mánadagur 3. januar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
14
Sosialurin
Rólant Waag Dam
Petur Háberg og Andreas Dals
gaard hava verið nógv frammi
seinastu árini innanfyri popp
og rocktónleikin. Petur Háberg í
stóran mun við egnum bólki, Bet
You Are William, meðan Andreas
Dalsgarð hevur verið partur av
eitt nú The Ghost, The Story Ends
og Bet You Are William hjá Peturi
Háberg.
Mikukvøldið royndu teir seg,
saman við eini royndari rottu, fyri
fyrstu ferð sum bluestónleikarar
á Planet Awards. Uni Debes er í
rættiliga stóran mun harra Blues
í Føroyum. Við bólkum sum Go
Go Blues, ið vann Prix Føroyar,
ella Atlantic Music Event, sum
tað tað róptist í 2005, og Headace
Blues Treo hevur hann slóað fyri
á føroyska bluespallinum seinastu
mongu árini.
Trioin var eitt rættiliga fríkst
og innslag, tveir gittarar, einar
trummur og tríggjar ymiskar,
men góðar røddir. Uni Debes
og Petur Háberg eru væl kendir
sum sangarar, meðan Andreas
Dalsgaard higartil oftast hevur
latið trummustikkararnar talað.
Spell, tí maðurin hevur eina frálíka
rødd. Tað hevur prógvaði hann á
ólavsøkukabarettini í ár, tá hann
taldist millum tónleikararnar, og
tað hevur hann eisini staðfest á
fløguni hjá The Ghost, har hann
syngur nakrar reglur.
Uni, Petur og Andreas spældu
bæði blues og eisini løg, sum
Petur Háberg og aðrir hava gjørt
í samband við konsertferðina Í
Egnar Hendur, sum var fyrr í ár.
rolant@sosialurin.fo
Kendir menn á
ókendum gøtum
Eitt av forkunnugu tónlistarligu innsløgunum á Planet Awards vóru nakrir bluestónar
frá nøkrum monnum, sum mest hava gjørt vart við seg innanfyri aðrar greinar
Uni Debes, Petur Háberg og
Andreas Dalsgaard framførdu
tvey løg áðrenn fyrstu handanina
í sambandi við at teir, saman við
Filip Mortensen, fyrr í ár tóku stig
til konsertrøðina "Í egnar hendur"
Mynd: Álvur Haraldsen