Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tollaksmessudag varð hand­ ils húsið Berglon í Runa vík kosið at vera Ársins Jóla­ hand il 2010. Tað var ein sms­ atkvøðugreiðsla, sum Miðla ­ húsið skipaði fyri mill um 60 handlar kring um í Før­ oyum, ið gav snotuliga hand­ ilshúsinum Berglon hendan heiður. Í sambandi við avdúk ing­ ina var Rás2 á staðnum og sendi í umleið ein tíma ”live” úr húsinum. Tað var Eyðun Samuelsen, marknaðarleiðari á Sosialin­ um, sum avdúk aði úrslitið av atkvøðugreiðsluni. James Olsen, sum var vert ur hjá Rás2 við hetta høvi í Berglon, prátaði eisini við handilsleiðaran, Eyðvør Berg, nøkur starvsfólk og við skiftafólk, sum vóru inni á gólvinum hesa løtu tollaks­ messudag. Rímilig søla Eyðvør Berg, handilsleiðari, heldur, at jólasølan í ár hevur verið umleið hin sama sum í fjør. – Vit hava ikki neyvt út­ greinað, hvat fólk hava keypt í ár í mun til í fjør, men líkt er til, at fólk hava roynt at keypt skilagott – um eg so kann siga. Handilsleiðarin sigur, at í staðin fyri at keypa hvat sum helst, eru ábendingar um, at fólk kanska heldur hava keypt klæðir, brúkslutir og ting, sum tey veruliga vita koma til brúks. – Eg vil ikki siga, at jóla­ gáv ur nar endiliga hava ver ið bíligari enn í fjør, men skila­ betri, leggur hon aftrat. Eyðvør ovfarin – Eg gjørist rættiliga ovfarin av, at okkara handilshús varð kosið at vera Ársins Jólahandil í ár. Flestu handlar eru í miðstaðarøkinum, og har búgva eisini nógv flest fólk. Tí væntaði eg slett ikki, at okkara handilshús fór at vinna hesa atkvøðugreiðslu. Eyðvør Berg heldur fyri, at tað er altíð gott og fløvandi við einum herðaklappi sum hesum. Handilsleiðarin ynskir í hesum sambandi at takka øllum teimum, sum atkvøddu fyri Berglon sum Ársins Jóla­ handli 2010. Tríggir handlar Í handilshúsinum Berglon eru tríggir handlar, Teymar, sum serliga selir sjóklæðir og arbeiðsklæði, Gávan sum selir búnýtisvørur av ymiskum slagi – ella »brugskunst«, sum danir rópa tað – og síðan Leika, ið serliga selir leikur og uttan duraklæðir til børn. Handilshúsið Berglon í Runa vík húsast á umleið 1200 fer metrum tilsamans. vilmund@sosialurin.fo – Eg gjørdist rættiliga ovfarin ÁRSINS JÓLAHANDIL Handilshúsið Berglon í Runavík er kosið at vera Ársins Jólahandil í 2010. - Flestu handlar eru í miðstaðarøkinum, og har búgva eisini nógv flest fólk. Tí væntaði eg slett ikki, at okkara handilshús fór at vinna hesa atkvøðugreiðslu, sigur handilsleiðarin í Berglon, Eyðvør Berg Eyðvør Berg, handilsleiðari, við diplominum fyri Ársins Jólahandil Mynd: Jens Kristian Vang