Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Arbeiðsbólkurin boðar frá á sínari heimasíðu, at samráðingar hava verið við tvær fyritøkur at veita graslíki til vøllin. Tvey tilboð eru um gott og ný­ mótans graslíki. Fyrsta og mest grundleggjandi fyritreytin at byggja vøllin er byggi­ loyvi frá lokala myndug leikanum, Tvøroyrar Kommunu, og tað er framvegis ikki komið í hús. Tosað um fígging Arbeiðsbólkurin vónar at fáa stuðul á fýra milliónir krónur. Arbeiðsbólkurin hevur tosað við fleiri fíggjarstovnar í Føroyum um at fáa fígging til verkætlanina. Talan er um stuðul frá privatum persónum, vinnuligum fyritøkum, Fótbóltssambandinum, grunnum og øðrum. Tað verður hinvegin mett, at stuðul frá privatum persónum fer at hava størst týdning, og tað verður somuleiðis sett størst spurnartekin við hesa loysnina. – Ætlanin er eisini, at ein stuðul verður høvuðusstuðul og somu­ leiðis navnastuðul. Tað er stuðulin, sum stuðlar við størstu upphæddini, og soleiðis keypir sær rættindini at navngeva vøllin næstu fimm til 10 árini, skrivar bólkurin á sínari heimasíðu. Byggingin av einum skýli, sum skal byggjast fyrr ella seinni, verður bygt, tá fíggjarliga orkan røkkur til tað. Nær ítróttarhøllina Ætlanin er at leggja vøllin nær ítróttarhøllina í Trongisvági. Fyrimunirnir eru, at økið er vælhóskandi. Tað er eisini møguliga at gagnnýta møguleikarnar í ítróttar høllini, sum hevur skiftirúm. Tað ger verkætlanina bíligari, um hús ikki skal byggjast til skiftirúm. Tað kunnu tvøráfólk hugsa um seinni, verður sagt. uni@sosialurin.fo Gongur framá Fótbóltur Tað gongur støðugt framá við verkætlanini at byggja nýggjan fótbóltsvøll á Tvøroyri. Tað verður skjótt farið undir samráðingarnar við fyritøkur at kanna tilboðini og annað nærri Uni Holm Johannesen »Runner­up of the year« er heið­ urin, sum Rod Gilmour gevur vág­ binginum. Hann skrivar, at Føroyar vinna sjáldan í altjóða kappingum, og ítróttarárið 2010 var lítið øðrvísi. Men silvurheiðursmerkið, sum Pál Joensen svam til Føroya, undir EM var eitt ótrúligt avrik, heldur Gilmour. – But one Faroe came agonisingly close to pulling off one of the sport’s great shocks in the 1500m at the Europeans, skrivar hann og vísir á, at Pál Joensen venur dagliga í einum 25 metra svimjihyli. uni@sosialurin.fo The Telegraph rósar Páli Svimjing Rod Gilmour tekur á heimasíðuni hjá bretska The Telegraph saman um svimjiárið 2010. Hann heldur, at Pál Joensen vann flottasta silvurheiðursmerki í fjør Uni Holm Johannesen Stjørnan er greiður favorittur at vinna seg í steypafinaluna hjá kvinnum. Greipuvinnararnir úr Klaksvík spæla móti næstbesta liðnum hjá StÍF í hálvfinaluni. Stjørnan hevur tí lættastu uppgávuna á pappírinum at spæla seg í steypafinaluna. Hondbóltssambandið hevur drigið lut um, hvørji lið hittast í hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum og monnum. Neistin og Tjaldur spæla í hinari hálvfinaluni hjá kvinn­ um. Hjá monnum hittast Neistin og VÍF, og KÍF og StÍF. uni@sosialurin.fo Stjørnan fekk lættastu uppgávuna Hondbóltur Stjørnan skal spæla móti næstbesta liðnum hjá StÍF hjá kvinnum, og Neistin og VÍF bresta saman hjá monnum 1/2 Finalur Kvinnur: 11. januar 2011 : Neistin – Tjaldur StÍF I – Stjørnan 2. februar 2011: Tjaldur – Neistin Stjørnan – StÍF I 1/2 Finalur Menn: 11. januar 2011: Neistin – VÍF KÍF – StÍF 1. februar 2011: VÍF - Neistin StÍF - KÍF Savnsmynd