mánadagur 3. januar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
14
Sosialurin
Tróndur Arge
– Manglandi gist ingarum
støð urnar
kunnu
skúlar
og Norrøna loysa, men ein
nýggjur golfvøllur er kortini
ein treyt, sigur Petur Elias
Petersen.
Í dag sært tú sjáldan
eyðkendu hvítu tshirtina við
oyggjaleikabúðmerkinum og
lundanum, Pidda, á bringuni.
Oyggjaleikirnir hava ikki
verið í Føroyum síðani 1989,
og nú metir ÍSF forsetin, at
tíðin er búgvin til, at vit gera
eina roynd at fáa teir aftur til
okkara .
–
Oyggjaleikirnir
eru
eitt stórt tiltak og ein góð
ur møguleiki hjá okkum at
branda Føroyar. Til Oyggja
leikirnir í 2015 tapti Gotland
tepurt í atkvøðugreiðsluni,
og tí liggur í luftini, at
Gotland fær Oyggjaleikirnar
í
2017.
Oyggin
Menorka
hevur bjóðað seg fram til
2019 og hevur fyrimunin av
at vera ein miðalhavsoyggj,
so hon tiltalar nógv. Okkara
møguleiki liggur tí í
at bjóða okkum fram til 2021,
og spæla vit kortini rætt, so
er góður møguleiki fyri, at vit
hýsa leikunum í 2021, sigur
Petur Elias Petersen.
Ítróttarligu umstøðurnar
í Føroyum eru góðar, men á
trimum økjum mugu mynd
ug leikarnir vísa væl vild, um
føroyska boðið upp á oyggja
leikirnar skal takast í álvara.
– Um vit skulu gera okk
um nakra vón um at hava
oyggja leikirnir, so mugu vit
hava ein golfvøll við 18 holum.
Fyri fleiri av luttak andi
oyggjunum er ein
golf vøll ur
av
ger andi
fyri,
hvar
oyggja
leika at kvøð ur
nar enda. Eis ini tennis
hevur ein av gerandi
leiklut, og har hava vit
bara tann eina tennis vøllin
í Gunda dali. Tað triðja er
ein skjótibreyt, men tað
burdi ikki verið so
trupult
at
fingið
eina
líknandi
setta
upp í eitt nú grótbrotinum á
Glyv urs nesi, heldur hann.
Ein onnur avbjóðing, ið Før
oy ar fáa til oyggjaleikirnar eru
gistingarmøguleikarnar. Vit
hava ikki nóg mikið av gist ing
ar húsum, men eisini her er ein
møgulig loysn longu á veg.
– Ein møguleiki er at fáa
eitt skip líknandi Norrønu
at liggja við kai og hýsa teim
um luttakandi. Um øll gist
ingarhús í Føroyum eru full
um tað mundið, tá leikirnir
eru, so kann Norrøna eins
væl liggja við kaj og virka
sum gistingarhús. Vit hava
longu havt eitt innleiðandi
prát við Smyril Line um
hend an møguleikan, sigur
Petur Elias Petersen.
– Ein annar møguleiki er,
at vitjandi ítróttarfólkini
kunnu halda til í fleiri av
okk ara frálíku skúlum. Tað
hava vit sæð aðrastaðni,
og so leingi tey ikki eru ov
nógv um hvørja skúlastovu,
so tykist hetta ikki vera ein
trupulleiki, sigur Petur Elias
Petersen víðari.
ÍSF forsetin leggur afturat,
at tað er týdningarmikið, at
eitt nú golfvøllurin er klárur
í 2015, tí IGA nevndin legg ur
stóran dent á, at ítróttar ligu
umstøðurnar eru klár ar í
verki heldur enn á skrivara
borðinum.
Petur Elias Petersen varð
valdur ÍSFforseti í mai mán
aði í ár, men hevur í fleiri ár
fingist við annað arbeiði í
føroyska ítróttarheiminum.
Hann hevur eisini eitt ynski
um, at føroyski ítrótturin
verður eins væl, um ikki betri,
stuðlaður til teir komandu
oyggjaleikirnar eins og teir
undanfarnu .
– Tað er dýrt fyri ser sam
bondini at luttaka á oyggj
aleikunum, og tíverri minkaði
ítróttarjáttanin til seinastu
oyggjaleikirnir, men vónandi
sær
politiska
baklandið,
hvussu
týdningarmiklir
oyggja leik ir nir eru fyri før
oyska ítróttar heimin, sigur
Petur Elias.
Føroyar vunnu seinastu
leikirnir, men hvørjar vón ir
hevur ÍSF forsetin til kom
andi leikirnar.
– Hesa ferð verður ong in
fimleikur við, og har hava
vit vunnu mangt heið urs
merkið. Eitt gull heið urs
merki í fótbólti ella flog
bólti er sjálvandi eitt gott
heið ursmerki, men tað telur
bara fyri eitt heiðursmerki
í samlaðu støðuni. Tí kann
tað koma at síggjast aftur, at
fimleikurin ikki er ein partur
av komandu leikunum. Eitt
mál kundi verið at enda
millum fimm tey fremstu,
sigur Petur Elias at enda.
Forsetin í ÍSF hevur givið
greiðar ábendingar um, at
Føroyar kunnu verða vertir
fyri Oyggjaleikunum í 2021,
nú er spurningurin bara, um
politiskabaklandið er áhugað
í at fylgja málinum upp og
eitt nú byggja ein nýggjan
golfvøll.
Nú eru yvir 20 ár síðan,
at lundin Piddi gjørdi seg
galdandi í føroyska ítróttar
heiminum. Nú er tíð upp á at
hann kemur í form aftur.
trondur@sosialurin.fo
Árni Joensen
Hagtølini hjá Aviation Safety
Network vísa, at tað vóru
heldur færri flogvanlukkur
í fjør enn meðaltalið tey
sein astu 10 árini, men har
aft ur ímóti kravdu tær fleiri
mannalív. Tað seinasta 10
ára skeiðið hava tað verið 29
vanlukkur við sivilum ferða
mannaflogførum í meðal, og
í meðal hava tær kravt 810
mannalív árliga.
Tann ringasta flogvan
lukkan í 2010 var á Mangalore
Bajpeflogvøllinum í India
tann 22. mai, tá eitt Boeing
737800 hjá felagnum Air
India fórst, júst sum tað
skuldi seta seg. 158 fólk lótu
lív.
Í fleiri ár hevur Afrika
staðið á svartalista sum tann
vandamesti heimsparturin at
flúgva í, tí myndugleikarnir í
fleiri londum har hava lagt
ov lítlan dent á flogtrygdina.
Aviation Safety Network
sig ur, at hóast 2010 royndist
mun andi betur í Afrika enn
undan farin ár, vóru 17 van
lukkur við sivilum ferða
manna flog førum
í
afri
konsk um loftrúmi í fjør. Við
øðrum orðum vóru næstan
60 prosent av vanlukkunum
í Afrika, hóast heimsparturin
bara hevur trý prosent av
teirri sivilu flogferðsluni,
sigur ASN.
Lending vandamest
Tær flestu vanlukkurnar
henda, tá flogfør eru á veg
niður ímóti flogvøllinum, og
tá tey seta seg. Av teimum
29 vanlukkunum í fjør vóru
fimm í sambandi við fráferð,
10 hendu á sjálvari ferðini, og
hinar 14 hendu í sambandi
við lending, ella tá flogfør
fyrireikaðu seg til at seta
seg.
Seks av vanlukkunum
vóru
við
flogførum
hjá
flog feløg um, sum standa á
svarta lista hjá ES orsakað av
vant andi trygd.
Aviation Safety Network
sigur, at 2010 var millum seks
tey tryggastu flogárini síðani
seinna heimsbardaga.
arni@sosialurin.fo
Flogvanlukkur kravdu 831 mannalív í fjør
FlogFerðsla Í fjør vóru 29 vanlukkur við sivilum ferðamannaflogførum, og tilsamans
kravdu vanlukkurnar 831 mannalív. Tað skrivar Aviation Safety Network
Tann ringasta flogvanlukkan í 2010 var í India tann 22. mai. Hon kravdi 158 mannalív
Mynd: AP
Petur Elias Petersen:
Oyggja leikirnir
til Føroya í 2021
Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, vil fegin hava Oyggjaleikirnar aftur til Føroya
Mynd: Álvur Haraldsen
oYggJaleIKIr Forsetin í ÍSF hevur bjartar vónir
um at fáa oyggjaleikirnar til Føroyar, men tað
krevur vælvild frá politiska baklandinum og
diplomatiskar snildir at fáa leikirnar hendan vegin.