mánadagur 3. januar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
18
Sosialurin
Ítróttur
Uni Holm Johannesen
Ákærurnar hava regnað av grimd
oman yvir liðið, hann stendur á
odda fyri.
Stríðið um ábyrgdarmenninar
av felagnum hevur givið honum
kroystar arbeiðsumstøður. Sjógv
urin er nú slætnaður, men tað
eru framvegis úrslitini, sum tala
søk ina hjá venjaranum. Liverpool
er í miðbólkinum á stigatalvuni,
og pláss ini, sum geva atgongd
til Champions League, eru langt
burt uri. Tað er rætt og slætt ikki
nøktandi.
Undir
heimadystinum
móti
Wolver hampton, sum Liverpool
tapti óvæntað í síðstu viku, sungu
trú fastu áskoðararnir »Dalglish,
Dalglish!« og sipaðu til Kenny
Dalglish, sum hevur verið upp á tal
at loysa verandi venjaran av.
Roy Hogdson tykist hinvegin
ikki stúra fyri sínum arbeiði. Hann
segði í farnu viku, at hann hevur
verið undir størri trýsti fyrr. Sum
venjari hjá Fulham var kravið at
vinna á Portsmouth í sein asta
landskappingardysti í kappingar
árinum í 2008, um hann og leik
ararnir skuldu varðveita sætið í
Premier League.
– Eg havi ongatíð hugsað um
at gevast í Liverpool. Eg gevi ikki
skarvin yvir av fríum vija. Eg ætli
mær at venda skútuni og vinna
steypini, sum felagið vil vinna.
Eg noyðist bara at biðja um tíð og
tol fyri at røkka málinum, segði
Roy Hodgson aftaná dystin móti
Wolverhampton, sum framhaldandi
er bjartskygdur.
Cole var bjargingarmaðurin
Tá stóra stadionurið á Anfield hevði
rundað teir 90 minuttirnar seinna
partin leygardagin, varð aftur líkt
til, at reyðlittu áskoðararnir úr
Liver pool fóru hugtugnir til hús.
Undirtøkan kring vøllin var lítil
hesaferð. 10.000 pláss vóru tóm á
áskoðara plássinum.
Hodgson hevði róð uppundir, at
fyrsti heimadysturin í nýggja ár
inum var snúningspunktið og byrj
anin til bjartari tíðir á Anfield.
Men hann fekk heldur ikki rætt
hesaferð, noyddust tey flestu at
ásanna. Liverpool hevði kós móti
einum stigi á heimavølli móti Bolton.
Men meðan surrið av vónbrotni
legði seg tjúkt yvir leikvøllin, fekk
Steven Gerrard bóltin fyri føturnar
í høgra borði. Hann sendi kúluna
skamt frá málinum hjá gestunum,
har Fernando Torres og Johan
Elmander stríddust um bóltin.
Brádliga rullaði bólturin fyri høgra
fótin á innskifta Joe Cole, sum
skumpaði bóltin seinasta meturin
um málstrikuna.
– Eg eri errin og serstakliga
fegin um, at vit fingu sigursmálið.
Fjeppararnir hava gjørt vart við
sína misnøgd. Tá liðið spælir illa er
rímiligt, at venjarin er í and glett
inum. Eg havi ábyrgd av liðnum, og
eg eri harmur um, at áskoðararnir
eru tungir í huga. Úrslitini hava ikki
verið nøktandi, men fjeppararnir
eru trúfastir og stuðla okkum. Tað
eru vit ómetaliga glaðir fyri, sigur
Roy Hodgson, sambært heima síð
uni hjá Liverpool.
Leikararnir stuðla
venjaranum
Sigursmálið hjá Joe Cole hevur við
sær, at Hogdson fær ein feril av ar
beiðsfriði næstu dagarnar. Tað var í
tøkum tíma, at hann tryggjaði venj
aranum og liðfeløgunum nøkur stig
í skjáttuna.
Joe Cole ger greitt, at leikara
hópurin stuðlar Hogdson av fullum
huga.
– Vit vilja allir, at Liverpool vinn
ur sær fastatøkur í oddinum aftur.
Leikararnir eru á vøllinum fyri
troyggjuna og venjaran. Eingin er
størri enn felagið, sigur hann við
heima síðuna hjá Liverpool.
Kenny Daglish heldur, at tað er
sera neyðugt, at øll standa sam
an um felagið í løtuni, hóast mót
burðin.
– Tað snýr seg um Liverpool
Football Club í løtuni, og ikki um
einstakar persónar. Vit noyðast at
standa saman, er hansara áheitan.
Aftur á føtur
Liverpool hevur mist fótafestið
sein astu mánaðirnar. Úrslitini, sum
er grundarlagið undir øllum fót
bóltsfeløgunum, hava verið vánalig.
Felagið tekur ikki lut í Champions
League í hesum kappingarárinum,
og liðið stríðist nú at sleppa í
Europe League næsta kappingarár.
Roy Hodgson væntar, at felagið
kemur á føtur aftur skjótt.
– Stríðshugurin í sigrinum á
Bolton prógvaði, at leikararnir eru
sinnaðir at geva tað, sum krevst.
2010 fer í søgubøkurnar sum eitt
sera vánaligt ár fyri felagið. Vit
skulu syrgja fyri, at 2011 verður
so minni ríkt sum tilber, sigur Roy
Hodgson, sum framvegis er undir
stór um trýsti.
uni@sosialurin.fo
Bjartskygdi Hogdson
Fótbóltur Liverpool hevur siglt um boðar og sker seinasta árið. Glæsliga fótbóltssøgan hevur ikki
verið nøkur sjálvsøgd borgan fyri stórvegis úrslitum. Uppgávan hjá Roy Hodgson at stjórna liðnum
er møtumikil. Hann roynir hinvegin framvegis at vera bjartskygdur, hóast drúgva mótburðin
West Bromwich – Manchester United 1-2
Manchester City – Blackpool 1-0
West Ham – Wolverhampton 2-0
Tottenham – Fulham 1-0
Sunderland – Blackburn 3-0
Liverpool – Bolton 2-1
Birmingham – Arsenal 0-3
Chelsea – Aston Villa 3-3
Wigan – Newcastle 0-1
Úrslitini í Premier League um vikuskiftið:
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester United
19
11
8
0
41-18
41
2
Manchester City
21
12
5
4
33-16
41
3
Arsenal
20
12
3
5
42-22
39
4
Tottenham
20
10
6
4
30-23
36
5
Chelsea
20
10
5
5
36-18
35
6
Sunderland
21
7
9
5
24-22
30
7
Bolton
21
7
8
6
33-28
29
8
Stoke
20
8
3
9
25-24
27
9
Liverpool
19
7
4
8
23-24
25
10 Newcastle
20
7
4
9
29-31
25
11 Blackpool
18
7
4
7
26-30
25
12 Blackburn
21
7
4
10
26-34
25
13 Everton
20
4
10
6
21-24
22
14 West Bromwich
20
6
4
10
26-36
22
15 Aston Villa
20
5
6
9
23-37
21
16 West Ham
21
4
8
9
22-33
20
17 Wigan
20
4
8
8
17-32
20
18 Fulham
20
3
10
7
19-24
19
19 Birmingham
19
3
10
6
18-24
19
20 Wolverhampton
20
5
3
12
20-34
18
Liverpool venjarin, Roy Hodgson, og Joe Cole, ið skoraði sigurmálið væl inni í eykatíðini.
Tað er heitt undir sessinum hjá Roy, men hann ætlar sær ikki at geva skarvin yvir
Venjaratoymi hálsfevnast og
fegnast um sigursmálið
Eg havi ongatíð hugsað um at gevast
í liverpool. Eg gevi ikki skarvin yvir
av fríum vija