mánadagur 3. januar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
16
Sosialurin
Kjak
Í álitinum frá fíggjarnevndin
stendur m.a.:
“Farið verður undir víðari
útbyggingar á Tekniska skúl
anum í Klaksvík, sum skulu
loysa framtíðar hølistørvin á
miðnáms, yrkis, og maritima
skúlaøkinum í Norðoyggjum.
Skúladepilin,
ið
verður
mentur, skal hýsa verandi út
búgvingartilboðum,
nýggju
matvøruútbúgvingunum og
komandi maritima deplinum.
Undir fyrireikingunum til
útbyggingarnar eigur dentur
at verða lagdur á at nøkta
verandi tørv, umframt at hava
í huga framtíðar møguleikar
at fara undir nýggjar við
komandi útbúgvingar, bæði
á miðnámsstøði, og innan
hægri lestur.
Fyrireikingarnar skulu ger
ast fyrst í árinum, soleiðis at
farast kann undir útbygging
arnar longu á heysti í 2011”.
At fjølbroyttir viðkomandi
lestrarmøguleikar
verða
mentir, er avgerandi amboð
í royndini at fáa ungdómar
og útbúgvið fólk at støðast í
Føroyum.
Í øðrum londum verður
dentur lagdur á at spjaða
útbúgvingartilboðini kring
landið. Dømi um hetta eru
í flestu grannalondum okk
ara, har býir uttan fyri mið
staðarøkið eru týðandi út
búgvingarstøð.
Endamálið
við hesi mannagongd er at
tryggja neyðugu útbúgving
artilboðini, sumstundis sum
øki í landinum verða ment.
Vónandi
fer
feskasta
samtyktin á Løgtingi, har
peningurin er settur av til út
byggingar á Tekniska Skúlan
um í Klaksvík, at verður
startskotið í royndini at
menna Klaksvíkina, sum er
fiskivinnubýur burturav, til
eisini at verða útbúgvingarbý
við fjølbroyttum starvs og
lestrartilboðum á øllum
útbúgvingarstigum,
eisini
innan hægri lestur.
Grundarlagið at byggja
víðari á er til staðar við
verandi
Tekniska
Skúla,
HFskeiði, nýggju matvøru
útbúgvingini,
Húsarhalds
skúlanum, víðkaðu skipara og
maskinistútbúgvingunum,
nýggju Trygdarmiðstøðini,
o.ø.
Byggja út á Tekniska Skúlanum í Klaksvík
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður
Nú verðu farið undir tiltrongdar útbyggingar á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Í
álitinum til fíggjarlógina frá fíggjarnevndini varð skotið upp at seta 5 mió. kr. av til
endamálið í 2011. Uppskotið varð samtykt við stórum meiriluta á Løgtingi
Tíðina upp undir jól hevur Rósa Samuelsen
javnan staðið í andglettinum, álopini hava
verið nógv, og onkrar av skolunum eru
eisini av órøttum oystar yvir hana.
At sita í hennara politiska stóli er heldur
ikki lætt, tá ið sparast skal, tí líka mikið
hvørja avgerð hon tekur, so verða sjálvt tær
røttu avgerðirnar tulkaðar sum skeivar. Tí
onkur má merkja niðurskurðin.
Ofta verður av kommunalpolitikarum
funnist at ógreiða býtinum millum land
og kommunu á eldraøkinum. Hesum taki
eg fult undir við og haldi eisini, at tíð er
upp á at fáa hesar fløkjur greiddar, men
satt at siga so skilji eg ikki atfinningina hjá
kommununum í Eysturoynni móti flytingini
av røktarplássunum úr kjallaranum í
Gøtubrá.
Einki pláss verður niðurlagt – tað verður
bert ruddað upp í ábyrgdarfløkjuni.
At gera fløkjuna av tí almenna/kommu
nala enn meira fløkt er Gøtubrá eitt fekst
dømi uppá.
Hví skal kjallarin í Gøtubrá nýtast sum
eitt sminkað Ellisheim við sersømdum?
Hini eldrasambýlini/umlætingarheimini
verða – tíverri - eisini nýtt sum Ellisheim
– uttan nakrar sersømdir. Sum verja móti
hesi broyting verður grundgivið við, at 100
fólk standa á bíðilista til Røktarheim. Er tað
veruliga so galið, at framtíðarpolitikkurin
er at loysa trupulleikan, við pjøssaloysn
um, í ymsum kjallarum???? Nei, trupul
leikin fer bara at vaksa sum árini ganga
– veruliga loysnin er eitt Ellisheim afturat
í Eysturoynni. Norðurstreymoy og Vágar
eru normeraðar við trimum ellisheimum,
so tað er avgjørt upp á sítt pláss, at tvey eru
fyri Eysturoynna. Fuglafjørður hevur tíverri
slept tí ætlan, sum løgd varð á hesum øki,
men onkur onnur kommuna má verða so
mikið at sær komin at kunna taka við, har
slept er.
Í veruleikanum tosa komunalpolittikar
arnir í Eysturoynni við tveimum tungum.
Kravt verður eitt greiðari ábyrgdarbýti
millum land og kommunu, samstundis
sum teir sjálvir framleiða fløkjur í hinum
endanum. Hetta má kallast politiskt skemt
á høgum støði.
Nei, nýtið Ellisheimini til ellisheim og
eldrasambýlini til tað, tey eru bygd til.
Rósa!
Sum fyrrverandi býráðspolitikari í Fuglafirði,
við ábyrgd av eldraøkinum, og stýrislimur
í Eysturoyar Røktar og Ellisheimi í 8 ár,
vil eg stuðla tær í tíni avgerð. Tín strategi
í Eysturoynni er røtt, ein byrjan upp á at
loysa fløkjuna av ábyrgdarbýtinum. Hetta
er byrjanin – halt síðani áfram við sama
treysti!
Ellisheimsfløkjan
í Eysturoynni
Jóhan Heri Joensen
“Fíggjarlógin varð einmælt
samtykt beint undan jólum”,
og “... fyri einaferð skyld
var semja um okkurt í Løg
tinginum”, skrivar Dimma í
leiðara.
Hetta er ikki so. Hós
kvøldið hin 22. desember
varð fíggjarlógin fyri 2011, við
metferð samtykt av einum
stórum meiriluta. Men, hon
var ikki einmælt samtykt.
Vit
vóru
nøkur,
sum
hvørki vildu ella kundu
trýsta á grøna knøttin fyri
einari fíggjarlóg, hvørs enda
liga skap vit einans kendu
í leysum brotum. Hvørs
avleiðingar, vit ikki høvdu
stundir at viðgera, og hvørs
samlaðu
broytingar
vit
einans fingu eitt korter at
seta okkum inn í!
Dugi ikki á nakran hátt
at síggja, hvussu tað kann
forsvarast,
at
landsins
fíggjarlóg, sum røkkur inn
í hvørt einasta heim í Før
oyum og út á hvørt einasta
arbeiðspláss, soleiðis verður
skrumblað ígjøgnum. At vit
fólkavaldu skuldu kunna
halda frí millum jól og
nýggjár, er sjálvandi ikki ein
grundgeving yvirhøvur.
Ikki vita, einki siga
Tað ber til at gleðast um
summar av broytingunum
og
raðfestingunum,
sum
fíggjarnevndin
loksins
samdist um. Men har vórðu
eisini gjørd ógvuslig høgg,
eitt nú á almannaøkinum,
har konta til bústovnar
varð skorin við tvísiffraðari
milliónaupphædd. Og heldur
ikki hetta varð viðgjørt ella
kjakast um í tingsalinum. Tí
orðaskiftið varð einki.
Álitið frá fíggjarnevndini
varð lagt fram hóskvøldið og
skamma stund seinni, varð
uppskotið við broytingum
samtykt. Hetta hóast ting
formaðurin hevði ásett, at
2. viðgerð av fíggjarlógini
ikki skuldi verða fyrr enn 28.
desember. Men ein meiriluti
samtykti at víkjast skuldi frá
øllum tíðarfreistum. Tí kundi
2. viðgerð byrja so stutt eftir,
at álitið varð framlagt, og 3.
viðgerð beint eftir hetta.
Tinglimir høvdu ongan
heiðurligan møguleika at
gjøgnumganga og seriøst
viðgera mongu fesku um
raðfestingarnar hjá fíggjar
nevndini. Og fólkaræðisins so
nevndi varðhundur, pressan,
fyri ikki at tala um fólkið
sjálvt, enn minni møguleika
at vita nakað sum helst.
Reglur til pynt
Tíverri staðfesti fíggjarlógar
viðgerðin
tað,
sum
er
vorðið reglan heldur enn
undantakið: Tess størri og
týdningarmeiri eitt mál er,
tess minni viðgerð fær tað
í Løgtinginum. Hví eru yvir
høvur ásetingar um tíðar
freistir, um floytað verður á
hesar í flestu stórmálum?
Saman við einum lítlum
minniluta atkvøddi undir
ritaða ímóti uppskotinum
til fíggjarlóg fyri 2011. Tað
munti sum hjá Snopprikki.
Og fólkaræðið fekk enn ein
dyggan undir vangan.
Fíggjarlógin varð ikki
einmælt samtykt
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna