mánadagur 3. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
12
Sosialurin
Nøvn
Meinhardt varð føddur 30.
juni í 1930 á Toftum. Foreldrini
vóru Sigmund Olsen av Regni
og Josefina Olsen av Dunga
(f.Mikkelsen). Systkini vóru
átta í tali. Jóhan (Hanni),
Hans Mikal (Hassegei), Elsa
Maria (Essemi), Jákup Mikal
(Vinni), Meinhardt, Poula,
Johan Christian (Giss) og
Jens Reynhold. Av systk un
um eru bert Hanni, Essemi
og Poula á lívi.
Sum uppvaksin í einum
fiskimannaheimi í 30 `unum
vóru lívskorini fátæk, men
barnaárini vóru góð og trygg
undir teimum umstøðunum
sum nú einaferð ráddu.
Meinhardt gjørdist sum
unglingi hervuliga sjúkur av
difteritus. Hann gjørdist eina
tíð lammaður, og læknarnir
spáddu at hetta kom at
merkja hann alt lívið. Men so
var ikki. Hansara ókúguligi
lívsvilji sum sermerkti Mein
hardt alt lívið, gjørdi at hann
kom fyri seg aftur.
Sum 19 ára gamal fór hann,
til skips við línubátinum
Oyra sker av Toftum. Tað lá
væl fyri hjá Meinhardt at
fiska og boð vóru ofta eftir
honum at koma við ymiskum
skipum.
Ì fimti árunum valdi
Meinhardt at fara til Ìslands
at fiska, og var við íslendskum
skipum tey næstu tíggju
árini. Hesa tíðina var hann
við nót, línu, trol og garna
skipum.
Meinhardt
var
ógvu liga væl dámdur av
ís lendsku
skipsfeløgnum.
Hann var m.a. við kenda rok
skip aranum Siggi Magg úr
Vest mannaoyggjunum
við
bátinum Viðir, og úrtøkan
var sera góð. Fiskað var út
frá bygdum á Eskifirði, Vest
mannaoyggjunum, Horna
firði og Ólafsvík.
Meinhardt upplivdi mang
ar baldrutar túrar á sjó num,
men
ongantíð
var
hann
rædd ur. Hann var við trol ar
an um Aust firð ingi av Eski
firði í 1959 undir Eystur grøn
landi, tá hervi ligt ódnarveður
brast á, og onkur av íslendsku
trolaranum sukku, tí teir ikki
megnaðu at bera tann nógva
ísin sum legðist á skipini. Eft
ir tógvið stríð, eydnaðist Aust
firð ingi at vinna upp havn,
takk að verið m.a. góð um sjó
mansskapi frá føroy ing unum
sum vóru við trol ar anum.
Saman vóru vit báðir
í 2005 og vitjaðu støðini
hann hevði fiskað útfrá. Tá
sá eg, hvussu stóra virðing
Meinhardt hevði frá sínum
gomlu skipsfeløgum, sum
ein sera dugnaligur og raskur
fiski maður.
Fíggjarliga úrtøkan av
fiskiskapinum í Ìslandi var
so góð, at tá hann bygdi sær
sethúsini í Runavík í 1959,
rindaði hann tey kontant.
Meinhardt giftist í 1959
við Mariu Mortensen (Mia)
av Argjum og fingu tey trý
børn. Hertha, Jónstein og
Josefina..
Tá Meinhardt gavst at
fiska við íslendingum fór
hann til skips við føroyskum
skip um, bæði til ísfisk og
salt fisk.
Fyrst í 70'unum gjørdist
Meinhardt sjálvstøðugur út
róðrarmaður. Fekk sær bát
sum fekk navnið Maria eftir
konuni, og fekst við hetta
yrkið heilt fram til 2007,
tá hann sum 77 ára gamal
gavst tí heilsan byrjaði at
bila. Hesi 35 árini, hann var
útroðrarmaður í Runavík,
hevði hann fýra bátar sum
allir bóru navnið Maria. Sera
væl lá fyri at fiska, og var
Meinhardt ein av allarbestu
útróðramonnum hvat úrtøku
viðvíkti.
Farið var upp tíðliga á
morgni. Stamparnir, sum
hann sjálvur hevði egnt,
fing nir innanborða og síðan
av stað at fiska. Hann segði
altíð, at best var at vera á
fiskileið í lýsingini, og sum
oftast var hann heima aftur
tíðliga
seinnapartin
við
góðari veiðu. Seinni fekk
Mein hardt hummaraloyvi og
hetta kombineraði hann við
línu veiðu og væl lá fyri.
Var onkuntið við Mein
hardt og eg mátti ásannað, at
kreftirnar vóru góðar, sjálvt
um hann var komin væl til
aldurs. Kvikur og bráður syfti
hann teinirnar inn sum einki,
og kvikur tók hann humm
ararnir úr, og so at taka
næstu teinu inn. Minnist
eina ferð at sonurin Jónstein
og eg skuldu draga teinirnar,
tí Meinhardt hevði fingið
skaðað í økslina. Nógvur
mjørki var, og vit funnu ikki
allar boyurnar. Komnir til
lands
bjóðaði
Meinhardt
at koma við, og skjótt fann
hann boyurnar og so at
draga. Hetta var hansara eyð
kenni; ongantíð at geva upp,
men vera grammur.
Meinhardt var veiðu mað
ur í orðsins sanna týdningi.
Dámdi sera væl at skjóta
harur og fugl og fjasaðist
eis ini við seyð, og tað gekk
nógv uppá at fáa góða vekt á
seyðunum.
Meinhardt var sera góður
við konuna Miu, og dugdu
tey væl at húsast. Lívið sum
útróðrarmaður var eitt ser
ligt yrki. Tað gevur frælsi,
men úr tøkan er skiftandi,
og hjúnini dugdu sera væl
at húsast undir slíkum um
støðum.
Meinhardt var ógvuliga
góður við síni børn, og var
errin av teimum, at tey øll
kláraðu seg væl. Meinhardt
var eisini sera góður við abba
børnin,i og var ógvuliga errin
tá hann var uppkallaður
av soninum hjá mær og
Herthu.
Meinhardt mundi kenna
á sær at hansara síðsta løta
á hesi fold var við at renna
út, tá vit báðir vóru á veg til
Havnar tveir dagar áðrenn
hann andaðist. Hann kysti
konuna farvæl í Runavík,
ringdi sonin Jónstein upp og
segði við meg, at hann ikki
væntaði at koma heimaftur.
Við takksemi og virðing
fyri alt tað tú vart fyri okkum
og við góðum minnum.
Egil
Minningarorð um
Meinhardt Olsen
f. 30.06.1930 - d. 24.10.2009
Tá eg síggi aftur á árið,
sum er farið, so er tað
tann eini dagurin, sum
stend ur oman fyri allar
aðrar føðingardagurin
22. juni tá eg helt mín
60 ára dag.
Fyrst vil eg takka
sam komuni og leiðsluni
í Kelduni í Skálabotni
fyri ta stóru vælvild, tit
vístu mær og konuni, at
vit fingu brúkt tykk ara
hølir, sum gjørdi føð
ingardagin til eina góða
og ríka sang uppliving.
Eg hugsi um tykkum
mongu, sum gleddu meg
við at møta so fjølment
við blómum, gávum, tal
um, blíðum heilsanum
og nógvari praktiskari
hjálp.
Eg hugsi um tykkum,
sum vóru í køkinum og
gjørdu matin til og settu
út á borðini, og tit, sum
gingu millum borðini, so
einki tørvaði har.
Eg hugsi um míni
kæru børn, svigarbørn
og abba børn, sum bæði
spældu,
und irhildu,
pynt aðu høl ini og bóru
fram
eina
ómeta liga
vakra heilsan bæði í
mynd um og orðum.
Eg hugsi um Ebene
zer kórið,
Vitan
úr
Betesda, kvinnurnar úr
Nebo, og tykkum, sum
sungu solo og duet – tit
lyftu løtuna upp á eitt
fjølbroytt
og
serligt
sangupplivilsi.
Eg hugsi um tykkum,
sum talaðu tær nógvu
og góðu talurnar.
Eg hugsi um tykkum,
sum meistarliga leiddu
skránna og frálíka fe
lags sangin.
Eg hugsi um tykkum,
sum so blídliga tóku
ímóti gestunum og vístu
teimum pláss.
Eg hugsi um mammu
mína, sum eisini dyggi
liga tók sítt tak; bara
spell at pápi ikki upplivdi
hendan dagin.
Til seinast, men ikki
minst, so hugsi eg um
elskaðu konu mína, sum
einaferð enn vísti sítt av
bera góða hegni at skipa
fyri og hava yvirblikkið,
og sum einsamøll gjørdi
skránna fyri alt kvøldið.
Tá eg hugsi um tykk
um øll, so kann eg ikki
annað enn takka Harr
anum fyri ta stóru sign
ing, Hann gav mær hetta
kvøldið, tá eg rund aði
tey 60.
Takk øll somul við
nógv um ynskjum um
eitt eydnu samt 2011 fyri
tykk um øll.
Poul Jóhan
Ein takkar- og ein
nýggjárs kvøða