Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2 4 Sosialurin Jan Müller Tað gongur við rúkandi ferð. Skotska oljufelagið Cairn Energy, sum í fjør staðfesti olju og gass í grønlendsku undir­ grundini, hevur nú gjørt av at bora ikki færri enn fýra brunnar í Vest­ urgrønlandi í ár. Felagið hevur longu nú tryggjað sær eitt boriskip og ein boripall til umfatandi uppgávuna. Hetta boð­ ar felagið frá í einum tíð indaskrivi í dag. – Sáttmálin um at brúka bæði eitt boriskip og ein boripall fer at økja um boriorkuna og eisini gera tað lættari umframt at hetta verður gjørt fyri at seta fokus á trygdina sigur Bill Gammell, stjóri í felagnum. Tað ræður eisini um at troyta tíðina mest møguligt, tí tíðin, tá borast kann í Grønlandi, er sera avmarkað. Grønlendska lands­ stýrið hevur sett sera umfatandi krøv til olju­ feløg, ið bora í Grønlandi og eitt teirra er, at fe­ løgini skulu hava tveir boripallar ella skip til hvørja uppgávuna fyri harvið at tryggja seg betur, um eitt óhapp skuldi hent. Skuldi okk­ urt gingið galið so er hitt skipið á staðnum til at bora ein brunn, ið skal fyribyrgja ella avmarka dálking. Farið verður í gongd treytað av góðkenning frá landsstýrinum. Ein kann siga, at Grøn land við hesum fýra brunn­ un um er við at leggja seg væl frammanfyri Før oyar, tá talan er um talið av brunnum og skjótleika. Við hesum tempo er ikki ov nógv sagt, at Grønland kann gerast tað landið í Út­ norði, sum fyrst fer at raka við lønandi olju­ fund. Í komandi viku fer ein stór grønlendsk sendi nevnd við lands­ stýris formann inum og høgt standandi em bætis­ fólki eitt nú inn an olju­ fyrisitingina til Noregs at tosa um møguligt sam starv. Tey skulu hitta kong, forsætisráðharran og síðani Statoil og vitja fleiri av norsku olju fyri­ tøkunum. jan@sosialurin.fo Jan Müller Nú olja og gass eru framleidd í Norðsjónum í meira enn 40 ár verður alla tíðina roynt at finna fram til, hvar møgulig nýggj fund kunnu gerast. Tosað verður ma. um leiðirnar við Lofoten og Vesterålen og Barentshavið. Men enn ein stór leið í Norskahavinum, sum er so gott sum ókend fyri bæði myndugleikar og oljufeløg, eru stóru økini út fyri Møre, eisini nevnd Møre og Vøring háslættarnir. Her er undirgrundin eins og við Føroyar fjald av basalti. Dýp ið er eisini stórt. Vónirnar eru at finna kolvetni undir basalt­ inum, og í hesum sambandi kunnu royndir og vitan frá boringum og kanningum við Føroyar og hinumegin markið í bretskum øki koma Noregi til hjálpar. Norska oljudirektoratið hevur í eina tíð roynt at sam skipa kanningar í hesum nýggja økinum, sum higartil hevur verið at meta sum eitt granskingarøki. Tvs. at um­ leið 20 altjóða oljufeløg eru við í hesi verkætlan og rinda umleið 200.000 kr. um árið fyri at vera partur av ein um samtaki, ið hevur til enda­ mál at kortleggja, hvat kann goyma seg undir basalt in­ um. Shell hevur bor að tveir brunnar í einum parti av hesum stóra økinum. Ann­ ars goymdi olju og gass men var tó ikki lønandi. Hin var turrur. Hetta hevur tó ikki tikið vónina frá stóra sam­ takinum. Norska blaðið Dagens Næringsliv skrivar, at ar beitt verður miðvíst við eini ætlan at kanna økið, áðr enn farið verður at bora ein brunn. Kostnaðurin av einum brunni kann koma uppá eina milliard krónur, og áðrenn borurin verður settur í vilja oljufeløg og mynd ugleikar royna at gera sítt heima­ arbeiði væl og virðiliga. Áhugaverd kanningarúrslit Lars Jensen jarðalisfrøðingur og verkætlanarleiðari í Olju­ direktoratinum sigur við blaðið, at tey hava savnað alt tilfar um økið og basalt síðani 2006. Eisini eru gjørd­ ar serstakar seismiskar kann ing ar. Í 2008 gjørdi sam tak ið av at royna nýggja kann ingar háttin við elektro­ magnetismu. Tíð liga í hesum árinum verður úrslitið av hes um kanningum kunn­ gjørt sigur Lars Jensen og legg ur aftrat, at tað sær sera áhuga vert út. Tá verður meira greitt, hvat feløg og mynduleikar ætla fyri at loysa gátuna um fjalda norska oljudreymin. Og tað er her, at vitan frá leitingini við Føroyar og vestan fyri Hetland kann koma samtakinum til góðar. Lars Jensen vísir á, at Statoil í 2006 boraði ein brunn inn á basaltøki við Føroyar. –Vit brúka føroysku royndirnar í okkara metingum og arbeiði, nú stórur partur av føroyska landgrunninum er “sub­ basalt” tvs. at basaltløg fjala møguligar olju­ og gasskeldur. Tað er sera týdningarmikið fyri okkum at sammeta okkara kanningar við ta vitan man longu hevur ognað sær í Føroyum og vestan fyri Hetland. Statoil fleirlanda­ strategi Áhugavert er helst eisini at tengja gongdina í Føroyum og vestan fyri Hetland uppí tað, sum nú hendir á norskum øki. Ein kann ímynda sær, at ein av orsøkunum til, at Statoil er so virkið á før­ oyska landgrunninum eins og í økinum á bretska land­ grunninum tætt upp at mark inum, te. Rosebank/ Loch nagar, er tann, at tess virksemi í hesum økinum á Atlants mótinum kann gagna felag num og harvið Noregi á risastóru basaltøkjunum í Norska havinum, sum kunnu goyma nógva olju og gass. Vit hava fregnast hjá Stat­ oil, um eitt samband er mill­ um áhugan hjá felagnum á Atlantsmótinum (tvs. vestan fyri Hetland og við Føroyar) og so vónirnar til at finna olju og gass á basaltøkjum í Norskahavinum. Ein ónavn­ givin kelda sigur, at hetta als ikki kann útilokast, ja entá at hetta er heilt logiskt. Statoil er tað felagið, sum hevur flestu leitiloyvi í Føroyum og sum hevur bundið seg til at bora tveir brunnar kom­ andi tvey árini. Í seinasta út­ bjóðinarumfarinum vestan fyri Hetland fekk Statoil fleiri týðandi teigar rundan um Rosebankfundið, har tað eisini er basalt. Ein nið­ ur støða av hesum kann tí hugsast at vera, at helst ar­ beiðir Statoil út frá eini teori um, at tað kann tæna felag­ num í royndunum at finna olju og gass undir basalti, at hava eina samlaða strategi, sum umfatar trý lond, Noreg, Shetland og Føroyar. jan@sosialurin.fo Cairn fýra brunnar í Grønlandi í ár Grønlandsolja Skotska oljufelagið Cairn Energy hevur nú gjørt av at bora ikki færri enn fýra leitibrunnar í Vesturgrønlandi í ár. Í fjør boraði felagið 2-3 brunnar. Vitan úr Føroyum skal finna fjalda norska olju sub-basalt – Royndir og vitan frá boringum á føroyska landgrunninum kunnu hava stóran týdning fyri okkum, nú vit saman við umleið 20 oljufeløgum royna at loysa gátuna, hvat er undir basaltinum í Norskahavinum sigur Lars Jensen frá norska Oljudirektoratinum. Statoil boraði fyrstu ferð gjøgnum føroyska basaltið í 2006 við hesum pallinum. Nú fimm ar seinni fer felagið aftur at seta borin í basaltøki við Føroyar Mynd Jan Müller