fríggjadagur 22. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Frá fríggjadegi 22. februar til hósdagin 28. februar
Riddararnir úr Tir Na Nog
Blue Thunder
Alle elsker Raymond
Í miðøldini
varð tosað
um, at
vreiði og
øvund,
gírni og
oyðsl vóru
deyðssyndi
r. Í dag eru
hesi
fyribrigdi
nærum
psykologise
rað.
Tilvera um
deyðssyndi
r hósdagin
kl. 19.00.
Armgarð
Arge
leggur til
rættis.
Tilvera: Um deyðssyndirnar
Trý korter við
Martin Ejdesgaard
Týskvøldið kl. 19.00
Mána–Fríggjadag kl. 17.00
Fríggjakvøldið kl. 21.45
Tak frá honum, ið einki hevur!!!
Mangan
verða
miðlarnir
havdir á lofti, men ymiskt er,
hvussu umdømið er.
So helst mundi tað koma
væl við hjá mongum nú Før-
oya Tele, sambært Degi og
Viku týskvøldið, ætlar at yvir-
taka ta tænastu, býráðið í
Havn hevur veitt borgarum
sínum, líka síðan borgarstjór-
in æt Michelsen til eftirnavn.
– Nevniliga at vera ein full-
komiliga ókritiskur endurgev-
ari av amerikonskum main-
stream serium, tápuligum for-
dummandi
eydnuhjólum,
hálvvánaligum
filmum,
donskum fótbóltsdystum og
soft-core porno, alt samalt
kryddrað við endaleysum
blæu-, sjampoo-, smyrsl-,
tampax- og bil-lýsingum.
Men hvussu fáa vit vanligu
fólk so lut í allari hesari
skíggjasælu? Jú, vit skulu bert
keypa eina serliga antennu,
dekodara og tekna okkum fyri
enn eitt hald av onkrum slag
(hjá Føroya Tele?). – Halló,
plaga tannáringar at rópa,
segði nakar logikkur???
Vit hava, sum er, tvær Pub-
lic Service støðir, ið skulu
klára at liva upp til ta marg-
læti av hópframleiddum bí-
ligum undirhaldi, sum annars
stendur okkum í boði. Og vit
krevja av teimum, at støðirnar
skulu vera bæði áhugaverdar
og viðkomandi, samstundis,
sum vit grenja um brúk-
aragjaldið, og landsins kosnu
ikki vilja veita miðlunum eina
krónu. Tað er heldur hinvegin,
at fleiri av okkara politikarum
vilja taka frá teimum tað
sindrið, tey hava, og lata teim-
um privatu veitarunum burt-
urav, tí Rás 2 og Lindin, ið
ongar skyldur hava um eitt
ávíst minsta mark av dygd og
innihaldi hava eisini brúk fyri
pengum.
Álvara tos! Hatta líkist
argumentasjónini summi hava
fyri frískúlum! Fólkaskúlin er
sovnaður, og tí skal ein partur
av teimum pengum, sum
játtaðir verða til skúlan skerj-
ast og nýtast til frískúlarnar í
staðin. – Tá verður skúlin fyri
øll neyvan betri av!
Mín spurningur er: Nær
skilja føroyingar, at teir liva í
einum sera lítlum landi, har
pengarnir til líkt og ólíkt ikki
eru teir somu sum í útlondu-
num?
Annars eri eg keddur um, at
dansitíðin er av á hesum sinni,
tí hasir ungdómarnir úr Runa-
víkini vóru óførir, og tá ið
sumbingar við sínum bleytu
g’um og lætta stevi taldu
niður (ella upp) saman við
bæði Sankta Simeon og
Sankta Mortan, dámdi mær
væl. Eitt sum mær hinvegin
ikki dámar væl er sendingin Í
Víngarðinum! Havi altíð hild-
ið, at makan til sjálvglaða
konservativa
nalvaskoðan
skal man leita leingi eftir, so
eg koyri vanligvís eina fløgu
á, tá ið Carlsen maðurin spæl-
ir sukursøtan gospell tónleik.
Men hesu ferð flutti eg fyri
einaferð skyld yvir á Rás 2. –
Og tað var heilt fantastiskt! –
Ungdómarnir í Klaksvíkini,
sum leingi hava ynskt sær eitt
gement diskotek, vóru millum
evnini, Norðlýsisredaktiónin
hevði á skránni hendan tíman.
Og eitt, tvey, trý, so høvdu teir
loyst dansitrupulleikan hjá
tannáringunum í Klaksvík.
Býráðið skuldi bara syrgja
fyri, at teir, sum ætla at tjena
góðar pengar upp á náttar-
trongdina hjá ungdóminum
skuldu fáa høli fyri lítið og
lætt, så var denn skid slået!
Og so fingu tey, sum vilja
hava fleiri barnagarðar í
Havnini, eisini eitt skot fyri
bógvin í sama andadrátti. –
Og hatta er júst tað, eg meini
við, tá ið eg meti tað skeivt, at
taka pengarnar frá almennu
miðlunum og býta teir út til
hvønn Hanus og Janus, bara
hann arbeiðir fyri seg sjálvan!
Til nakað heilt annað! –
Marius var stuttligari enn
nakrantíð, tá ið Børson junior
var bankastjóri. Hasi dinge-
linge-linge-linge-ling’ini
vóru kostiligt skemt. Og eg
helt tað vera ólukksáliga ergi-
ligt, at ungu hvalbingarnir
ikki kendu Chris de Burgh, tí
sum Suni Merkistein segði:
Tit hava so gott sikti har suð-
uri. – Og tá er spell at fella
upp á Lady In Red.
Gott sikti má man annars
siga, at tvørádámurnar høvdu
í fjórða og avgerandi settinum
í flogbóltssteypafinaluni leyg-
ardagin. – Man veit aldrin,
hvar man hevur okum, segði
Svanna, tá ið gullmedaljan
hekk um hálsin á henni. Tað
er í hvussu er langt síðan, at
eg havi følt slíkan spenning í
sambandi við ein flogbólts-
dyst.
Eitt tað besta hesa vikuna
var annars mentasendingin
Magn við kríggi, maktgyrnd
og blóði í felagsnorðurl-
endsku
uppsetingini
av
Shakespeare leikinum Mac-
beth. – Cezaris, leikstjórin úr
Litava var ikki í iva. Talan var
um »actors of world level« og
»language of blood«, tá ið
hann skuldi seta orð á avrikið
hjá norðmonnum, svium, før-
oyingum og finnum.
Tað gekk nakað róligari
fyri seg í frekt samanklipta
brotinum um, tá ið Teitur og
Niklas og Lena spældu un-
plugged. – Meir av hasum
SvF!
At enda nøkur rósandi orð
til lobransmannin John Jo-
hannesen, ið av álvara tykist
vera »sprungin út« sum okk-
ara maður í Suðri. Tú ert ófør-
ur! Tórdagin hevði tú innsløg
um TB-dámurnar og vónirnar
fyri gullmerkjunum. Og bang!
so vunnu tær! Umframt tað,
so vitjaði tú seinasta opna
kolanámið undir rókunum í
Hvalba. Og bang! so fingu
teir játtilsi um at lata nýtt nám
upp undir Prestfjalli. Og so
var besta sitatið í miðlunum
hesa vikuna eisini í einum
innslagi hjá tær. Tað kom, tá
ið tú tosaði við mannin á kei-
ini í Vági. – So tað loysir seg
at vera útróðrarmaður í dag? –
Viss man fær fisk!
Hetta ljóðar sum ironi, tað
viðgangi eg, men eg meini
tað! Hví fáa suðringar sær
ikki eitt studio, so teir eisini
kunnu framleiða sendingar
fyri Útvarpið? Lokálu send-
ingarnar úr Klaksvíkini høvdu
verið færri, men avgjørt av
javnt góðari dygd, og Johnsig-
urð Johannesen hevði ikki
kent seg noyddan at skula for-
klára, hvat orðið sentnari
merkir, bara tí man hevur
prátað við ein vágbing í Degi
og Viku!
Bergur
Rasmussen
ummælir:
Sunnudagin kl. 14.15
15
14
Nr. 37 - 22. februar 2002
Eitt rættiligt kjak tók
seg upp í Fólkatingin-
um millum Tórbjørn
Jacobsen og Anders
Fogh Rasmussen, tá
ið forsætisráðharrin
svaraði einum fyri-
spurningi frá før-
oyska fólkatings-
manninum um
grundlógina.
GRUNDLÓGARSTRÍÐ
Magnus Dam
Keypmannahavn
Tórbjørn
Jacobsen
og
Anders Fogh Rasmussen
komu ikki fram til eitt
felags forstáilsi av ríkis-
rættarligu
støðuni
hjá
Føroyum, tá teir trætaðust
um millum annað grund-
lógina í Fólkatinginum
hósdagin.
Tórbjørn Jacobsen mót-
mælti sum tjóðveldismað-
ur, at føroyingar nakrantíð
hava lagt seg undir grund-
lógina, meðan Anders Fogh
Rasmussen helt, at Tór-
bjørn Jacobsen royndi at
tekna ræðumyndir á veggin
av einari danskari stjórn,
sum undir ongum umstøð-
um vil loyva føroyingum at
fara út úr ríkinum. Soleiðis
er veruleikin ikki, segði
hann.
Orsøkin til hólmgonguna
teirra millum var ein fyri-
spurningur, sum Tórbjørn
Jacobsen hevði sett for-
sætisráðharranum
um
grundlógina.
Forsætisráðharrin segði á
vitjan síni í Føroyum, at um
Føroyar skulu loysa frá
Danmark, so krevur grund-
lógin, at Fólkatingið gevur
sítt samtykki. Tá ið hetta er
eitt krav, so má tað sam-
stundis innibera, at føroy-
ingar hava samtykt grund-
lógina sum sína egnu,
heldur Tórbjørn Jacobsen.
Tí vildi hann hava Anders
Fogh Rasmussen at siga
sær, nær hetta er hent.
Samtykt fleiri ferðir
Í svarinum vísti Anders
Fogh Rasmussen á, at
kongur "gav" fólkinum
grundlógina í 1849, og tí er
upprunaliga
grundlógin
ongantíð samtykt av fólkin-
um. Hinvegin eru broyting-
ar í grundlógini samtyktar á
fólkaatkvøðum fleiri ferðir
- í 1920, 1939 og í 1953 -
bæði í Føroyum og Dan-
mark. Og av tí at § 19 í
grundlógini
ásetur,
at
Fólkatingið og stjórnin
skulu geva sítt samtykki,
um Føroyar skulu úr ríkin-
um, so er tað so, staðfesti
forsætisráðharrin.
Men svarið nøktaði als
ikki Tórbjørn Jacobsen,
sum ikki kundi góðtaka
tulkingina hjá forsætisráð-
harranum.
- Um danir framvegis
halda, at føroyska fólkið er
undirlagt donsku grundlóg-
ina, so kenni eg meg sum
umboð fyri Tjóðveldis-
flokkin noyddan at mót-
mæla og vísa á, at løgtingið
so seint sum í fjør samtykti,
at føroyska fólkið hevur
varðveitt sjálvsavgerðar-
rættin sambært fólkarættin-
um og ST-viðtøkum, segði
hann.
Fólkatingsmaðurin vísti
enn einaferð á, at før-
oyingar
ikki
samtyktu
grundlógina í 1849, og har-
umframt vísti hann á, at ein
meiriluti var fyri loysing í
1946. Men hesa avgerðina
virdu danir ikki. Tórbjørn
Jacobsen vísti eisini á, at
tað bert høvdu verið 7,6
prosent á vali, tá ið grund-
lógin varð broytt í 1953, so
tað kundi ikki brúkast til
nógv, helt hann.
Hoyrir heima í
Føroyum
Anders Fogh Rasmussen
hevði eitt sindur ilt við at
síggja trupulleikan, sum
Tórbjørn Jacobsen royndi
at vísa á.
Forsætisráðharrin vísti á
yvirlýsingina sum hann og
løgmaður gjørdu í Føroyum
í januar. Har verður kósin
stungin út í kortið.
- Sum eg havi skilt var
breið semja í Føroyum um
yvirlýsingina - eisini í
Tjóðveldisflokkinum, segði
Anders Fogh Rasmussen
Til hetta segði Tórbjørn
Jacobsen, at spurningurin
er, um ein møgulig fólka-
atkvøða um loysing verður
vird sum ein fólkarættarlig
atkvøðugreiðsla - sum ikki
krevur samtykki úr Dan-
mark - ella sum ein stats-
rættarlig atkvøðugreiðsla,
har danir skulu geva sítt
samtykki til úrslitið.
Men Tórbjørn Jacobsen
fekk ikki forsætisráðharran
til at geva seg.
Anders Fogh Rasmussen
helt, at Tórbjørn Jacobsen
roynir at draga eitt kjak inn
í danska Fólkatingið sum
av røttum hoyrir heima í
Føroyum.
- Tað er ikki stjórnin ella
Fólkatingið, sum forðar
fyri, at heimastýrisskipanin
verður endurskoðað ella at
Føroyar fáa sjálvstýri, segði
forsætisráðharrin, sum at
enda bað Tórbjørn Jacob-
sen føra sítt kríggj í Før-
oyum heldur enn í danska
Fólkatinginum.
At
fólkatingsmaðurin
ikki tekur hesa síðstu áheit-
anina til eftirtektar er tó
púra greitt, tí hann hevur
longu sett danska løgmála-
ráðharranum ein nýggjan
fyrispurning
um
ríkis-
felagsskapin. Tað kjakið er
sett á dagsskránna fyri
fundin næsta mikudag.
Tórbjørn og Fogh í hólmgongu
Tórbjørn Jacobsen og Anders Fogh Rasmussen eru rúkandi ósamdir um støðuna hjá Føroyum í ríkinum. Hósdagin var verulig
hólmgonga teirra millum í Fólkatingssalinum
TÓNLEIKAFELAG
Seinasta vikuskiftið vóru
umboð fyri tónleikasam-
takið Grót og F.U.T. orðuri í
Klaksvík, og skipaðu sam-
an við klaksvíkingum fyri
almennum
fundi
viðv.
møguligari
stovnan
av
einum tónleikafelagi, ið,
eins og Grót í eysturoynni,
skal arbeiða fyri at menna
tónleikalívið í norðoyggj-
um. Tað skal verða við m.a.
at fyriskipa konsertir og
tónleikatiltøk, og betra um
og fáa skipaðar venjingar-
umstøður hjá tónleikarum í
Klaksvíkini.
Settur varð ein arbeiðs-
bólkur at fyrireika stovnan-
ina av felagnum í Klaksvík,
so sum at gera uppskot til
endamálsgrein,
viðtøkur
fyri felagið, navn, logo og
annað.
Fríggjakvøldið 22. febru-
ar kl. 20.00, verður so fund-
ur í býráðshøllini í Klaks-
vík, har ætlanin er at fe-
lagið skal verða sett á
stovn.
Fyrireikarirnir vænta sær
nógv
burturúr
hesum
felagi. Fyrst og fremst eitt
meira virkið tónleikaum-
hvørvi í Klaksvík. Tað
merkir m.a. fleiri tiltøk,
konsertir o.a. Betri umstøð-
ur til teir hópatals tónleik-
ararnar í Klaksvík, sum
tørva skipaðar venjingar
umstøður og ein pall at
framføra á. Vónin er at
bæði býráð og vinnulív eins
væl og landsmynduleikar
við hesum felag kunnu
hava ein mótpart, sam-
svarvsfelaga og ráðgeva, tá
um tónleikaviðurskifti ræð-
ur.
Ætlaninir eru eisini um at
stovna líknandi felag í
Havn í næstum. Hesi trý fe-
løg, Grót í Eysturoy, felagið
í Klaksvík og í Havn kunnu
síðan samstarva um ymisk
viðurskifti. T.d. senda bólk-
ar úr einum øki í eitt annað,
skipa fyri skeiðvirksemi
saman osfr. Og annars hava
nakrar virknar tónleikapall-
ar í økjunum. Harafturat er
ætlanin at fáa eitt yvirskip-
að samstarv í lag ímillum
feløgini, her hevur m.a.
verið tosað um at FUT
kundi havt leiklutin sum
eitt slag av einum lands-
felag, men her er ikki enda-
lig støða tikin enn.
Stigtakararnir vóna at
síggja allar tónleikaáhug-
aðar Klaksvíkingar á fund-
inum
fríggjakvøldið
-
yrkistónleikarar eins væl og
leikmenn, áhoyrar og kon-
sertgangarar, ungan sum
gamlan og høgan sum lág-
an, stutt sagt øll, ið vilja
tónleikalívinum í Klaksvík
at frama, eru vælkomin
fríggjakvøldið 22. februar
kl. 20.00 í býráðshøllini í
Klaksvík.
Stovnan av tónleikafelagi í Norðoyggjum
C
M
Y
K
14