fyri umleið 43 miljónir krónur Mynd: Karstin Vang