Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 16 Sosialurin Eydna Skaale - Júst handan myndin varð tikin til konsertina hjá Týr, og tað, sum ser- merkti ta konsertina, var, at nógv fólk vórðu borin frameftir uppá hand an mátan. Men eg helt, at hasin fýrurin var serliga stuttligur, tí hann kláraði at halda fast í bæði øl og sigarett ímeðan, greiðir Jón K. Joen s en smílandi frá. Hann er vanur at taka myndir og undirvísir eisini í foto á kvøld- skúla num. So tað er ikki nakað fremmant fyri honum. - Eg havi tikið myndir síðani eg var smádrongur og fekk mítt fyrsta kamera frá pápa mínum. Hann hevur sostatt tikið myndir í 30 ár og veit tí eisini at siga, at hatta ikki var ein serliga teknisk krevjandi mynd at taka, tí ljósið var gott. - Tað, sum serliga hugtekur meg við myndatøku, er, at tú fært fang- að eitt eygnablikk. Tú kanst altíð royna at greiða frá eini støðu ella eini løtu, men tað er nakað heilt ann að at kunna vísa tað, heldur Jón. Nógv motiv á festivalum - Tað eru so sera nógv motiv, tá tú fert á festival. Tú kanst taka myndir alla tíðina. Tí har eru so nógv fólk, og har hendir so nógv. So um tú skalt fáa tær heilt góðu myndirnar, so mást tú næstan taka avgerð um, hvørj um tú skal taka myndir av. T.d., at nú fari eg at taka nakrar flottar mynd ir av tónleikarunum. Ella, sum eg gjørdi í hesum føri, gera av at taka myndir av stemninginum og áskoðar unum, sigur Jón. Hann heldur, at myndirnar av tí, sum hendir á pallinum ofta eru flottar reint visuelt, men mynd ir- nar av áskoðarunum nógv betri lýsa stemningin og hin partin av festi vali num, sum ofta verður eitt sind ur forsømdur av fotografunum. Lá sjúkur Mikukvøldið, tá Planet tiltakið var, lá Jón sjúkur í seingini við nógvum fepri. Hann lurtaði tó eftir øllum til- taki num á Rás2, og tá komið varð til at avdúka vinnaramyndina, var tað skjótt, at fimmoyrað fall. - Tá eg hoyrdi grundgevingina fyri vinnaramyndini, so kendi eg bein an vegin tað aftur, sum varð lýst. Tá var eg harmur um, at eg ikki fekk verið har og tikið ímóti. Tað ljóð aði til at vera super stemningur og gott lag, heldur hann. Jón er ikki heilt vísur í, hvat tær 5000 krónurnar skulu nýtast til. - Kanska hetta fer at dekka jóla- gávur nar, sigur hann smílandi. Hann hevur góða útgerð, so tað verð ur neyvan tað, pengarnir verða nýtt ir til. - Men tað er ikki myndatólið, sum tekur myndina, tað er fólkið aftan fyri. Tað er tí als ikki altíð, at tey bestu tólini taka tær bestu mynd ir nar. Tað snýr seg um at læra seg at brúka ta útgerðina, sum man hevur at arbeiða við. Tá kann man fáa super myndir, sigur Jón K. Joen- sen. eydna@hotmail.com Ársins tónleikamynd 2010 - Eg var til G! festivalin og legði meg eftir at fáa myndir av áskoðarunum, fyri at lýsa hvussu stemningurin var. Veðrið var jú út av lagið vánaligt, men lagið á fólkið var so øgiliga gott, sigur Jón K. Joensen um vinnaramyndina Rás2 takkar øllum stuðlum og samstravsfeløgum, sum á ymsan hátt góvu sítt íkast til, at tiltakið eydnaðist so væl. Tryggingarfelagið Føroyar • Føroya Tele • Atlantic Airways • Tórshavnar Kommuna • Deep • Føroya Bjór • Sonja Design • Royal Hárfríðkan Eirikur Lindenskov og Jón K. Joensen sum endiliga var nóg frískur at taka ímóti virðislønini Mynd: Jens Kristian Vang Mynd: Jón K. Joensen