mánadagur 3. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
12
Sosialurin
Rólant Waag Dam
Føroyski tónleikapallurin hevur
nógv at bjóða og tað sást sanniliga
aftur á ársins Planet Awards í
Deep í Havn. Livandi legandan
Hanus G. Johansen, sum varð
tilnevndur til tvær Planetir, hug
tók við løgum at frálíku fløgu
hansara
Hørpuspælarin.
Eivør,
eis ini tilnevnd til tvær Planetir,
gand aði og spældi løg av fløguni
Larva, sum kortini ikki vann. Anna
Faroe og Lív Næs staðfestu við
sínum framførslum, hví tær vóru
tilnevndar at vera Ársins song
kvinnur.
Tað sama gjørdu Eyðun & Kim,
sum vóru tilnevndir fyri at hava
gjørt Ársins sang, tá teir framførdu
vakra og fangandi poppsangin Far
so væl. Jens Marni Hansen var bæði
tilnevndur og vann eisini heiðurin
sum Ársins sangari. Fremsta orsøkin
var ivaleyst sangurin Gloria, sum
kollfirðingurin eisini sang so tað
rungaði í stóru hølunum í klubba
garðinum.
Og so fekk fólkið eisini Ársins
sang fyri seinastu ferð í 2010.
Kjallarabólkurin
úr
Klaksvík,
Grandma’s Basement, fær ikki
nokk av at spæla Hon fær ongantíð
nokk.
Fólkið fekk føroyskan tónleik og
fólkið fekk tað besta av tí besta av
tí føroyska.
rolant@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Fingu tað fremsta av tí føroyska
Planet Awards hevði eitt sindur av øllum. Livandi legendur, fantastiskar
songkvinnur og tað besta av tí nýggjasta á føroyska tónleikapallinum
Eivør hevði sína fyrstu framførslu á Planet. Við sínum guittara og
síni bergtakandi rødd sang hon tvey løg av nýggju fløguni Larva.
Eisini Hanus G. Johansen hevði sína fyrstu framførslu nakrantíð á Planet.
Sum altíð, tá hann fer á pall, dró hann áhoyrararnar við sær.
Anna Faroe, sum var tilnevnd til tríggjar planetir, kom úr Danmark
og hevði eina fantastiska framførslu við trimum løgum í Deep.
Eyðun, Kim og James, sum hava
verið stór nøvn í føroyskum
tónleiki í mong áratíggju,
framførdu tvey løg.
Grandmas Basement, sum er ungi, sprelski klaksvíksbólkurin, framførdu ársins sang: Hon fær ongantíð nokk.