mánadagur 3. januar 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
Sosialurin
Minningarorð um
Jóhannes Holm Jacobsen, Hvalba
f. 1924 - d. 2010
Tá ið eg seti meg niður at skriva nøkur
orð um mín góða vin og bróðir í Harr
anum, sum nú er komin heim í teir
ævigu bústaðir hjá Gudi, leita tankarnir
aftur til farnar dagar. Vit komu at
kennast vesturi á Zarepta fyri meira
enn 30 árum síðan. Vit vóru leiðarar á
barnaleg unum hjá dreingjaholdunum
fyrstu árini vit vóru saman. Síðan vóru
yngri kreftir, sum tóku yvir og vit fóru
í annað arbeiði.
Hannis var tann, sum bleiv náttar
vakt og gjørdi hann tað til lítar. Tað var
eint og ruddiligt hjá okkum at koma
upp um morgunin, uppvaksið var væl
úr hondum greitt og borðið dekkað.
Tað arbeiði, eg fekk, var at vera
køksmaður fyri tað mesta í grov køk
inum, vaska grýtur, kóka epli og hjálpa
køkskonunum við døgurð anum og
ymiskt annað, sum har til hoyrdi.
Hannis og eg vóru saman á hvørjum
sumri hesi árini. Tað var ein andaliga
góð tíð fyri okkum at vera saman á
Zarepta. Man kom at kenna nógv fólk
og samfelagið var gott. Um kvøldarnar,
tá ið mesta rokið var av, kundu vit seta
okkum at syngja saman við øllum køks
fólk unum. Hanni svar góður for sang
ari, hann dugdi tey flestu løgini í G.F.S.
Sangbók. Tað kom eisini fyri, at vit
vóru saman um veturin og hildu vakt í
húsinum.
Hannis vitjaði onkuntíð norður
til okkara, tá ið samfelagsmøti var í
Betesda, og eg vitjaði suðureftir, tá
møti vóru har suðuri. Annars tosaðu
vit saman í telefon. Hannis var óførur
at ringja og ofta kom prátið at verða um
Zarepta. Hann hevði eitt stórt hjarta lag
fyri Zarepta. Seinast, vit tosaðu saman,
var tveir dagar áðrenn hann fór frá
hesari fólk. Tá var hann veikur á málin
um, men skilagóður sum altíð.
Eg fari at enda hesi minningarorð við
sanginum, sum Hannisi dámdi so væl
og vit mangan sungu:
Tá ið endar mítt stríð
og útrunnin mín tíð,
skal eg náa ta himmalsku strond,
Jesus eyga mítt sær
og tá vísir Hann mær
naglamerkini í síni hond.
Niðurlag:
Eg skal ganga til lívsvatnsins strendur
hoyra pálmanna friðsæla sús
eingin synd eingin sorg
er í himmalsins borg
men bert songur sum havsbylgjubrús.
Ferðin endar ei her
men til Himmals tað ber
til tað heimland, sum Jesus mær vann,
vinir hitti eg har
sum her skiltust frá mær,
gævi skjótt at tann stundin upprann.
Á ver tolin og bið
tí Guds himmalska frið
skal hin trúfasti fáa í løn
Tann ið krossin her ber
lívsins krúnu har fær
á Guds barn ver tí vakið í bøn.
Ein heilsan til tykkum, sum stóðu
Hannisi nær, Dávur og Jóna við
familjum. Vit vita at tað er ein saknur, tá
ein av okkara kæru verður tikin burtur.
Vit syrgja ikki sum hini, sum onga vón
eiga, 1. Tessalonikabræv 4. kapitul og 13.
ørindi.
Richard og Apolonia
Jólamorgun andaðist Dánjal
Pauli Danielsen, Dánjal í Búð
ini, Velbastaður. Hann náddi
høgan aldur, stutt áðrenn
hann doyði fylti hann 91 ár.
Líka frá ungdóminum av
vísti Dánjal sín stóra áhuga
fyri føroyska samfelagnum og
tók lut í samfelagstjakinum
í heilt breiðum týdningi.
Hann vaks upp á Velbastað
og byrj aði tíðliga at arbeiða
á garðinum, sum hann seinri
festi. Her hevði hann sítt lívs
grundarlag, og herfrá kom
hann at arbeiða og luttaka í
mongum viðurskiftum bæði
inn an jarðabrúk, politikk
og øðr um samfelagsøkjum.
Í sín um yngru árum hevði
hann rættiliga tætt samskifti
við Jóannes bónda, og sjálv
bjargnishugsjónin, sum teir
høvdu í felag, fylgdi honum
alt lívið.
Samfelagsliga átók hann
sær fleiri postar. Hann var
nevndarlimur í Jarðaráðnum
í mong ár, herav fleiri ár sum
formaður. Eisini var hann
umboðsráðslimur hjá SEV
í eini 12 ár. Herav nøkur ár
sum formaður. Hansara stóri
áhugi fyri norðurlendskum
samarbeiði hevði eisini við
sær, at hann í fleiri ár var
nevndarlimur í Norðurlanda
Húsinum í Føroyum.
Persónliga kom eg at
kenna Dánjal Paula gjøg
num politiska arbeiði. Hann
gjørd ist tíðliga partur av
Fólka flokk inum. Hann var
fram burðs hug aður og sjálv
stýris hugaður, tað var tí
heilt nátúrligt fyri hann at
halda seg til hendan flokk.
Við sínum áhuga og arbeiðs
vilja var hann ikki bara hvíl
andi limur, nei hann gjørdi
mun, har hann var. Tí kom
hann at vera í fremstu røð
innan flokkin. Tá flokk urin
í fimti árunum fekk ávísa
afturgongd, tók hann saman
við øðrum góðum monnum
sum Hákun Djurhuus, Knút
Wang, Poul Petersen, Martin
Holm við fleiri, stig til at
organisera tað flokkspolitiska
arbeiði betur við valfeløgum
og landsfelag. Fólkaflokkurin
var
fyrsti
flokkur,
sum
organi seraði seg á hendan
hátt. Dánjal gjørdist fyrsti
lands formaður
flokksins,
og hevði hann hetta starv í
eini 20 ár. Í 1970, tá eg kom
á ting, var hann framvegis
lands formaður og sigast má,
at tað var ein fragd at kunna
arbeiða saman við honum.
Í 1975 hendi eitt politiskt
siða skifti í Føroyum. Tað, sum
var hildið at vera polit iskt
ómøgu ligt, nevni liga eitt sam
arbeiði millum Fólkaflokkin
og Javnaðarflokkin, gjørdist
veruleiki. Einum slíkum sam
arbeiði hevði Dánjal Pauli
leingi verið talsmaður fyri, og
tá samgongan mill um hesar
báðar flokkar og Tjóð veldis
flokk in varð skip að gjørd ist
hann sam an við Demmus
Hentze umboð Fólka flokk
sins í hesum landsstýri. Hann
var landsstýrismaður í 6 ár
og umsat hann m.a. vega og
havna mál, landbúnaðarmál
og mentamál. Eisini um sat
hann
norðurlanda
sam
arbeiði.
Dánjal Pauli var sera gløg
g ur maður, eisini hevði hann
stóra vitan og víð skygni.
Hann var góður í ráð um og
royndi altíð at fremja tær
bestu og skilabestu loysn
irnar. Hann var ikki harð
mæltur, tá hann førdi fram
síni sjónarmið, heldur var
hann siðiligur og róligur. Tí
var altíð lurtað eftir honum.
Eg kann ikki minnast, at
hann nakratíð kom við per
són ligum álopum, heldur
ikki tá hann sjálvur var
álopin. Hann var væl lýddur
í politiska umhvørvinum og
samarbeiðsevni hevði hann
góð. Hann var trúfastur móti
sínum hugsjónum og eis ini
sínum flokki, sjálvt um polit
iska telvingin onkuntíð kundi
fara øðrvísi fram enn hann
helt vera tann rættasta.
Nú Dánjal legði árarnar
inn hevði hann livað eitt
langt og virkið lív. Hann var
mettur av døgum. Við honum
hevur ein av Føroya stóru
syn um lagt frá sær.
Vit lýsa frið yvir minnið
um Dánjal Paula Danielsen
í Búðini.
Jógvan Sundstein
Dánjal í Búðini farin