Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tá fyritøkan JT electric á Kambs dali í november var við framsýningini Pacific Mar ine Expo í Seattle, hevði felagið bás saman við amerikanska felagnum, Harr is Electric, ið er ein um­ leið sjeyti ára gomul fyritøka á sínum øki í USA. Orsøkin til, at hesi bæði feløguni vóru á bási sam an, er, at Harris Electric um­ boð ar trolkameraið hjá JT electric í økinum og veitir neyðu ga tænastu í hesum sam bandi. Í grein á blaðsíðu 10 og 11 í dag er meiri at lesa um hesa stevnu, og hvussu hon vign­ að ist hjá fyritøkuni á Kambs­ dali. Á framsýningini í Seattle legði JT electric serligan dent á trolkameraið, sum felagið hev ur ment og hevur selt, bæði í Evropa og USA. Ein av størstu kundunum hjá JT electric er nevniliga American Seafood Compag­ ny, sum hevur keypt og bí­ lagt fimm trolkamera. Kend andlit Rúni Petersen, sum er verk­ æt lanarleiðari og stend ur fyri søluni av trol kamera­ num, var saman við Sofusi Gregersen, mark nað ar­ leiðara hjá JT electric, á fram sýn ingini í Seattle. Ein av døgunum fingu teir vitjan av einum kendu and liti, nevniliga einum av sjó monnu num, sum eru við í kendu og vælumtóktu send­ ing ini á Discovery, Deadliest Catch. Rúni Petersen, sum er av­ mynd að ur saman við hesum man ni, sigur, at hann kom at vitja menninar á básinum hjá Harris Electric. ­ Eg skilti, at teir kendust og at skipið, sum hann er við, hev ur Harris Electric sum veit ara til ymiska útgerð. Hann sigur, at teir prátaðu ikki tað heilt stóra saman. ­ Men tað var kortini stuttligt at hitta ein av hes­ um sjómonnunum úr kendu sendirøðini. Rúni Petersen sigur, at teir, sum eru við í hesi send­ ing, helst meiri at kalla eru kendir sum stjør nir enn fiskimenn. ­ Hetta var meiri sum at hitta eina poppstjørnu enn ein fiskimann, leggur verk­ æt lanarleiðarin hjá JT electr­ ic aftrat. Góð undirtøka Rúni Petersen sigur, at hon um kunnugt er einki aktuelt um, at hesir djørvu fiskimennir úr Berings havi­ num ætla at útvega sær trol­ kamera ið hjá fyritøkuni á Kambsdali. ­ Men nú fáa vit at síggja. Teir kenna Harris Electric, og tað eru teir, sum umboða okk um í hesum økinum, legg ur hann aftrat. vilmund@sosialurin.fo Deadliest Catch vitjaði føroyska fyritøku í USA SEATTLE - Tað var stuttligt at hitta ein av sjómonnunum úr kendu sendirøðini, Deadliest Catch, men hetta var meiri sum at hitta eina poppstjørnu enn ein fiskimann, sigur Rúni Petersen hjá JT electric Rúni Petersen, verkætlanarleiðari hjá JT electric – og ein av sjómonnunum úr kendu sendirøðini, Deadliest Catch ... eg skilti, at teir kendust og at skipið, sum hann er við, hevur Harris Electric sum veitara til ymiska útgerð... RÚNI PETERSEN