Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í november luttóku umboð fyri fyritøkuna JT electric á Kambs dali á Pacific Marine Expo í Seattle. Hetta er ein fram sýn ing við ymiskari fiski vinnu tøkni, har fram­ leið ar ar og útbjóðarar sýna fram sínar vørur, og keyparar leita fram við at síggja tað nýggj asta innan tøkni. Umboðini, sum JT elec­ tric hevði á hesi stevnu, vóru Rúni Petersen, sum er verk­ æt lan ar­ og søluleiðari av trol kam er a num, sum fyri­ tøk an framleiðir og Sofus Greger sen, marknaðarleiðari. Rúni hevur ábyrgdina av, at menningin av trol kamera­ num, sum má sigast at vera stolt leikin hjá JT electric, ikki stagnerar, men heldur fram. Fyritøkan á Kambsdali hev ur ikki luttikið á Pacific Marine Expo áður, men eitt nú trolvirkið Vónin hev ur áð­ u r verið við á fram sýn ing ini. Ávegis til Seattle var JT electric í Íslandi og á vegnum heim aftur var fyritøkan eisi­ ni umboðað í St. John’s, har Vón in hevði eitt átak og vísti fram sínar framleiðslur. Søla í USA Við allari nýgerð og menning av tøkni er neyðugt at hava neyvt samstarv við vinnuna, og tað hevur JT Electric eisini havt, síðan felagið fyri 4­5 árum síðan fór undir á huga verdu verkætlanina við trolkameranum. ­ Høvuðsorsøkin til, at vit fóru við til hesa stevnu í Seatt le er, at vit hava ein av okk ara bestu kundum har yviri, nevniliga American Sea food Compagny. Hetta fe lag hevur fleiri stórar verk smið ju trol ar ar. Nøkur skip hjá hesum fe lag brúka okk ara trol kam era, og teir eru avbera væl nøgdir. Í løtu ni hava fýra skip hjá Ameri can Sea food Com pag­ ny okkara trol kamera. Hesi skip fiska eitt nú pollok uppi við Alaska. Tað siga teir báðir, Rúni Peter sen og Sofus Gregersen. ­ Samstarvið millum okk­ um og fiskivinnufelagið í Seattle byrjaði, tá teir um norskt felag, sum sel­ di teimum trol, frættu um kamera ið fyri umleið trim um árum síðan. Á fis ki vin nu stevn u ni hesa ferð bíløgdu teir eitt trolkamera aftrat, so leið is at tey nú verða fimm í tali. Í Seattle vóru nógvir áhug að ir keyparar, og JT Elec­ tric fekk eisini aðrar ítøki lig ar sáttmálar um sølu av síni tøkni. Inn og út Tað, sum er rættiliga áhuga­ vert við kameranum og mar k naði num í USA, er, at kameraið bæði kann brúkast til at justera veiði reið skap, so leiðis at hann royn ist opti­ mal ur, og mest møgu lig ur fiskur kemur í trolið. Í aðr ar mátar kann tólið eisini brúk­ ast í arbeiðnum at men na skipanir við ymiskum skilji­ rist um, soleiðis at óynskt ur fiskur fer útaftur. Tólið kann soleiðis brúkast í roynd ini at veiða tann størra fisk in úr einum fiskastovni. Umframt at kunna brúkast í royndini at veiða optimalt, kann tól­ ið sostatt eisini brúk ast í stremb an ini eftir burð ar­ dygg ari fiskiveiði, sum er so nógv frammi nú á døgum. ­ Skipini hjá American Sea food Compagny hava stór a r trupulleikar við hjá­ veiði av einum slagi av laksi, har kvotan er lítil og verð ur uppaftur minni í 2011. Trupul­ leik in er, at tá hjá veiði­ kvot an hjá skipunum er uppi, noyðast tey at gevast at fiska. Hjáveiðikvotan av eitt nú laksi er felags kvota, og tí noyðast feløgini, sum hava skip á hesi veiði, at sam­ starva, soleiðis at tey sleppa at fiska høvuðs fiska sløg ini sum longst. Rúni Petersen og Sofus Greger sen siga, at eitt nú American Seafood Compag­ ny hevur arbeitt dúgliga við at finna skiljirist, sum kann slúsa laksin úr trolinum, so­ leið is at minst møguligt end­ ar afturi í posanum. ­ Tað er ikki minst her, at trol kamera ið kemur teimum til stóra nyttu. Tá trolið kem ur at borði, og kipsið er tikið úr kameranum, sæst á livandi myndum, hvussu reið skapurin arbeiðir. Her sæst eisini, hvussu skilji rist­ in virkar, og soleiðis kann ar beið ast víðari við, hvat møgu liga kundi verið øðrvísi og betri. Myndirnar, sum kamera ið tekur, kunnu so leið is eisini brúkast mót vegis myndug­ leik um og um hvør vis vernd ­ ar felagskap um sum prógv um, at ar beitt verður við at loysa trupul leik ar nar, og hvussu virkin skilji ris tin er. ­ Við myndunum kunnu feløg ini, sum reka hesi skip, próg va, hvussu effektiv eks­ klod er ing in av hjáveiði í veru leika num er, leggja teir aftrat. Stóran týdning Fyri American Seafood Compag ny hevur tað stór­ an týdning, at skipini kun­ nu fiska sum longst, har høvuðs fiskasløgini eru at fáa. ­ Alternativið er, at skipini noyð ast at flyta undan laksi til leiðir, har minni er at fáa av teimum fiskasløgum, ið roynt verður eftir, og tað gon g ur so aftur út yvir úr­ tøku na. Stóra felagið, sum hev ur keypt okkara trol­ kamera, gongur soleiðis á odda í royndini at minka um hjá veiðina. Teir ásanna báðir, at upp runa liga hugskotið við trol kamera num var at geva fiski monn um høvi til betri at síggja, hvussu reiðskapurin arbeið ir og soleiðis at kunna gera neyvari betringar og juster ing ar, sum kunnu gera mun fyri effektivitetin. ­ At trolkameraið nú eisini er vorðið ein týðandi tátt ur í Hava selt fleiri tro TØKNI - Tað, sum er rættiliga áhugavert við trolkameranum og marknaðinum í USA, er, at kameraið bæði kann brúkast til at justera veiðireiðskap, soleiðis at hann roynist optimalur, og mest møguligur fiskur kemur í trolið. Í aðrar mátar kann tólið eisini brúkast í arbeiðnum at menna skipanir við ymiskum skiljiristum, soleiðis at óynsktur fiskur fer útaftur, siga Rúni Petersen og Sofus Gregersen hjá JT electric á Kambsdali Rúni Petersen saman við tveimum av fremstu monnunum aftanfyri Harris Electric, ið umboða og veita tænastu í USA fyri fyritøkuna á Kambsdali ... umframt góða samstarvið, vit hava við Vónina, hava vit eisini etablerað okkum við onnur feløg úti í heimi, sum eru veitarar til fiskiskipaflotan...