mánadagur 3. januar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
26
Sosialurin
Kunningar- og samskiftisfólkið er knýtt at Setursskrivstovuni,
sum er miðfyrisitingin á Fróðskaparsetrinum. Í løtuni eru 13
starvsfólk beinleiðis knýtt at Setursskrivstovuni.
Fremsta uppgávan hjá kunningar- og samskiftisfólkinum er
at samskipa og menna heimasíðuna hjá Setrinum. Aðrar
týðandi uppgávur eru at gera kunningartilfar, samskipa
starvsfólkatiltøk umframt arbeiða við vanligum kunningar-
og fyrisitingarmálum.
Høvuðsuppgávur:
• hava ritstjórnaliga ábyrgd av heimasíðuni
• samskipa arbeiðið við støðugt at dagføra innihald og snið
• gera mannagongdir sum góðskutryggja og menna
heimasíðuna
• samskipa kunningar- og lýsingarherferðir
• samskipa innanhýsis kunning og samskifti
• lýsa innanhýsis heimasíðupolitikk, reglur og
mannagongdir saman við heimasíðubólkinum
• læra starvsfólk at brúka heimasíðuskipanina
• gera brúkaravegleiðingar til heimasíðuna
• umsita brúkarar á heimasíðuni
Førleikakrøv:
Tú skalt hava bachelor- ella kandidatútbúgving ella samsvar-
andi útbúgving frá lærdum háskúla. Harumframt skalt tú
hava hollar royndir og vitan frá samskiftis- ella kunningar-
arbeiði.
Vit ímynda okkum, at tú:
• sum persónur er ágrýtin, miðvísur og hevur evni og hegni
til at arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at samstarva í toymi, er ábyrgdarfullur og
álítandi
• dugir væl at skriva og skrivar rætt, serliga á føroyskum,
men eisini á enskum
• er framkomin teldubrúkari
• hevur góðan kunnleika til ymisk tekstviðgerðarforrit
• skal læra at brúka ritstjórnarliga partin av typo3-skipanini
(í minsta lagi svarandi til skeiðið “Redaktør udvidet”,
leinki: linkfactory.dk)
Tað er ein fyrimunur, um tú:
• skilir hvussu html virkar
• hevur gott skil fyri PR-arbeiði
• dugir at brúka forrit til at gera lýsingar, eitt nú í PhotoShop,
Illustrator
• hevur gott innlit í og áhuga fyri universitetsheiminum
Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til:
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovuna
J.C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
FO-110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. januar
2011. Starvið verður sett 15. februar 2011 ella skjótast til ber.
Fleiri upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á
heimasíðuni www.setur.fo.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rúnu
Hjelm, fyrisitingarstjóra á runah@setur.fo ella á telefon
292504 ella Jóan Paula Joensen, rektara á jopajo@setur.fo
ella á telefon 292503.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Kunningar- og samskiftisfólk
til Fróðskaparsetur Føroya
Søkt verður eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og miðvísum
kunningar- og samskiftisfólki til Fróðskaparsetur Føroya.
Fróðskaparsetur Føroya hevur sum høvuðsuppgávu at inna gransking og veita frálæru á hægsta altjóða stigi. Hesar deildir og skúlar, ið øll bjóða út
hægri útbúgvingar, hoyra undir Fróðskaparsetrið: Føroyamálsdeildin, Náttúruvísindadeildin, Søgu- og samfelagsdeildin, harundir Granskingardepilin
fyri Samfelagsmenning, Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin. Arbeitt verður framvegis við bygnaðarbroytingum. Samlaða nettoútreiðslujáttanin
fyri 2010 er 68 mió. kr. Umleið 100 starvsfólk arbeiða á Fróðskaparsetri Føroya. Tað eru umleið 540 fulltíðar lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.
KoyriKort!
Nýtt teoriskeið byrjar á
Handilsskúlanum á Kambsdali,
hósdagin 6. januar 2011 kl 15:30
tilmelding á 744 821
Johan Beder
Vinnubygningur/høli ynskist
Til leigu ella keyps í Tórshavn
Umleið 130 m2, góð parkeringsviðurskifti,
og annars væl egnað til alment virksemi.
Skal kunna innrættast eftir egnum ynski.
Bill. mrk. 281210
TINGANES · POSTSMOGA 377 · 110 TÓRSHAVN
TEL 35 60 60 · FAX 35 60 65 · VMR.FO · VMR@VMR.FO
Vegna Føroya landsstýri (Landskassan) heitir Vinnu
málaráðið á íleggjarar, sum eru áhugaðir í at keypa
50 % av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging,
at boða Vinnumálaráðnum frá slíkum áhuga. Sókn
ast verður eftir einum íleggjara sum í samstarvi við
Ognarfelagið Lív, ið fer at eiga hini 50 %, vil styrkja
virksemið og virkisøkið hjá P/F Føroya Lívstrygging.
Føroya Lívstrygging varð sett á stovn 1. januar 1967
og 1. januar 2000 gjørt til partafelag. Føroya Lívs
trygging veitir eftirlønar og lívstryggingar til størra
partin av føroyska arbeiðsmarknaðinum og sam
starvar við flestu fakfeløgini í Føroyum.
Við fráboðanini um áhuga at keypa skal íleggjarin í
stuttum eisini greiða frá sær sjálvum (slag av
fyritøku, virkisøki o.t.), hvussu ognarskapurin í P/F
Føroya Lívstrygging kann sameinast við verandi
virksemi, og hvørjar eru meginorsakirnar til áhugan
í P/F Føroya Lívstrygging.
Áhugaðir íleggjarar, sum hava latið inn fráboðan
um áhuga at keypa, skulu síðan undirskriva eina
trúnaðarváttan fyri at vera við í víðaru keyps/sølu
tilgongdini.
Gevið gætur, at partabrøvini í P/F Føroya Lívstrygg
ing verða ikki seld uttan nøktandi prísboð er fingið
og samráðingar við boðgevara enda í sølu. Tey 50
% verða seld í einum til ein keypara, og tikið verður
ikki ímóti boðum upp á ein part.
Samleikin hjá teimum, sum hava boðað frá áhuga
at keypa, verður almannakunngjørdur, so títt og
knapt freistin at boða frá áhuga at keypa er úti.
Umbøn um navnloysi verður ikki gingin á møti.
Seinasta freist at boða frá áhuga at keypa er 21.
januar 2011, kl. 15,00. Boð um áhuga at keypa skulu
verða eyðmerkt við ”Søla av P/F Føroya Lívstrygging”
og latin inn til
Vinnumálaráðið
Tinganes
110 Tórshavn
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Søla av 50 % av
partapeninginum í
P/F Føroya Lívstrygging