Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 Sosialurin Ítróttur Heri Simonsen 8810: dagar sum venjari hjá Man chester United, og Sir Alex Ferguson koppaði metinum hjá lands mann inum Sir Matt Busby, sum tann sum hevði verið venjari hjá Man chester United tað longsta tíðarskeiðið. Talan hevur verið um meir enn 2000 dystir og 36 ymisk vunn in heiti hesar mongu dagarnar Sir Alex Ferguson hevur sitið við róðrið á Old Trafford. Metið hjá Sir Alex varð sett tann 19. desember. 1283: dystir, 400 mál og 31 vunnin heiti gjørdist tann samlaða veiðan hjá Raul og Guti, tá teir góvust í Real Madrid í mai í fjør. Guti var í Real Madrid í eina fjórðingsøld (1985- 2010), meðan Raul skoraði fleiri mál (323) og spældi fleiri dystir (741), enn nakar annar í drúgvu søguni hjá Real Madrid. 300: mál sum yrkisspælari gjørdist veruleiki hjá argentinska spæl aranum, Martin Palermo í desember. Í summar gjørdist tann 37 ára gamli Martin Palermo tann elsti argentinski landsliðs spæl arin, sum hevur skorað í einum HM- endaspæli. Sam stundis gjørd ist Martin Palermo tíðar innar topp- skjútti hjá høvuðstaðar liðnum, Boca Juniors, tá hann kopp aði tí 72 ára gamla mál met inum hjá Roberto Cheeros. 99: stig av 114 møguligum var metið Barcelona setti tá liðið vann sítt 20. ligagull. Liðið hjá Pep Guardiola endaði kappingarárið, uttan at missa eina einastu leiðslu á heima vølli. Liðið skoraði trý mál ella fleiri í meir enn øðrum hvørjum dysti, og liðið fekk bert 24 mál ímóti sær. So fá mál hevur Barcelona ikki latið inn, síðani kappingarárið 1973/74. 58: mál í 54 dystum fyri Barcelona eru tey ótrúligu hagtølini hjá Lionel Messi í 2010. Lionel Messi hevur vunnið Gullstyvlan, og hann endaði kalendaraárið 2010 við 42 málum, 15 málskapandi sendingum og 166 driblingum í tí sponsku liguni. 26: ár við Istanbul-dominansi endaði í Turkalandi, tá Bursaspor vann ta bestu fótbóltsdeildina í Turkalandi. Bursaspor er fyrsta lið- ið uttan fyri Istanbul, sum vinnur, síðani Trabzonspor vann turkiska meistaraheitið í 1984. 19: dystir á rað uttan tap í teimum afrikonsku endaspølunum gjørdist metið hjá Egyptalandi, tá teir sum tað fyrsta landið vunnu afrikanska meistaraheiti tríggjar ferðir á rað. Stóra hetjan gjørdist Mohamed »Gedo« Nagy, sum við fimm málum gjørdist toppskorari í Africa Cup of Nations. Hetta hóast Nagy ikki byrjaði inni í nøkrum dysti í tí afrikanska endaspælinum. 14: mál í HM-endaspølum. Miro slav Klose deilir nú annað plássið saman við landsmanninum, Gerd Müller. Tíðarinnar toppskjútti er framvegis brasilski, Ronaldo, sum hevur skotið 15 mál í HM-enda spølum. 10: mál í einum dysti hjá PSV elvdu til, at Feyenoord við ein um 10-0 tapi setti met við tí størsta tapinum nakrantíð í søgu felags ins. Hetta hendi í oktober. 7: ár og 10 mánaðir. José Mourinho hevur ikki tapt ein heimadyst sum venjari hjá Porto, Chelsea, Inter og Real Madrid, síðani Porto tapti 2-3 ímóti Beira Mar í februar í 2002. 6: feløg hava nú vunnið »The Treble« í Europa. Inter megnaði hetta sum tað sætta felagið í Europa í 2010. Hini eru Celtic (1967), Ajax (1972), PSV (1988), Manchester United (1999) og Barcelona (2009). 4: ferðir er Samuel Eto´o kosin til besta afrikanska fótbólts- spæl aran, og tað er met. Kame runski spælarin vann »The Treble« við Inter í ár, og »The Treble« við Barcelona í fjør. Tað hev ur eingin spælari megna áður. 3: spælarar – David Villa, Andres Iniesta og Carles Puyol – skoraðu øll málini hjá Spania, tá liðið vann heimsmeistaraskapið í Suður- Afrika. Einki annað landslið hevur vunnið HM við færri enn fýra málskjúttum. Við átta málum gjørd- ist Spania tann minst skorandi heims meistarin í HM-søguni. 1: lið var ósigrað í HM-enda spæl- inum í Suður-Afrika. Og av øllum liðum, so gjørdist tað Ný Sæland. Hetta ótrúliga bragdið gjørdist veru leiki, tá niðurlendska liðið tapti ímóti Spania í finaluni. Seinast Ný Sæland tók lut í einum HM- endaspæli varð í Spania í 1982. 0: tap í 30 dystum í 2010, og Rosen- borg er tað fyrsta liðið í tí bestu norsku fótbóltsdeildini, sum hevur spælt eitt heilt kappingarár, uttan at tapa ein einasta dyst. Seinastu tvey kappingarárini hevur liðið úr Tróndheimi bara tapt ein dyst í tí bestu norsku fótbóltsdeildini Kelda: TV2 í Noregi Ótrúlig fótbóltshagtøl í 2010 Fótbóltur Á hagtalssíðuni hendi nógv forkunnugt og spennandi í 2010. Sosialurin hevur hugt nærri at fleiri hagtølum Sir Alex Ferguson Samuel Eto'o Lionel Messi Martin Palermo Miroslav Klose