Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 37 - 22. februar 2002 Nr. 37 - 22. februar 2002 13 Nú ferðamannatíðin nærkast, verður ar- beitt dúgliga við at gera eitt nýtt tjald- pláss úti í Grøv Klaks- vík. FERÐAVINNAN Solby A. Eliasen Klaksvík: - Tjaldpláss skal gerast úti í Grøv til kom- andi summar. Økið er klárt til nýtslu, men umstøðurnar til brúsu og annað eru ikki nóg góðar enn. Men tað verður arbeitt við at seta ein bygning har úti í stand. Hesin bygningur er umleið 200 fermetrar til støddar og hevur staðið tómur í tíggju ár. Her skulu ferðafólkini kunna gera nýtslu av brúsu og WC umframt vaski- maskinu og einum lítlum tekøki, men tey kunnu ikki búgva inni har, sigur Chris- tian Olsen, leiðari á Norð- oya Kunningarstovu. Hetta kemur at verða í tíðarskeiðinum hálvan juni til hálvan august. Hinar mánaðirnar í árinum verður bygningurin nýttur til úti- barnagarð hjá Klaksvíkar Kommunu. Útferðir verða eisini fyri- reikaðar. Tað verða bæði gongutúrar og túrar kring Norðoyggjar í báti. – Gongutúrarnir vóru sera vælumtóktir í fjør, men vit høvdu ikki so gott veður í fjør, so bátatúrarnir kundu verið betri og fleiri. Men so mugu vit bara vóna, at tað verður betri í ár. Tá farið verður kring oyggjarnar í báti, verður altíð farið úr Klaksvík, men harvið er ikki sagt, at vit ikki kunnu byrja og enda í Leirvík, sig- ur Christian. Á øllum trimum gisting- arhúsunum í Norðoyggjum hava tey fingið fyrispurn- ingar og bíleggingar til komandi summar. Á Hotel Norð á Viðareiði frætta vit, at týskarar, bretar og norð- urlendingar hava spurt seg fyri hjá teimum. Miriam Heinesen, eigari, sigur, at tað sæst ein lítil øking í fyrispurningunum saman- borið við seinasta ár. Hini bæði, Vallaraheimi og Klaksvíkar Sjómans- heim, siga, at tað er nakað tað sama í ár, sum í fjør og tað eru bæði bólkar og ein- staklingar, sum bíleggja. Nýggjur økisfaldari Landið er býtt upp í seks øki, sum tað nú verður ar- beitt við at gera ein faldara um. Tað er eitt samstarv í millum Ferðaráð Føroya og tey seks økisfeløgini. – Endamálið við hesum faldara er, at hann skal lýsa hvørt einstaka økið og tey tiltøk, sum verða har, so at ferðafólkið kann njóta tey tilboðini, ið eru á staðnum, og harvið lættari kann vitja støðini, sigur Birgit Nolsø frá Ferðaráð Føroya. – Faldarin er komin fyri at verða, og ætlanin er, at hann skal hava eina livitíð upp á tvey ár. áðrenn hann verður dagførdur fyrstu ferð, sigur Birgit. Tjaldpláss klárt í summar Leygardagin klokkan 15.00 verður fyrilest- ur hildin í kantinuni á Klaksvíkar Sjúkra- húsið. Evnið verður sjúkan Glykogenosis Typa III. Tað verður Ulrike Steuerwald, barnalækni, ið fer at fortelja sjúklingum og avvarðandi meir um hesa sjúku. FYRILESTUR Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: – Fólk sum heild vita lítið um hesa sjúku, sum hí mun til onnur lond hevur ein stóran títtleika í Føroyum. Sum foreldur at sjúklingum ynskja vit eisini eitt betur samskifti innan heilsuverkið viðvíkjandi sjúkuni. Hetta sigur Rúna Sivert- sen, sum er ein av fyrireik- arunum aftan fyrilesturin. Rúna Sivertsen eigur sjálv eina 6 ára gamla dótt- ur, ið líður undir hesu sjúku. Vánaligt samskifti Fyrilesturin er ætlaður sum undirvísing fyri sjúkling- um, foreldrum og øðrum avvarðandi. Harafturat vóna fyrireikararnir eisini at síggja kommunulæknar, heilsusystrar og fólk innan heilsuverkið annars á fyri- lestrinum. – Ulrike bjóðaði seg sjálv fram til at hava fyrilesturin, tí hon metir, at avvarðandi, eins væl og heilsuverkið sum heild, hava tørv á meiri upplýsing um hesa sjúku, sigur Rúna Sivertsen. – Vit, sum eru foreldur og avvarðandi, ynskja at fáa eitt betur samskifti í lag innan heilsuverkið viðvíkj- andi hesi sjúku. Hóast ein verður føddur við sjúkuni, so skuldi tað ganga eitt heilt ár, áðrenn sjúkan varð endaliga staðfest hjá dóttir míni. Hetta, hóast at heilsusjúkrasysturin longu frá byrjan varð greið yvir, at gentan ikki var sum flestir nýføðingar. Gentan var heldur hyldlig, og beinagrindin var ikki so sterk, sum hon átti at vera. Hetta skrivaði heilsusjúkra- systurin í heilsubókina hjá gentuni, men hóast eg vísti fleiri læknum bókina, so var eingin, ið fekk illgruna um, at orsøkin kundi vera Glykogenosis Typa III, greiðir Rúna frá. Sjáldsom sjúka Frá 1953 til 1970 vistu læknar ikki nógv um hesa sjúku, men gjøgnum kann- ingar, sum Ulrike Steuer- wald saman við læknum úr Kiel hevur staðið fyri, er vitanin munandi økt. Glykogenosis Typa III er ein ressisiv arvalig sjúka, sum viðførir, at livurin ikki klárar at niðurbróta glyko- gen til glukosu. Hetta við- førir aftur ein stóra mongd av glykogen í livrini. Hetta ger, at livurin veksur og sjúklingurin fær ein stóran búk. Tá barnið verður tannár- ingur hendir eitthvørt í kroppinum, ið viðførir, at livurin fær eina vanliga stødd. Harafturat leggur blóðsukrið seg nú í eina fasta legu, og hetta ger, at sjúkan hvørvur. Hóast berara-sjúkur van- liga ikki hvørva, so kennir eingin enn orsøkina til, at júst hendan sjúkan hvørvur, tá sjúklingurin gerst tann- áringur. Fyrr gekk sum oftast long tíð, áðrenn sjúkan kundi staðfestast hjá einum barni, men í dag kann sjúkan longu beint eftir føðingina staðfestast við eini blóðroynd. Eisini er møguligt við eini blóðroynd at staðfesta, um ein er berari av hesi sjúku. Tilsamans eru í dag stað- festir 14 tilburðir av sjúk- uni í Føroyum, og er hetta nógv samanborið við onnur lond. Vóna at síggja nógv fólk Fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk til fyrilest- urin, sum verður hildin í Kantinuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið leygardagin. Eftir sjálvan fyrilesturin bjóða fyrireikararnir ein hugnaligan kaffimunn, so høvi verður til at práta eitt sindur saman, áðrenn farið verður aftur til hús. Vilja hava betur samskifti innan Heilsuverkið Sum foreldur at sjúklingum ynskja vit eisini eitt betur samskifti innan heilsuverkið viðvíkjandi sjúkuni. Hetta sigur Rúna Sivertsen, sum eigur eina 6 ára gamla dóttur, ið líður undir hesu sjúku. Kristian Sofus í Lambanum vónar, at felagið kann hava eini 4-6 fólk í arbeiði um ikki so langa tíð FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Eitt nýtt smápartafelag er um dagarnar skrásett hjá Skráseting Føroya. Felagið eitur Sp/F Sílnet og hevur heimstað í Gøtu. Stjóri í felagnum er Kristian Sofus í Lamban- um, sum hevur arbeitt hjá P/F Vónini í eini 15 ár. Hann gavst hjá felagnum á nýggjárinum. Framleiðsla og søla Endamálið hjá felagnum er at reka handil, framleiðslu og annað starv í hesum sambandi, stendur í skrá- setingini. Kristian Sofus í Lamb- anum sigur við Sosialin, at felagið hevur leigað eina høll, sum P/F Skygni eigur í Syðrugøtu. Hetta felag er eitt dóttirfelag hjá P/F Varðanum, sum eigur Trónd í Gøtu. - Vit byrja í smáum og á berum botni. Ætlanin er í fyrsta lagi at leggja okkum eftir at keypa net og framleiða nótir til ali- vinnuna. Sostatt fara vit at byggja upp eitt netavirki. Men vit fara eisini at leggja okkum eftir at framleiða og selja aðra útgerð til alivinnuna og fiskivinnuna annars. Kristian vísir á, at Vónin og Netavirkið á Oyri eru teir einastu, sum framleiða nótir og selja útgerð til alivinnuna, og hann heldur, at her er ein lutfalsliga stór- ur marknaður, tí nógv úterð verður innflutt. - Sjálvt netið verður keypt uttanlands, men nótirnar verða seymaðar og gjørdar til í Føroyum. Eingin framleiðir net til alivinnuna her heima. Stjórin vísir á, at higartil hava føroyingar serliga keypt net úr Danmark og Noregi, men nú verða eyguni í størri mun vend eystureftir. - Vit fara at kanna allar møguleikar fyri at fáa greiðu á, hvar netið fæst best og bíligast, sigur hann. 4-6 fólk í arbeiði Sum nevnd, byrjar Sp/F Sílnet á berum botni og hølini, sum felagið hevur leigað, eru ikki serliga stór. - Men hetta er so ein byrjan hjá okkum, sigur Kristian. Hann vónar, at felagið kann hava eini 4-6 fólk í arbeiði um ikki so langa tíð. Spurdur, um ætlanin er at selja línureiðskap og annað til útróðrarbátar, sigur stjórin, at tað ætla teir ikki. - Vit fara serliga at leggja okkum eftir at arbeiða við neti og so selja aðra ali-og skipsútgerð við síðuna av. Um Sp/F Sílnet eisini fer at framleiða trol, dugir hann ikki at siga í løtuni. - Hølini eru ikki serliga stór, men nú fáa vit at síggja, hvat verður í fram- tíðini, sigur Kristian Sofus í Lambanum. - Tað tænir ongum endamáli at seta limirnar upp ímóti felagnum, tí tað eru limirnir sum gjøg- num sítt fakfelag hava gjørt tær lógir og reglur, sum feløgini virka eftir og vilja halda fast um, sigur Harry Benjaminsen, sum eisini er stjórnarlimur í Føroya Arbeiðara- felag FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Sosialurin hevur viðgjørt málið um døgurðatíman á Fiskavirking á Toftum. Herfyri vrakaði Tofta Ar- beiðsmannafelag eitt upp- skot, sum leiðslan á virkin- um saman við álitisfólkun- um hevur gjørt. Uppskotið var fyrst til atkvøðugreiðslu millum arbeiðsfólkið á virkinum, og her var ein tepur meiriluti fyri at av- taka døgurðatíman og hava ein matarsteðg uppá 20 minuttir í staðin. Uppskotið snúði seg um at hava 20 minuttir matar- steðg millum kl. 12 og 13 og ein kaffisteð fyri døg- urða og ein eftir døgurða uppá 15 minuttir hvør. Leiðslan á Fiskavirking sigur seg hava tilsamans 40 minuttir at ráða yvir, um fólkið skal sleppa heim kl. 16 og fáa fyri fullan dag. Men við tað, at kaffisteðg- irnir eru 15 minuttir í staðin fyri 10, sum hevði verið innanfyri rammurnar, er neyðugt at arbeiða til kl. 16.10, um fólk ikki skulu missa løn. Birgir Nónsgjógv segði við Sosialin herfyri, at kaffisteðgir uppá 10 minuttir eru órealistiskir, tí fólk fáa ikki stundir at lata seg úr arbeiðsklæðunum, drekka kaffi og so lata seg íaftur klæðini uppá 10 minuttir; tí skutu leiðsla og álitisfólk upp, at kaffi- steðgirnir skuldu vera 15 minuttir í staðin. Halda seg til sáttmálan Harry Benjaminsen er for- maður í Tofta Arbeiðs- mannafelag og nevndar- limur í Føroya Arbeiðara- felag. Hann sigur, at felagið hevur havt málið til við- gerðar og kann ikki góð- taka, at fólk skulu arbeiða til kl. 16.10, tí hetta er í stríð við sáttmálan. - Men áðrenn málið nakrantíð kom til felagið, ringdi umboð fyri Fiska- virking á Toftum til mín og spurdi, hvussu málið kundi loysast, um døgurðatímin skuldi avtakast og matar- steðgur setast í staðin. Umboðið upplýsti tá, at ætlanin var at arbeiða til kl. 16.10, men her gjørdi eg beinanvegin greitt, at tað fór felagið undir ongum umstøðum at góðtaka. - Sáttmálin sigur, at arbeiðsdagurin er 8 tímar og skal arbeiðast útyvir hesar 8 tímarnar, skal yvir tíð gjaldast. Eftir uppskot- inum skuldu limirnir hjá okkum arbeiða í 8 tímar og 10 minuttir, og tað er í stríð við sáttmálan. Felagið noyðist at halda fast um vunnin rættindi, tí verður lorað á einum øki, kunnu vit spyrja okkum sjálvi, hvat tað næsta verður. Vil Fiskavirking gjalda arbeiðsfólkinum yvirtíð fyri hesar 10 minuttirnar, seta vit okkum ikki upp ímóti hesum, sigur formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag. Harry vísir á, at døgurða- tímin gevur 100% yvirtíð, og felagið sær onga mein- ing í at avtaka hendan, um tað kemur aftur um brekkur í seinna enda. - So, hetta er ikki eitt lítið málið, sum leiðslan á Fiskavirking vil gera tað til. Hetta er ein spurningur um at halda fast um vunnin rættindi, og tað vilja vit gera. Hvør vil avtaka døgurðatíman? Harry hevur eisini sett sær spurningin, hvør tað er, sum vil avtala døgurða- tíman á Fiskavirking á Toftum. - Eru tað tey, sum arbeiða á virkinum og ikki búgva á Toftum. Tey fara kanska ikki heim til døgurða kortini. Hann sigur, at felagið hevur ikki greiðu á, hvussu nógv toftafólk vilja hava matarsteðg í staðin fyri døgurðatíma. - Hetta sigi eg ikki, tí felagið hevur nakað ímóti matarsteðgi í staðin fyri døgurðatíma. Tað hava vit ikki, um hetta verður gjørt í tráð við sáttmálan, sigur hann. Formaðurin í Tofta Ar- beiðsmannafelag sigur, at virkisleiðarin á Fiska- virking á Toftum, Birgir Nónsgjógv, heldur eigur konsentrera seg um virkis- leiðsluna enn um fak- felagsspurningar, tí teir spurningarnar taka felagið og limirnir sær av. - Tað tænir ongum enda- máli at seta limirnar upp ímóti felagnum, tí tað eru limirnir sum gjøgnum sítt fakfelag hava gjørt tær lógir og reglur, sum fe- løgini virka eftir og vilja halda fast um. Harry sigur, at felagið als ikki vil vísa nakran illvilja mótvegis limunum, ei heldur móti Fiskavirking á Toftum sum arbeiðsgevara. Bæði limirnir og arbeiðs- gevarin eru altíð vælkomin at venda sær til felagið. - Vit vilja bara halda fast um vunnin rættindi. Gera vit ikki tað, enda vit á einum síðuspori, sigur Harry Benjaminsen at enda. Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag: Vit halda okkum bara til sáttmálan Nýggja smápartafelagið, Sílnet í Gøtu: Fer í fyrsta lagi at framleiða og selja útgerð til alivinnuna FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mikudagin og hósdagin løgdu fýra trolarar veið- ina upp til Fiskavirking í Saltangará. Jaspis og Ametyst, sum vóru teir fyrru, høvdu tilsamans 1400 kassar, meginparturin upsi. Safir og Smaragd landaðu hósdagin; teir høvdu tilsamans 2000 kassar, og hjá teimum var eisini meginparturin upsi. Ivasamt er, um Fiska- virking í Saltangará keypir meira fisk hesa vikuna, tí nóg mikið er inni til alla hesa vikuna. - Keypa vit onkra last aftrat, verður ein partur av fiskinum ivaleyst goymdur til komandi viku, siga tey í Saltang- ará. Arbeitt hevur verið á virkinum alla hesa vik- una. Mánadagin og týs- dagin arbeiddu tey fisk, sum lá niðurfyri frá síðstu viku Fýra trolarar landað í Saltangará - Sáttmálin sigur, at arbeiðsdagurin er 8 tímar og skal arbeiðast útyvir hesar 8 tímarnar, skal yvirtíð gjaldast, sigur Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag C M Y K 13 12 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið veitst tú ikki tað?