Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2 Sosialurin Áki Bertholdsen – Eg fari at stríðast alt, eg kann fyri at forða fyri, at ein partur av sjó vinnu út búgv­ ing unum verða fluttar úr Havnini, til Klaksvíkar. Tað staðfestir Heðin Mort­ en sen, borgarstjóri í Havn. Hetta sigur hann, eftir at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í menta­ málum, hevur gjørt av at flyta útbúgvingarnar til skip ara og maskinist av Vinnu skúlanum í Havn, til Klaks víkar. Borgarstjórin í Havn og landsstýriskvinnan í menta­ málum eru í sama flokki, nevnliga Javnaðarflokkinum og sostatt kann eisini stað­ festast, at tað er lagt í pottin til opið kríggj innanfloks um ætlanina at flyta út búgv­ ingarnar. Rossahandil Heðin Mortensen sigur, at tað er ímóti fakligum tilmælum, at sjóvinnuútbúgvingarnar verða tægaðar sundur og at ein partur verður fluttur til Klaksvíkar. Tí heldur hann, at tað er forkastiligt, at lokalpolitikkur skal forða fyri, at vit leggja eina so týðandi útbúgving til rættist ímóti tí fakliga kunnleikanum. Hann sigur, at sjóvinnu­ út búgvingarnar eru kanska tær mest týðandi útbúgv­ ing arnar, sum eru, tí her eru føroyingar í harðari kapping við onnur lond. Sjálvur ivastt borgar stjór­ in ikki í, at hetta er ein polit­ iskur rossahandl og hann bíðar bara eftir at vita, hvat landsstýriskvinnan hevur fingið afturfyri. – Vinnuháskúlin er ein sól skins søga og tað er umráð­ andi at varðveita sjóvinnu­ útbúgvingarnar sum eina sterka heild. Men nú verður sagt, at útbúgvingarnar sum skips­ førari og maskimeistari skulu uppstigast til bachelor og tí fella maskinistar og skiparar uttanfyri og tí verður tað flutt til Klaksvíkar. – Men tað snýr seg somu­ leiðis um at hava eitt sterkt, fakligt umhvørvi og tí er tað fullkomiliga skeivt at tæga tað sundur. Í arbeiðsklæðir Heðin Mortesen staðfestir, at hann er fyrst og fremst lokalpolitikari. Men hann leggur afturat, at hann hevur eisini síni politisk sambond og tey fer hann at brúka til tað ítarsta fyri at forða fyri ætlanini. – Tað kann eisini verða, at eg fái politiska ávirkan seinni og hana fari eg eisini at brúka. – Sigur tú við hesum, at tú fer at stilla upp á næsta løgtingsvali? Nei, tað sigi eg ikki, tí eg kann ávirka á annan hátt og eg fari at gera mína ávirk an galdandi, allastaðni, eg kann, eisini í sjálvum Javnaðarflokkinum. – Men nú eru lands stýris­ kvinnan og tú í sama flokki? Ja, tað eru vit og hóast mær dámar nógv av tí, hon hevur gjørt, men her er hon á skeivari leið. Einar tvær ferðir tá ið tað hevur verið umrøtt á bý­ ráðsfundi, at stovnar verða fluttir úr Havnini, hava bý­ ráðslimir nakrar ferðir skotið tær í skógvarnar, at tað er laga manni hjá tær at forða fyri, at nakað verður flutt úr Havnini, tí tú er virkin limur í Javnaðarflokkinum, sum er í samgongu og at tað er bara hjá tær at fara í arbeiðsklæðini og fara til tín egna flokk at seta trumf á? – Eg geri mína ávirkan gald andi hvønn einasta dag. Men tað er ikki bara eg í samgonguni, sum havi floks felagar í samgonguni og á Løgtingið annars, men eg havi ikki hoyrt nógv frá teimum, sigur Heðin Morten­ sen. aki@sosialurin.fo Heðin Mortensen bjóðar av í kríggj OPIÐ STRÍÐ Hóast tey eru í sama flokki, fer borgarstjórin í Havn at gera alt, sum stendur í hansara makt at forða Helenu Dam á Neystabø at flyta ein part av sjóvinnuútbúgvingunum til Klaksvíkar Stórur fyri ­ munur Helena Dam á Neysta­ bø hevur fleiri ferðir boð að frá, at eftir henn ara tykki verða um leggingarnar ein stór ur fyrimunur fyri sjóvinnu útbúgv ing­ arnar. Hon sigur, at út­ búgv ingarnar sum maskin meistari og skips førari verða upp­ stigaðar til bache lor og samstundis verður ein sterkur sjóvinnudepil í Klaksvík. Annars stendur í samgonguskjalinum hjá ABC, at nevnd skuldi setast at kanna møguleikarnar fyri at leggja allar sjó vinnu­ útbúgvingar á einum staði. Tann nevndin varð seinni eisini biðin um at koma við eini mill­ um loysn. Nevndin mælti til at leggja sjóvinnu út­ búgvingarnar í Havn. Nevndin metti eis­ ini, at verða útbúgving­ arnar lagdar á tveimum støðum, verða fak ligu, fíggjarligu og náms­ frøðiligu fyri munirnir ikki náddir. Men í svari til Sjúrð Skaale, løg tings mann, sigur lands stýris kvinn­ an, at sum lands stýr­ iskvinna hevur hon eis ini onnur atlit at taka. Og tað er, at hon hvørki kann ella vil savna allar sjóvinnu­ út búgvingar í Havn. Ein orsøk er, at tá ið skipsførara­ og maskinmeistar a út­ búgv ingarnar verða upp stig aðar til bache­ lor, verða skipara­ og maskinistútbúgvingin sjálvstøðugar útbúgv­ ingar, ið ikki náttúrliga hoyrir heima innan karmarnar á einum universiteti. Tí er ætlanin, at skipara­ og maskinist­ útbúgvingin verða í Klaks vík burturav, har skipaður verður ein sjóvinnudepil í samstarvi við Tekniska Skúla. ­ Tað er eisini ein sannroynd, at tað er ikki politiskur meiri­ luti í samgonguni fyri at flyta Klaksvíkar Sjó­ mansskúla og Trygdar­ miðstøðina til Havnar, leggur hon afturat. Tað er opið kríggj í Javnaða­ rflokk in um um at flyta skúlar til Klaks víkar Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, fer at stríðast av øllum alvi ímóti ætlanini hjá floksfelaganum, Helenu Dam á Neystabø um at flyta skúlar til Klaksvíkar TægaST SunduR Tað er ikki bara borgar stjórin í Havn, sum mót­ mælir ætlanini at flyta sjóvinnuútbúgvingar úr Havn til Klaksvíkar. Tað ger eitt samt Tórs havnar Býráð í einum fe­ lags mót mælisskrivi nú fyri stuttum. Har siga allir býráðs lim irnir við ein munn, at teir mótmæla ætlanini harðliga og at teir halda, at tað er óskiljandi, at ein vælvirkandi stovnur nú skal niðurlagast, tá ið øll faklig tilmæli siga, at tað er neyðugt at styrkja útbúgvingarnar og at savna fakliga førleikan á einum staði, nevniliga á Vinnuháskúlanum í Havn. Øll mótmæla