Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 6 Sosialurin Johan Mortensen Tað er sera stórur áhugi manna mill - um fyri okk ara skinku verk ætl an og vit, sum varða av henni, fáa dag liga fyri spurn- ingar um, hvussu gong ur. Tað sera hugaligt og stimbr andi, at før oy- ingar sýna áhuga og tessvegna skal eg loyva mær at koma við einari lítlari kunning um, hvussu langt vit eru komnir. Eg havi ferðast nógv í suðurlondum og varð tíðliga bergtikin av skinkum sum italiensku Parma og sponsku Serrano. Fyri sløkum tveimum ár- um síðani fór eg at umhugsa, um tað ikki bar til at turka skinkur her á landi. Okkara skerpikjøt er nevni liga ikki ólíkt fyrrnevndu skink um. Eg setti meg í samband við størsta danska svínakjøts samtakið. Dan- ish Crown. Hesi vóru, sum rímu- ligt er, eitt sindur ivandi og var tað ikki komið teimum til hugs, at slík fram leiðsla kundi bera til í Før oy um. Men skjótt vóru teir sera posi tivir og fingu ein av bestu donsku skinkuframleiðarunum, Jens Munck i Skagen, at vera við í ætl an ini. Í føroyska partinum eru Jógvan Høj, Dimunarfólkini, Gutti Gutte sen, Leif Sørensen, Johannes Jen sen, Mortan í Hamra byrgi, Pál Weyhe, Ingvar Joensen og Jørgen í SMS. Avtala varð so gjørd við Danish Crown, sum skóru skinkurnar út, salt aðu tær og sendu tær til Før- oya primo januar 2010, har tær vórðu hongdar upp í Dímun, í Bø og í Norðdepli umleið 6. januar. Í mars vórðu tær smurdar inn í feitt. Tað sást beinanvegin, at væl bar til at turka og skjótt kom smakkur í tær. Vit hava so latið skinkurnar hanga uppi til út á heystið og síð- ani vacuumpakkað tær og lagt tær á køl, fyri at tær skulu búnast enn meira. Eg tori at siga, at okkara ætlan er hepnast og at okkara tesa um at tað ber til at turka skinkur her á landi, er røtt! Vit hava framleitt eina fyrsta floks, sera vælsmakkandi skinku, sum ikki stendur aftan fyri út lendskar skinkur. Altjóða skinkumarknaðurin er sera stórur og eru vit sannførdir um, at føroyska skinkan hevur ein møgu- leika at verða ein týðandi útflutn- ingsvinna í komandi tíðum. Eg skal nevna, at heimskenda matstovan NOMA vil fegin verða við í ætlanini. Meðalsøluprísur fyri slíkar skinkur liggur frá kr 500,- pr kg og uppeftir. Bestu Serrano skinkurnar liggja um kr 1.500,- pr kg. Vit fara nú undir enn eitt royndarár og fáa í hesum døgum eina fitta nøgd av skinkum til landið. Næsta ár fer at geva okkum enn fleiri roynd ir og meta vit, at í 2012 kann verða farið undir kommerciella fram leiðslu. Vit hava valt at vera sera opnir og kunnandi um hesa okkara ætlan fyri at menna og kveikja áhugan fyri nýggjum framleiðslum her á landi. Okkara tilfeingi gevur stórar møguleikar og skal eg bert nevna, hvat ikki kundi fingist burtur úr 25.000 tonsum av makreli, um hesi komu í land og vórðu góðskað, sum til dømis skotar og norðmenn gera. Vit hava fingið eitt ríkt land frá Skaparans hond og eru vælsignað við rávørum, latum okkum gagnýta hesar, okkara tjóð at frama. Gott nýggjár. Eitt sindur um skinkuætlanina