Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 Sosialurin nakað, sum kemur, tað er nak að man skapar. – Tað er ikki nakað vit umrøða við danir men nakað, sum vit her í Grønlandi um røða sam an. Hvat vilja vit! Sjálv­ stýri merkir ikki isolatión. Sjálv stýri merkir eisini, at vit skulu velja aðrar vinir um­ framt danir, eitt nú tey lond, sum vit kanska ikki hava samstarvað so nógv við, t.d. Ísland, Kanada og USA. Eitt samstarv í Norðuratlantshavi røkkur longur, um eitt nú vit grønlendingar sjálvir kunnu gera av, hvørjar vinir vit ynskja at hava. Vit skulu ikki spyrja á Asiatisk Plads í Keypmannahavn, har utt­ anríkisráðið heldur til. Aggresivir føroyingar – Føroyar leita eisini eftir olju og gassi. Hvussu sær tú líkleikan ella ólíkleikan mill­ um Føroyar og Danmark øðru megin og Grønland og Dan mark hinumegin, nú lond ini royna at finna ráevni, sum kunnu avloysa blokkin? – Eg haldi vit líkjast sera nógv, tá talan er um at fáa politiskt sjálvstýri og ein sjálv berandi búskap. Eg havi tó varhugan av – og hetta er bara nakað, sum eg havi eina kenslu av og ikki veit við vissu – at viðurskiftini, relatiónirnar millum Føroy­ ar og Danmark eru meira aggressivar, harðligar og fast læstar. Í Grønlandi eru vit gingin burtur frá hes­ um aggresivitetinum, sum merkti okkum í 60­unum og 70­unum og fram til heimastýrið. Í dag eru vit meira fyri samstarvi. Vit siga, at vit ynskja ikki at vera stýrd av ella undir nøkrum øðrum, men vit vilja heldur ikki vera fíggindalig móti Danmark. Vit hava so nógv í felag. Har upplivi eg tað so, at man frá ávísum síðum í Føroyum er meira aggressivur móti Danmark og hevur minni felagsskapskenslu yvirfyri Danmark. Tað er eitt sindur løgið, tí føroyingar og danir líkjast nógv hvørjum øðrum á fleiri økjum og meira enn grønlendingar og danir líkjast. – Kann tað vera, at grøn­ lendingar eru meira prag­ mat iskir enn føroyingar í viðurskiftunum við Dan­ mark? – Ja tað kann gott vera. Vit elska okkara kenslur. Kensl urnar hava nógv at siga í grønlendska gerandis­ degnum. Tá vit syngja og eru saman. Og tí hava vit eisini nógvar og sterkar kenslur yvir fyri okkara familjum, sum búgva í Danmark og fyri tað eisini í Føroyum. Felags stev Lars Emil Johansen heldur, at føroyingar og grønlendingar eiga at finna saman og finna eitt felags stev í royndunum at koma út úr donsku grund ­ lógini og royna at finna fram til eina “modus vivendi” støðu í sambandi við framtíðar viðurskifti við Danmark. – Eg vóni, at eisini føroyingar fara at finna út av ikki at hava eina so harð renda, aggressiva støðu til Dan mark. Tað er nakað, sum fram tíðar ættar­ lið koma at bera. Fyri geving er eitt tað størsta, sum eitt menniskja kann geva fyri­ uttan kærleika. Kunnu vit fyri geva hvørjum øðrum, so vilja vit spara nógvar kreftir og framtíðar ættarliðum fyri óneyðugan aggressivitet og óneyðugan fíggindaskap. – Kunnu framtíðar olju­ inn tøkur frá grønlendsku og føroysku undirgrundini vera partur av royndunum at finna hetta góða stevið við Danmark, sum tú nevnir? – Eg tori ikki at siga, hvussu tað kann vera fyri Før oyar, men eg ivist í, hvør­ vítt tað fer at bøta um vin­ skapin til Danmark. Eg vóni tað verður so fyri Grønland. Tað kann koma at minka um spenningin, sum er millum londini, har man í dag upp­ livir blokkin sum eina bú­ skaparliga spennitroyggju. At man sleppur undan at skula hoyra og lesa úttalilsi um, at vit kosta Danmark so og so nógvar pengar. Herfyri kom bók út skrivað av dana, sum hevði verið í Grønlandi, og har hann ger upp, hvussu nógv hvør dani betalir til hvørja grønlendska familju. Slíkt er ikki uppbyggjandi og gott fyri nakran. Tað er eyðmýkjandi og nakað, sum vit helst vildu sloppið undan. Tí mugu vit sleppa okkum burtur úr búskaparligu und­ ir brotligheitini og skjótast fáa búskaparligt sjálvstýri. Og her hava ráevni í undir­ grundini sjálvandi nógv at siga. Og Lars Emil Johansen heldur fram: – Vit skylda okk ara søgu at finna út av, hvussu vit kunnu skapa ein sjálv bodnan felags skap og ikki orsakað av neyð ella at man roknar við, at onkur ger nakað fyri hin partin. Bilsin – Men sær tú eitt møguligt samstarv millum Føroyar og Grønland á oljuøkinum? – Eg havi leingi verið sera bilsin av, at tað er so lítið samstarv millum Føroyar og Grønland. Eg havi sjálvur í síni tíð tikið stig til at stovna Norðuratlantsbólkin í Fólka tinginum. Eg havi eisini medvirkað til at fáa sjálvstýri í Grønlandi, men eg havi tikið meg aftur úr hesum samstarvi, tí tað er onkur, sum ikki roynir at fáa úrslit, soleiðis eru tað ávísir føroyingar sum arbeiða. Hjá summum føroyingum er tað meira ein spurningur um at markera seg, eitt slag av markeringssjúku. Í Grønlandi ynskja vit, í hvussu so er eg sjálvur, at arbeiða meira móti at fáa úrslit. Tá eg var 16 ára gamal var tað stuttligt at vera við í mótmælisgongum, í dag, um eg luttaki í slíkum, so er tað við tí í huga, at tað er nakað man skal arbeiða víðari við til tess at røkka úr­ slitum. Lars Emil Johansen við­ gongur, at tað eru vinskap­ ligar relatiónir millum før­ oyskar og grønlendskar polit ikarar, men tað er sera lítið samanhald millum før­ oyingar og grønlendingar, og tað undrar hann nógv, tí teir føroyingar, sum búgva í Grønlandi, eru teir út lend­ ingar, ið eru mest inte greraðir í grønlendska sam felagið. – Teir læra at tosa grønlendskt, teir eta okkara mat, og vit hava tað gott saman. Tí eri eg bilsin av, at tað ikki er meira samband millum londini. – Hvat kann gerast fyri at broyta hetta? – Vit skulu helst byrja við at hava eitt politiskt mál og siga, at vit vilja fegnir arbeiða saman. Frá ávísum pørtum í Føroyum óttast man eitt ov tætt samstarv við Grønland. Grønlendingar halda ikki, at teir skulu leggja seg út í, hvat Føroyar gera. Eg haldi heldur, at vit skulu royna at arbeiða saman. Útnorðursamstarv! – Útnorðursamstarv gongur ov nógv fyri seg bara rundan um veitsluborðið. Tá man hugsar um samstarvið, sum hevur verið, har føroy ing­ ar funnu fyrsta toskin við Grønland í 1906 og at tað gjøgnum árini til í dag hava verið nógvir føroy ing ar í Grønlandi og at tað fram­ vegis eru nógvir før oy ingar í grønlendska fiskiflotanum, tá átti tað at verið ein løtt søk fyri føroyingar og grøn lend­ ingar at havt størri samstarv. Tá eg var fiskimálaráðharri í Grønlandi var tað ein kubani, sum segði við meg, at oyggja­ búgvar eru eitt serstakt fólka slag við einum sinnalag, sum líkist havinum, sum um girðir okkum. Onkuntíð ganga bylgjurnar sera høgt og aðrar tíðir er blikalogn. Tað kann vera ein orsøk til, at føroyingar og grønlendingar hava ilt við at samstarva. Lars Emil Johansen tekur fram hendingina, tá grøn­ lend ingar bóðu føroyingar um at stuðla teirra upptøku í FIFA, eftir at føroyingar fingu limaskap út frá ávís­ um misskiljingum um støðu Føroya. Har var svarið nei, hóast umstøðurnar hjá báð­ um londum vóru og eru tær somu. – Vit eru góðir til at halda veitslutalur um samstarv í Norðuratlantshavi, men tá tað kemur til stykkis, so eru vit ikki so vælviljandi kortini. Og hetta er ein gátt vit mugu koma yvir skulu vit arbeiða saman. Vit mugu læra at definera okkara leik­ lut sum jú er tann sami í mun til Danmark. Vit mugu arbeiða saman fyri at koma út úr donsku grundlógini og gera tað á ein slíkan hátt, at okkara felagsskapur við Danmark í framtíðini verður bygdur á eina traktat og ikki donsku grundlógina. Ein grundlóg er ein lýsing av einum fólki. Danska grund lógin er ikki ein lýs ing av tí grønlendska fólk in u m, tess rættindum og ser eyð­ kennum. Tí er tað skeivt at hava eina danska grundlóg, og tað giti eg eisini føroyingar hugsa. Lat okkum finna út av hesum, so tað gevur úrslit og ikki bara sita í hvør sínum horni og rópa eftir hvørjum øðrum. Føroyingar eru kom­ nir sera langt við sínum stjórn arskipanarsarbeiði, og eg haldi eisini vit skulu ar beiða saman um, hvussu hetta skal gerast. – Kunnu olju­ og gassfund í báðum londum vera við til at skunda undir hesa gongd­ ina? – Tað kunnu tey. Men tað kann eisini hava øvugta úrslitið. Tann størsti váðin við einum oljuútviklingi er, um vit gerast hugmóðig/ arrogant og handfara okkara vinir í Danmark uppá ein máta, sum als ikki hoyrir heima nakrastaðni. Flokssamstarv Lars Emil Johansen, sum hev ur drúgvar royndir í grøn lendskum politikki sum partur av grønlendska javn ­ aðar flokkinum, Siumut eftir­ lýsir eitt eitt sam starv mill um javnaðar flokk arnar í Rík is­ felagsskapinum. – Vit eiga at royna at fáa eitt samstarv millum javnaðarflokkarnar í Føroyum, Danmark og Grøn­ landi, eitt norður atlantiskt flokspolitiskt samstarv. Tað hevði kunnað medvirkað til at bøtt um relatiónirnar til hvønn annan, tí okkara flokkar koma av og á at skipa stjórn, og tá er umráðandi at hava gott samstarv. – Eyðmjúkleiki er lykilin. Kunnu vit læra at vera eyð­ mjúk yvirfyri nýggju støðuni og bliva rík á ein vakran hátt uttan at at blíva hugmóðiga rík, so kann tað vera ein fyrimunur, men uttan tað vilja oljupengar ikki gerast nakar fyrimunur fyri okkara lond. – Hvussu hevur Grønland tað í dag? – Grønland hevur tað nógv betur í dag, enn tað hevur havt tað í langa tíð, og fram tíðin hjá Grønlandi er økt sjálvstýri og økt vælferð. Størsti trupulleikin í dag er ikki nýtslan av rúsdrekka hóast tað er ein stórur trupul­ leiki, men størsti trupulleikin er manglandi reinleiki. Tað eru nógv, sum hava skund á sær at gera eitt kopidanmark í Grønlandi. Tað er tann størsti trupulleikin. Bæði hjá menniskjum, sum arbeiða her og stovnum, sum vit byggja upp. Kopiir eru ikki so góð sum tann reina vøran. jan@sosialurin.fo Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður og fyrrverandi landsstýrisformaður í Grønlandi leggur upp til størri samstarv við føroyingar ikki bara á fiskivinnuøkinum og mentanarøkinum men eisini innan komandi oljuvirksemi