mánadagur 3. januar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
6
Sosialurin
Helst vóru tað nøkur, sum hildu,
at tað var skeivur persónur, sum
tók í móti virðislønini fyri ársins
YouTube video. Í øllum førum eru
tað ikki eins nógv, ið kenna andlitið
á Allan Sonna Joensen, sum tey
gera á sjálvum Effo-dronginum
John Sigurd Petersen. Men Allan
Son ny er maðurin handan mynda-
tól ið, tá sjónbondini um tiltikna
Effo- drongin verða gjørd, og tískil
minst líka umráðandi partur av
skemti ligu og einføldu lýsingunum
har vesturi frá.
- John Sigurd er farin at halda
jól saman við familjuni, og eru tey í
løtu ni í báti í Kina. Hann hevði fegin
viljað verið her í kvøld og er keddur
um, at hann ikki kundi koma, greid-
di Allan Sonny frá, tá verturin á
Rás2 spurdi eftir hinum partinum
av tiltiknu sjónbondunum.
Tað kom eisini heilt óvart á
teir báðar, at teir vóru tilnevndir
til ársins YouTube video á Planet
Awards.
- Tað høvdu vit ikki roknað við,
so er bleiv heilt kløkkur, tá eg sá tað
á Portalinum, at vit vóru millum
tey tilnevndu. Samstundis gjørdust
vit sera spentir, segði Allan Sonny
Joensen, ið beinanvegin ringdi til
John Sigurd og fortaldi honum, at
teir vóru millum teir tilnevndu.
Hini bæði tilnevndu sjónbondini
vóru Mariuhønan Sonnhard og
Klæ mint Klakk. Tveir verdugir
kapp ing ar neytar sambært Allan
Sonna.
- Klæmint Klakk hevur eisini
verið eitt sindur av eini inspiratión
hjá okkum, segði Allan Sonny Joen-
sen, sum at enda lovaði, at tað koma
fleiri sjónbond frá honum og John
Sigurd.
- John Sigurd fekk eitt nýtt
kamera og tað var byrjanin hjá
okk um. Vit royndu okkum fram
og sóu, at tað ikki var perfekt og at
tað var nokk so stuttligt. So koyrdu
vit tað bara út. Beint nú hava vit so
hild ið eitt sindur av jólaferiu, men
vit ætla at gera meira video, sigur
Allan Sonny Joensen.
Effo-støðin verður helst karmur
um næstu sjónbondini, viðgekk
Allan Sonny, men framyvir verður
tað undir heitinum Sølubúðin í Sør-
vági, tí teir ikki kunnu brúka heiti
Effo-støðin, tá Effo ikki eigur sjálva
støð ina, greiddi Allan Sonny frá.
eydna@sosialurin.fo
Ársins YouTube video:
Klæmint Klakk
inspireraði Effo-drongin
Eftir at hava fingið virðislønina fyri ársins YouTube video greiddi Allan Sonny Joensen frá, at Klæmint
Klakk hevði inspirerað teir báðar John Sigurd Petersen til at gera sjónbondini um Effo-drongin í Sørvági
Ymsar handanir
Myndir: Álvur Haraldsen