mikudagur 5. januar 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
Sosialurin
Tíðargrein
Sjúrður Skaale
T
að er í grundregluni einki galið
við, at fólk rinda beinleiðis fyri
Kringvarpið.
At vit fáa eina rokning, og sjálv
skulu flyta eina stóra upphædd
beinleiðis av okkara konto yvir til
Kringvarpið, ger okkum tilvitað um,
hvat vit fáa fyri pengarnar.
Tí er kringvarpið eisini konstant
í brennideplinum. Tað gongur ikki
dagur uttan at fólk alment geva
til kennar, um tey eru nøgd ella
ónøgd um tað, tey fáa fyri sítt
kringvarpsgjald. Hetta leggur eitt
sunt trýst á stovnin, hansara leiðslu
og hansara starvsfólk.
Tað er lítil ivi um, at Kringvarpið
hevði verið øðrvísi - og verri! - um
fólk ikki rindaðu beinleiðis fyri
hesa tænastu.
Aðrar rokningar...
Vit kunnu hugsa okkum hvussu
almenna kjakið hevði verið, um vit
eisini fingu rokningar, sum áløgdu
okkum at rinda beinleiðis fyri til
dømis fólkaskúlan, arbeiðseftirlitið,
strandferðsluna, Skráseting Føroya,
sjúkrahúsverkið og 100 onnur ting.
Mundu slíkar rokningar ikki lagt
trýst á, so tað hevði verið lættari at
framt rationaliseringar innan tað
almenna?
Og hvussu við politisku skipan-
ini? Hvussu hevði verið við ting-
mannatali, koyripengum, dupultum
lønum, pensiónum og tali av
aðalráðum, um fólk blivu tvingað til
at flyta nógvar pengar av síni konto
beinleiðis til politisku skipanina?
Eg giti, at nógv hevði sæð øðrvísi
út!
Ein stórur vandi við tí sonevnda
"vælferðarsamfelagnum" er, at vit
ikki eru tilvitað um hvat tingini
kosta og hvar skattapengarnar
fara. Tað endar sum eitt krevjara-
samfelag, har politikarar liva av
at vera gávumildir við pengunum
hjá øðrum. Fólk verða uppald til at
halda, at almennar tænastur eru
gávur frá politikarum.
Uttan tá talan er um kringvarpið!
Tá merkja fólk beinleiðis, at tey eru
tey, sum rinda.
Ein skattur
Men hóast eitt slíkt beinleiðis "brúk-
aragjald" í prinsippinum er sunt,
so er nýggja kringvarpsgjaldið hjá
ABC-samgonguni burtur úr vón og
viti!
Nú skal tann, sum ikki vil rinda,
prógva at hann ikki hevur nakran
móttakara. Og øll vita, at tað finst
ikki eitt hús í landinum, sum ikki
hevur okkurt tól, sum kann taka
útvarps- ella sjónvarpssignal.
Við øðrum orðum: Hetta er ikki
ein tænasta, sum fólk kunnu velja
at rinda fyri. Hetta er nakað, sum øll
skulu gjalda. Hetta er ein skattur!
Til tess at tryggja, at fólk síggja
hvat tey rinda fyri, kundi hetta verið
gjørt sum ein "kringvarpsskattur"
(tað hevði mint um kirkjuskattin)
soleiðis at øll, alt eftir inntøku,
rindaðu eina upphædd til kring-
varpið, meðan t.d. DIS'arar fingu
serstakt girokort.
Við hesi skipan hevði eingin
kunnað snýtt, vit høvdu varðveitt
tað sunna trýstið á stovnin, og tað
hevði verið sosialt rættvíst.
Ein slík loysn hevur verið á
borðinum hjá landsstýriskvinnuni,
men samgongan vrakaði hana.
Í staðin verður kringvarpsgjaldið
verandi tað, vit kunnu nevna ein
"húsarhaldskattur" og ein "fyritøku-
skattur".
Tilvildarligt og órættvíst
Hesin skattur rakar púra tilvildar-
liga og er hamrandi asosialur.
Eitt er, at láglønt og hálønt rinda
tað sama.
Annað er, at ein persónur, sum er
einsamallur í húsi, sjálvur skal rinda
eitt heilt kringvarpsgjald. Men har
fimm fólk eru í húsi, rinda tey eisini
bara eitt gjald - tilsamans.
Hevur
persónurin,
sum
er
einsamallur í húsi, eitt virki, skal
hetta virkið eisini rinda kringvarps-
gjald. Hann skal altso í veruleik-
anum rinda dupult gjald - meðan
mong bara rinda ein brotpart av
einum gjaldi.
Órættvísari verður tað ikki...
ABC blokkerar
Tað er ikki meiriluti á tingi fyri at tí
serstaka kringvarpsskattinum, sum
eftir mínum heilt persónliga tykki
hevði verið besta loysnin.
Men tað er meiriluti fyri eini
aðrari loysn, sum hevði verið betri
enn tann, vit nú fáa: Nevniliga at
krevja gjaldið gjøgnum vanliga
skattin, og hava serstakt gjald fyri
t.d. DIS'arar. Hetta setti Tjóðveldi
fram uppskot um bæði í 2009 og
2010.
Við hesum høvdu vit mist tað
greiða gjøgnumskygni, ið beinleiðis
gjaldið til Kringvarpið gevur. Men
tað hevði verið bæði rættvísari og
nógv, nógv einfaldari at umsita, enn
tað, sum nú verður sett í verk.
Og tað er altso eisini eitt sindur
løgið, at vit hava eina serstaka,
gjøgnumskygda skattaskipan fyri
Kringvarpið, meðan allir aðrir
almennir stovnar sleppa at "fjala
seg" í teirri stóru skattapuljuni.
At
krevja
kringvarpsgjaldið
umvegis skattin er eisini tað, sum
CHE-samgongan ætlaði at gera,
so tað er lítil ivi um, at tað er
meiriluti á tingi fyri hesi loysnini.
Og tað er eingin sum helst ivi
um, at flokkurin, sum nú hevur
ábyrgdina av Kringvarpinum -
Javnaðarflokkurin - heldur hetta
vera tað besta.
Hetta er tí tann vælkendan
støðan: Tað er ein minniluti á tingi
sum dikterar, hvat gerast skal!
Er tað lógligt?
Kringvarpsgjaldið er, sum sagt, í
veruleikanum er ein obligatoriskur
skattur. Tað hevur tað verið leingi,
men við nýggju skipanini er als
eingin ivi.
Men hetta er ein skattur, har
fólk, sum búgva einsamøll, verða
skattað nógv harðari enn tey, sum
búgva saman við øðrum.
Hetta er altso ein skattur, har
øll ikki eru líka fyri lógini. Og tann
munur, sum verður gjørdur á fólki,
er bæði tilvildarligur og ósakligur.
Og tað reisir spurningin, um tað
er lógligt.
Hava vit loyvi til at skatta tey,
sum búgva einsamøll, harðari enn
tey, sum búgva saman við øðrum?
Hesin
spurningur
er
so
prinsipiellur, at eg nú havi tikið
hann upp á tingi.
Kringvarpsgjaldið er ósakligt og órættvíst.
Er tað eisini ólógligt?
Summi rinda tvey kringvarpsgjøld. Onnur rinda ein fimting av einum gjaldi. Tað verður gjørdur tilvildarligur
og ósakligur munur á fólki. Tað er hamrandi órættvíst. Spurningurin er, um tað eisini er ólógligt