mikudagur 5. januar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
6
Sosialurin
Snorri Brend
Havn: Fyri sløkum mánaði
síðani skrivaði Tórshavnar
kommuna
undir
avtalu
við Gundurs Bussar um
at røkja busskoyringina í
kommununi.
Henda avtalan fær gildi
frá 1. apríl, men longu nú
er greitt, at ein partur av
avtaluni verður ikki útint
sjálvan yvirtøkudagin: Ætl
anin um teir nýggju buss ar
nar.
Tað tók sína tíð hjá komm
ununi at fáa øll viðurskiftini
í rættlag, og tí dró tað út við
at fáa øll loyvi og avtalur
nóg tíðliga. Hetta førdi aftur
við sær, at móttøkudagurin
av teim nýggju bussunum
verður seinni enn ætlað.
Skipanin verður soleiðis,
at teir fyrstu 45 bussarnir
koma higar til landið í apríl
mánaði, og síðani koma hinir
so við og við.
– Vit ætla tó, at allir buss
arnir verða klárir at seta í
koyring fyrst í juni mánaði,
upplýsir
Boði
Haraldson,
býar verkfrøðingur í Havn.
19 mió
Fram til skiftið 1. apríl fara
tí bussar hjá MB Bussum at
røkja koyringina eins og nú.
Eftir henda dag verða tað
so fólk frá Gundurs Buss um,
saman við tveimum undir
veitarum, sum skulu gera
tað við »gomlum« bussum
eina tíð aftrat.
Eitt stig frá teimum í
kommununi er tískil at fáa í
lag eitt samskifti við verandi
bussfelag um koyring og
bussar fram til teir fyrstu
dagarnar í juni mánaði.
– Neyðugt er við ávísari
tillaging, og tað mugu vit so
tosa saman um, vísir býar
verk frøð ingurin á.
Sambært tí sum er komið
fram, verður talan um 14
spildurnýggjar bussar sum
koma at koyra í kommununi
í summar.
Avtalan millum partarnar
kostar kommununi 19 mió
krónur í ár.
Nýggju bussarnir
koma í juni
BUSSAR Hóast nýtt felag fer at røkja Bussleiðina í Havn frá 1.
apríl – og tað við nýggjum bussum, verður neyðugt at brúka teir
gomlu bussarnar nakrar mánaðir eftir henda skeringsdag
Árni Joensen
Líka síðani fyrst í de
semb er hava kanad iskir
veiðimenn boðað frá, at
teir hava sæð nýlagdar
grønlandsnósar á mísin
um úti fyri Rigolet,
Makko vik og Hopedale í
Labrador. Seinni frættist
eisini,
at
veiðimenn
høvdu
sæð
nýlagdar
grøn lands nósar á ísinum
við Labradorstrondina.
Tað er sera óvanligt, tí
vanliga
leggur
grøn
lands kópurin ikki fyrr
enn í februar ella mars.
Simon Kohlmeister,
sum
er
lívfrøðingur
hjá myndugleikunum í
Norðurkanada, sigur við
sjónvarpið CBC News,
at tað lýggja veðrið
seinasta
heyst
kann
vera ein orsøk til, at
grønlandskópurin legg
ur fyrr í ár enn vanligt.
Hann vísir á, at tað var
so lýtt sum um várið
nógv ar dagar í Labrador
í heyst.
Simon
Kohlmeister
sigur, at hann hevur
tosað við eldri fólk í
Norð ur kanada, og at
eingin teirra dugir at
minn ast,
at
kópurin
hev ur lagt so tíðliga fyrr.
Sam stundis er greitt, at
nósi, sum verður lagdur
so tíðliga, klárar ikki vet
urin, sigur hann.
Lýkka ella dálking
Tann stóri spurningurin,
sum
vísindafólk
og
veiði menn seta sær, er,
hví
grøn landskópurin
leggur so nógv fyrr
enn van ligt. Tað lýggja
veðrið kann vera ein
frá greiðing, men onnur
spyrja, um tað kann vera
dálk ingin, sum ger tað.
Uppaftur onnur vísa á,
at djóraverndar felagss
kapirnir plaga at vera
skjótir at gera vart við
seg, tá menn veiða kóp,
men at tað letur ikki í
teimum, nú nósar í stór
um tali doyggja uttan
fyri veiðitíðina.
Kanadisk lóg bannar
monnum at skjóta ný
lagd an nósa, og teir, sum
eru lagdir alt ov tíð liga,
fara tí at vikna spaku
liga, til teir at enda
doyggja.
Grønlands
kópurin leggur
nógv fyrr
enn vanliga
NáttúRA Vanliga leggur
grønlands kópurin í februar
ella mars, men longu fyri
einum mánað síðani sóu menn
nýlagdar nósar á ísinum við
Labrador. Teir klára ikki veturin
KOYRING
Teir gomlu bussarnir (myndin) hava tænt fyri seg. Nú nýggj bussfyritøka fer at røkja koyringina
í Tórshavnar Kommunu frá 1. apríl, verður tað gjørt við nýggjum bussum