Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 Sosialurin Í yvirskriftini eru 4 óbundin, veikt bend kallkynsnavnorð. Gera vit tey bundin, síggja tey soleiðis út: skálin, lambin, múlin og skúlin. Seta vit tey so í hvønnfall og hvørjumfall, síggja tey soleiðis út: skálan/skálanum, lamban/ lambanum, múlan/múlanum og skúlan/skúlanum. Trý tey fyrstu orðini eru eisini staðanøvn, men øll fýra hava somu bending. Staðanøvn eru (sum oftast) óbundin, og tí benda vit tey soleiðis: Skáli-Skála-Skála- Skála, Lambi-Lamba-Lamba- Lamba, Múli-Múla-Múla- Múla (skúli bendist á sama hátt: skúli-skúla-skúla-skúla). STAÐANAVNANEVNDIN: Sum eg skilji tað, mælir henda nevnd til, at 6 bygdir skulu fáa navnabroyting!?! Onkur einstøk broyting er kanska í lagi, men at mæla til at siga og skriva: her er ein Skála, her er ein Lamba, tað er, sum tey siga, “langt úti”! Útvarpsmaður spurdi lektaran í staðanavnanevnd- ini, um ikki ein orsøk mundi vera til, at skrivað stendur á skeltunum: SKÁLI, NORÐ- SKÁLI, LAMBI, MÚLI. Svarið var NEI, men onkur hevði sett fram ynski um at broyta hvørfall (Skáli/Lambi) til hvønnfall ella hvørjumfall (Skála/Lamba)!?! Mangt skalt tú hoyra, áðrenn av dettur oyrað! Skulu vit taka slíka nevnd í álvara? SKÁLI VAR LÍTIL BYGD TÁ: Tá var SKÁLI lítil bygd. Nakað soleiðis segði ein eysturoyarkona nú ein dagin. Hatta er rættur, livandi mál- burður í 2010. Hvør var lítil? Skáli! Hvørfall, sum tað sjálvandi eisini stendur og skal standa á skeltinum, góða staðanavnanevnd!! SKÁLA, NORÐSKÁLI, LAMBA, MÚLI og (skúli)!?: Málsligt lógloysi!? Skulu bygdanøvn broytast, sum best ber til, uttan málreglur/ mállæru? Skal Skáli broytast til Skála, meðan Norðskáli ikki skal broytast til Norð- skála?? Skal Lambi broytast til Lamba, meðan Múli ikki skal broytast til Múla?? Kunnu vit í Argja skúla so eisini broyta ARGJA SKÚLI til ARGJA SKÚLA, sum navn skúlans, um onkur kundi hugsað sær tað? Á/AV SKÁLA, VIÐ/FRÁ NORÐSKÁLA, Í/ÚR LAMBA, Í/ÚR MÚLA: Soleiðis eiga vit at siga, men á skeltunum standa bygdirnar sjálvandi í hvørfalli. Hvør er bygdin? Múli, Lambi, Norðskáli og Skáli. STRONDUM, TOFTUM, MIÐVÁGI, KOLLAFIRÐI, ARGJUM?!? Kunnu hasi bygdanøvnini standa á skeltunum, um bygdir nú kunnu skrivast í hvørjum- falli? Ella er talan kanska um hvønnfall: MIÐVÁG, KOLLAFJØRÐ? ÆRGIR?: Kann eg sum einstaklingur og argjamaður fáa Argir broyttar til ÆRGIR, um eg kann vísa á, at tað helst er rættari at skriva Ærgir (við seinna Æ)? E.S.: Sjálvandi fer eingin at broyta hasi skeltini í óðum verkum! Har man virðingin fyri móðurmálinum fara at sigra. Við bjartari nýggjárskvøðu Ein skáli, ein lambi, ein múli, ein skúli Staðanavnanevndin løgst á móðurmálsmergin! Eyðun á Borg (eisini málsligari) á Borg á Argjum barnadag millum jólanna 2010 Kjak Páll á Reynatúgvu formaður, vegna nevndina í SEV Tað var eitt samt Løgting, sum samtykti at útlátið av veðurlagsgassum skuldi skerjast við 20 % til ár 2020. SEV hevur síðan at veðurlags- politikkurin varð samtyktur, lagt seg eftir at menna elorkuna frá varandi orku- keldum. Ítøkiliga merkja áleggingarnar í veðurlags- politikkinum at SEV skal fara frá at framleiða 35% úr varandi orku í 2010, til 75 % úr varandi orku í 2020. Kostnaðurin av at náa málinum Um hesin setningur skal náast, so viðførir tað útbyggingar í net og fram- leiðsluvirkir fyri millum 2 og 2,5 mia.kr. Í inniverandi ári hevur SEV bjóðað uppá vindútboðið, sum Elveiting- areftirlitið umsitur. Kostn- aður áleið 20 mió.kr. Har- afturat er Eiði-2, suður, sett í verk. Kostnaður 250 mió. kr. Í 2011 fer SEV at kanna møguleikan fyri samstarvi við Røkt um pumpuskipan í Vestmanna, og at fyrireika eina stóra vindmyllu- og løði- støð í Húsahaga, norðanfyri Havnina. Hesar ætlanir saman- hildnar við einum nógv hækkandi oljuprísi, hava viðført krøv um hækkandi elprísir. SEV hevur fingið góðkenning frá Elveitingar- eftirlitinum og aðalfundi SEV, um at hækka elprísin í 2011. Nevndin í SEV hevur ikki gjørt av at søkja um at hækka elprísirnar í 2012 og 2013. Avgerðin um hesa støðu- takan er í hondum okkara, sum skulu gera uppskot um langtíðar íløguætlanina. Verandi langtíðarætlan, varð sett út í kortið av undanfarna umboðsráð og stýrið. Hóast tað er væl gjøgnumarbeitt tilfar, so er eftirmeting og endurskoðan neyðug. Evsta valdið í mun til hvørjar elprísir vit hava í Føroyum, er almenni stovnurin Elveitingareftirlitið. Oljan leggur trýst á Í fíggjarætlanini hjá SEV fyri 2011, fara u.l. 40% til oljukeyp. Tað er ómetaliga trupult at hava so stórar og ótryggar útreiðslupostar í eini fíggjarætlan hjá einari fyritøku, sum í stóran mun er bundin í sínum virksemi av lógarásetingum. Herundir veitingarskyldu og prísáseting sum landið gjøgnum lóggávu varðar av. Eitt uppskot kundi verið at partur av elprísinum fylgdi oljuprísinum, um hesin nú for upp ella niður. Hvør eigur uppgávuna? Tað tykist nú sum at fleiri røddir eru ivasamar, um tað er rætt at fíggja hesar stóru áleggingar í veður- lagspolitikkum, við beinleiðis brúkaragjøldum. T.v.s. við hækkandi el-prísum. Ein av hesum er borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen. Orkupolitikkurin hjá Tórshavnar Kommunu hevur hettar orðaljóð: “Tórshavnar kommuna er ein av eigarunum av elfelagnum SEV, ið hevur ásannað, hvussu tann stóra nýtslan av fossilum brenni­ evnum kann hótta manna­ ættina. Felagið arbeiðir tí miðvíst við at grundað so stóran part av elfram­ leiðsluni, sum tilber, á varandi orkukeldur. Ein munandi partur av framleiðsluni stavar longu frá vatnmegi og vindi, og stórar íløgur verða gjørdar fyri at økja hendan partin enn meira. SEV er eisini við í verkætlanum, sum miða eftir at fáa megi úr bæði alduorku og sjóvarfalli. SEV samstarvar harafturat við danska orkufelagið DONG um ætlanir um at gera Føroyar til royndarland fyri verkætlanir, sum miða eftir størri brúki av varandi orkukeldum, og sum mótvirka útleiðing av vakstrarhúsgassum.” Samstarv er leiðin framá Vit eiga ikki at leita eftir syndabukkum, um ivi er um, hvussu áleggingarnar í veðurlagspolitikkinum skulu loysast framyvir. Hin- vegin so eiga partarnir ið vara av uppgávuni, nevnd í SEV, kommunur og land, við ábyrgd móti veðurlags- politikkinum, og við virðing fyri hvør øðrum, at sessast saman og seta út í kortið fyri framtíðina. Nevndin í SEV fer við opnum sinni, í byrjanini av nýggja árinum, til verka í eini tilgongd, hvørs úrslit kemur at gera av, hvør eigur hvønn leiklut í at lyfta uppgávurnar í samtykta veðurlagspolitikkinum. Um úrslitið verður at onnur enn SEV, við harav hækkandi elprísum, skulu fremja neyðugu útbyggingarnar innan varandi orkuna, er tað ein støða sum nevndin í SEV tekur til eftirtektar. Higartil eru ikki nógv onnur sum hava bjóðað seg fram at útvega peningin, sum áleggingarnar í veðurlagspolitikki Føroya viðføra. Tað átti ikki at verið munur á at samtykkja lógir, og at útinna tær. Tí føgur orð eru vakrast í verki. Við nýggjárskvøðu Samstarv um varandi orkuna!