mánadagur 3. januar 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
Sosialurin
Fyrst í 2010 var hann við í danska
Grand Prixnum við lagnum Gloria.
Fyriuttan tað gjørdi Jens Marni
Hansen ikki serliga nógv um seg.
Men tann eini sangurin var nóg
mikið at fáa hann tilnevndan til
tvær planetir og vinna honum
heiðurin sum ársins sangara
-
Tað
er
eitt
yvirraskilisi
yvirhøvur at vera tilnevndur. Eg
hugsaði, at eg hevði ikki gjørt so
nógv í ár. Men tónleikur er so nógv
ymiskt, tað er ikki sum ítróttur,
har ein er greiður vinnari. Tað
blívi eg við at siga. So tað er altíð
eitt yvirraskilsi at kunna vinna í
tónleikinum.
- Tí teir, sum vóru tilnevndir
saman við mær eru bestemt góðir
sangarar, og eg eri bara glaður fyria
at tað var eg , sum varð valdur
hesuferð.
- Hetta er ein staðfesting av, at
tað er onkur sum dámar tað, man
ger, so tað er deiligt.
Jens Marni er sannførdur um,
at tað ikki er tilvild, sum hevur
fingið hann so langt í tónleikinum.
- Tað liggja nógv ár aftanfyri.
Harumframt ger man kanska
tónleik, sum er til tað stóru fjøldina.
Og eg havi eisini tey røttu fólkini
rundanum meg, sum hjálpa mær,
slær hann fast.
Nýggj fløga í 2011
Ætlanin fyri 2011 er at gera eina
nýggja fløgu. Eg vóni, at vit klára
tað í 2011. Tað eru framvegis nógv
ting, sum skulu fáast uppá pláss,
bæði
viðvíkjandi
sangum
og
økonomi.
Tá hann verður spurdur, um
hann so fer at verða ársins sangari
og vinna planetina fyri ársins fløgu
í 2011, flennir Jens Marni.
- Lat okkum nú fyrst fáa gjørt
løgini og produserað fløguna, og so
taka vit tað harfrá.
eydna@sosialurin.fo
Útgávuætlanir í 2011
Ársins sangari:
Eydna Skaale
- Eg eri ræðuliga yvirraskað, eg eri
stolt, eg sigi takk! var fyrsta reak-
tión in, tá vit fingu fatur á On nu
Katrin Egilstrøð beint eftir hand-
an ina.
Tað tók eina góða løtu áðrenn
árs ins songkvinna kom upp á pallin
eft ir planetini.
- Eg hevði seriøst slett ikki vænt-
að hetta, og eg helt, at tað bara var
familjan hjá mær, sum atkvøddi
fyri mær, segði hon smílandi. Hon
var tí í niðaru hæddini, tá handanin
fór fram.
- Eg eri ræðuliga yvirraskað, eg
veit slett ikki ordiliga hvussu eg
havi tað, sigur hon.
Fer solo
Anna Katrin er serliga kend fyri at
vera sangarinna í tjóðarblandaða
bólki num Valravn. Tey hava fingið
fram úr góð ummæli bæði her
heima og í Danmark.
Tá hon verður spurd um kom an-
di árið, letur hon ongan iva vera um,
at hon hevur onkrar ætlanir. Hon
vil tó ikki avdúka alt ov nógv.
- Eg eri júst farin í gongd við
eitt nýtt prosjekt, sum eitur Akat,
og tað fari eg at arbeiða seriøst við
kom andi hálva árið, og gera eina
fløgu við Akat
Frá sjónleiki til tónleik
Anna Katrin Egilstrøð fór til Dan-
markar sum sjónleikari, men tað
var skjótt, at hon skifti til tónleikin.
-Tú ert meiri nakin og sárbar, tá
tú ert tónleikari, og tí var tað meiri
av bjóð andi fyri meg. Og eg gjørdist
sera áhugað í at læra meiri um tón-
leik in.
Hóast Valravn er ein brakandi
sucess, sum hevur spælt konsertir
kring um í heiminum, m.a. hava tey
júst verið í Japan, so er Anna Katrin
fram vegis ein bygdaslig genta av
Eiði. - Eg eri eitt náttúrubarn, og um
eg ikki ferðaðist so nógv, so hevði eg
ikki búð í Danmark.
- Næsta ár eg vóni eg at koma
runt ymsa staðni í heiminum. Eg
vóni at vera meiri í Føroyum, men
heimurin er stórur, og eg ætli mær
at koma longur út enn bara Dan-
mark, slær hon fast.
eydna@sosialurin.fo
Ársins songkvinna:
Anna Katrin
fer solo
Hon er serliga kend sum mystiska songkvinnan í
altjóða bólkinum Valravn. Men komandi hálva árið
fer hon at arbeiða einsamøll við eini soloútgávu
Eiðisdaman An na Katrin Egilstrøð er ársins songkvinna
Jens Marni, sum fyrr í ár var við í
danska grand prixnum, framførdi
rocklagið Gloria. Jens Marni var
tilnevndur til tvær planetir og vann
heiðurin at vera ársins sangari