Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 22 Sosialurin Jan Müller Í meira enn 100 ár hava før oyingar verið í tøtt um sam starvi við grønlend ing ­ ar serstakliga á fiski vinnu­ økinum. Nú báð ar granna­ tjóðirnar í Norðuratlantshavi hava sett leiting eftir olju og gassi út í kortið eru nýgg ir møguleikar fyri sam vinnu. Ein av teimum royndu grøn­ lendsku politikar un um, fyrr­ verandi landsstýrisformaður og nú fólkatingsmaður fyri Siumut eftirlýsir eitt meira hjarta ligt og gevandi samstarv, har oljuvirksemi eisini kann vera ein partur. 2. desember setti Grønland hol á eitt nýtt kapittul í roynd­ unum at finna svarta gull ið í undirgrundini, tá sjey olju­ feløg fingu tillutað loyvi í Vesturgrønlandi, júst 10 ár eftir at tey fyrstu leitiloyvini vórðu latin í Føroyum. Stór fyrireiking Sosialurin hevur spurt Lars Emil Johansen, um tað er ein góður útviklingur fyri Grønland, at tey stóru olju­ feløgini nú standa í bíðirøð at sleppa at leita eftir olju við Grønland? – Ja, tað haldi eg so av­ gjørt. Tað er eitt úrslit av ein um politiskum arbeiði, sum er gjørt yvir fleiri ár, og sum eg sjálvur var við til at seta skjøtil sum lands stýris­ formaður. Tað skuldi gerast eitt stórt arbeiði fyri at vekja áhugan hjá útlendskum olju­ feløgum fyri okkara undir­ grund. Tað hevur tikið 20 til 25 ár. Eg kann bara vera nøgdur við gongdina og hesa hátíðarløtuna, tá vit lata út­ lendsku oljufeløgunum síni loyvi. Lars Emil Johansen vísir eisini á gongdina øll hesi sein astu árini, har størri og størri fokus er sett á Grøn­ land orsakað av ymsum mineral um og seinni eisini olju, nú fleiri tekin eru um, at olja finst í undirgrundini. – Fyrstu boringarnar hjá skotska oljufelagnum Cairn Energy benda eisini á, at tað finst olja í undirgrundini. Spurningurin er bara, hvussu stórar oljugoymslurnar eru og hvar tær eru. Sjálvur havi eg alla tíðina hildið, at tað er bara ein spurningur um tíð, til oljan verður funn­ in. Tað segði eg eisini, tá eg tók meg aftur sum lands­ stýrisformaður fyri 14 árum síðani. Og okkurt bendir á, at tíðin er komin ella er við at nærkast. Broytingar Hvussu heldur Lars Emil Jo hansen, at stór oljufund fara at broyta Grønland? – Stór olju­ og gassfund fara at ávirka og broyta Grøn land markant. Vit mugu verja okkum móti møguligum óhepnum avleiðingum. Líka mikið hvat tú finnur í undir­ grundini – olju, gass ella mineralir, so mugu vit seta tey neyðugu umhvørviskrøvini, og tað skulu vera tey mest víðgongdu krøv, ið hugsast kunnu. Umhvørvisliga eru vit í Grønlandi kanska tað mest viðkvæma økið í øllum heiminum. Hesi krøv skulu eisini fevna um at seta peng­ ar av til at rudda upp, um okk urt skuldi gingið heilt galið. Hann vísir á, at bæði sosialt og búskaparliga fer ein oljuvinna eisini at hava ávirkan á Grønland. Sam­ felags liga og politiska ávirk­ anin er kanska tann, ið vit í dag geva minst gætur, td. um túsundtals fremmandir arbeiðarar koma henda vegin. Eg haldi vit eiga at geva tí socioøkonomisku ávirk an­ ini, sum oljan fer at hava á grøn lendska samfelagið, meira ans enn vit hava gjørt higartil. Lars Emil Johansen ivast tó onga løtu í, at grøn­ lendingar eins og aðrar tjóðir eiga at gera tað tey eru ment fyri at finna møgulig ráevni í undirgrundini. ­Eru ríkidømi í okkara undirgrund, so vil tað vera heilt tápuligt at vera bundin at blokkinum úr Danmark. Eiga vit ríki­ dømi í undirgrundini, so skulu vit so sanniliga eisini troyta tey. Men vit mugu fram haldandi seta stór krøv til um hvørvi, heilsu og ta ávirk an henda vinna fer at hava á samfelagið. Her hugsi eg eisini um krøvini til út búgving og at varðveita okkara mentan. Sjálvberandi búskap – Sær tú oljuna sum lykilin til eina sjálvstøðuga grøn­ lendska tjóð? – Í hvussu er ein sjálv ber­ andi grønlendskan búskap. Tað er eisini ein spurningur um vilja og um útbúgving. Tú verður ikki sjálvstøðugur, um tú bara vil hava pengar. Kanska beint tvørturímóti. Tú kanst blíva bundin at pengunum. Tú mást polit­ iskt vera árvakin um, at tað skal vera vegurin til sjálv­ stýri. Tú skal eisini orða sjálv stýri og sjálvræði sera neyvt. Um sjálvstýri bara er at útrópa republikkina Grøn land í morgin ella ein dag, so verður tað ikki eitt veruligt sjálvstýri men meira ein isolatión í mun til restina av heiminum. Lars Emil Johansen heldur eisini, at grønlendingar skulu velja sínar vinir, tá teir eru fátækir. Tá fær tú teir bestu og røttu vinirnar. Tá tú er ríkur er eingin trupul­ leiki at fáa vinir, men sum kanska ikki eru so nógv vinir kortini. – Eg haldi tí, at Grønland skal velja sínar vinir, áðr enn vit hava fingið olju inn tøkur. Eg haldi eisini tað hevur týdn­ ing, at Grøn land ikki brúkar allar sínar olju inn tøkur. Ein alt ov víðgongd, markant broyting av tí grønlendska samfelagnum fer ikki at vera sunn. Tann fyrsti parturin av inntøkunum skal avloysa blokkin úr Danmark, soleiðis at Grønland ikki er bundið at hesum tilskotinum. Harnæst skal talan verður um at økja um vælferðina og fremja eina útjavning av teimum sera stóru sosialu ójavnunum. Síðani eina betran av útbúgv­ ingarstovnunum, íbúðunum, heilsuviðurskiftunum, fleiri fólk í arbeiði og eina menning av tænastufakunum. Har­ aftrat er tað sera týdn ingar­ mikið, at vit leggja oljupengar í ein grunn, sum kann koma komandi ættarliðum til góð­ ar. Tað er soleiðis við olj uni og øðrum virðum í und ir­ grundini, at hesi ikki end­ urnýggja seg. Ein dag er tómt, hóast hesin dagur kanska liggur langt frammi í tíðini. Tí er sera umráðandi, at talan ikki verður um eina risastóra veitslu, tá oljan fer at oysa upp úr undirgrundini. Oljan avloysa blokkin Hvussu heldur Lars Emil Johansen, at ein oljumenning kann vera við til at broyta viðurskiftini millum Grøn­ land og Danmark. – Hon nýtist ikki at broyta nakað. Hon kann tó broyta støðuna so, at vit vera ikki so bundin at blokkinum. Teir flestu grønlendingar eru hug­ aðir fyri at hava góð við ur­ skifti, relatiónir til Danmark, eisini tann dag vit gerast óheft og ikki nýtast at fáa danskar pengar. Og tann dag vit ikki longur hava brúk fyri at lata Danmark samráðast um okkara uttanríkis­ ella trygdarpolitikk. At broyta samstarvið og relatiónirnar, sum hava verið millum Grøn land og Danmark gjøg­ num 300 ár er ikki bara ein spurningur um politiskan ella búskaparligan førleika men eisini eisini ein spurn­ ing ur um vinarlag mill um menniskju og ein lív frøði­ ligan felagsskap, og tað er nakað vit mugu virða. Men vit skulu hava sjálvstýri í størstan mun, og vit skulu klára okkum sjálvi bæði polit­ iskt og búskaparliga. Sum lond á jøvnum føti mugu vit samstarva, men vit mugu út av donsku grundlógini. Vit skulu ikki vera eitt hjáveldi. Lars Emil Johansen vísir til skipanina við sjálvbodnum felagsskapi “Free association”, sum merkir ríkisfelagsskap uttan at verða bundin at eini grundlóg. Man kann t.d. avtala, at man rekur ein fe­ lags uttanríkis­ og trygdar­ politikk. Og man kann eisini avtala at reka ein felags út­ búgvingarpolitikk, um tað er tað man vil. – Eg havi arbeitt fyri sjálv stýri og sjálvræði øll tey 40 árini eg havi ver ið í politikki. Vit fingu heima­ stýr isskipanina, sum var fyrsta stigið móti sjálvstýri. Nú hava vit so tikið enn eitt stig við sjálvsstýrislógini, og næsta stigið aftur verður fult sjálvstýri. The grand old man í grøn­ lendskum politikki held­ ur fyri, at sjálvstýri er ikki Føroyingar og grønlendingar eiga at samstarva betur Samvinna. -Tað undrar meg stórliga, at tað ikki er størri samstarv millum Føroyar og Grønland. Samstarv verður mest umrøtt í veitslurøðum heldur enn í ítøkiligari samvinnu millum báðar tjóðir. Oljufund kunnu vera lykilin til meira sjálvstýri til tjóðirnar í Norðuratlantshavi heldur Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður og fyrrverandi landsstýrisformaður í Grønlandi. Føroyingar og grøn­ lendingar eiga at finna saman og finna eitt fe­ lags stev í roynd un um at koma út úr donsku grundlógini og royna at finna fram til eina »modus vivendi« støðu í sam bandi við fram tíðar viðu r skifti við Danmark Sjey altjóða oljufeløg vilja gera stórar íløgur í oljuleiting í Grønlandi. 2. desember fingu tey handað leitiloyvini í Nuuk, har eisini Sosialurin var til steðar