mikudagur 5. januar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
14
Sosialurin
Kjak
Í
fjølmiðlunum
nú
um
dagarnar, kunna vit lesa, at
Jóhan Heri Joensen heldur
at vit politikkara í Eysturoy
tosa við tveimum tungum,
tá tað verður mótmælt at
Rósa
Samuelsen,
Lands
stýriskvinna, ætlar at niður
leggja umlættingsplássini á
Gøtubrá. Fyri at nýta hans
ara orð, so heldur hann hetta
vera ”politiskt skemt á høgum
støði”. Hetta førir hann fram,
uttan so mikið sum um at
hava sett seg inn í málið. Tað
harmar meg.
Lat okkum taka tað frá
einum enda. Gøtu og Leir
víkar kommunur tóku tey
stóru stig, og bygdu eldrasam
býlir. Hetta vóru íløgur fyri
uml. 35. mió. kr harav stuðulin
frá landinum var 1.3 mió. kr.
Eisini hava kommununar
báðar, og nú Eysturkommuna
eisini, verið við at bygd og
útbygd Eysturoyar Ellis og
Røktarheim.
Umframt tað, so hava
kommunurnar goldið fyri
rakstur og náttarvaktirnar á
sambýlunum. Árliga nettoút
reiðslan av hesum er knappar
2. mió. kr. ella 1.000, kr. pr.
borgara í Eysturkommunu.
Tá sambýlini vóru bygd,
var ikki tørvur á 26 sambýlis
plássum í Gøtu og Leirvík,
men Eysturoyar Røktar og
Ellisheim (ERE) manglaði
umlættingarpláss,
og
tí
blivu 6 pláss bygd afturat
i sambýlinum í Gøtu, og
plássini blivu leigaði út til
ERE. Støðan er ikki broytt í
dag. Enn er tørvur á røktar
heimsplássum og ikki sam
býlisplássum. Tí undrar tað
okkum, at man nú skal niður
leggja røktarheimspláss og
upprætta nýggj sambýlis
pláss við tí grundgeving, at
tað er betri fyri borgaran.
Niðurleggingin hevur einans
eitt endamál, nevnuliga at
spara landinum pengar. Og
tað kann man so hava sínar
meiningar um.
Eysturkommuna
hevur
greitt boða frá, at hon góð
tekur ikki at landið flytir fleiri
útreiðslur frá landinum til
kommununa, og hevur tískil
boða frá, at hon ikki er sinn
að at rinda fyri nýggj sam
býlispláss. Tískil verður niður
leggingin av hesum plássum
verðuleiki, og Rósa Samuel
sen sparir nakrar krónir.
Greitt ábyrgdarbýti er
nakað sum kommunurnar
leingi hava eftirlýst. Tískil
hevur Eysturkommuna eisini
bjóða Almannaráðnum/Nær
verkinum at umleggja alt
Gøtubrá til eitt Røktarheim.
Á tann hátt vildi Jóhan Heri
Joensen eisini fingið sín vilja,
nevnuliga við einum ellis
heimið í Eysturoy afturat.
Samstundis vildi Eystur
kommuna komi niður á áleið
sama kostnaðarstøði til eldra
økið, sum hinar kommun
urnar í landinum hava í dag.
Lat okkum venda myndini
eitt sindur. Kommunurnar
hava ábyrgd av barnaøkinum,
og sum sagt, ikki av eldra
økinum. Bleiv Gøtubrá um
lagt til eitt ellisheim, so vildi
kostnaðurin Eysturkomm
una rindar til eldraøkið lækka
við uml. 1. mió. kr árliga, ella
niður á uml. 500, kr. pr. borg
ara, ið allíkavæl er væl hægri
enn t.d. tað sum Fuglafjarðar
kommuna rindar.
1 mió. kr. á eldraøkinum
svarar til 2.000, kr. í barna
frádrátti. Í staðin fyri at
kommunan var noydd at
lækka barnafrádráttin við
1.000, kr í 2011, kundi hon
hækka hann við 2.000, kr.
Kundi eisini víst á, at tað eru
kommunur, ið rinda millum
lítið og onki til eldraøkið í dag.
Var Eysturkommuna ein av
teimum, so kundu vit hækka
barnafrádráttin við 4.000, kr.
og ikki lækka hann fyri 2011.
Í staðin fyri rindar komm
unan knappar 2 mió. kr. til eitt
málsøkið, ið ikki eru komm
unalt, men lands. Orsøkin
til hesa útreiðsluna, kennir
Jóhan Heri Joensen, sum
hevur tikið sær av eldraøki
num í sínum lokaløkið í mong
ár, betri enn undirritaði.
Lat
ongan
misskilja
okkum. Eysturkommuna er
stolt av og glað fyri tey megn
ar tøk Gøtu og Leirvíkar
kommunur hava gjørt. Tað
var neyðugt, tí landið røkti
ikki sínar skyldur, og tey
gomlu sum hava bygd hetta
samfelagið upp, lógu óhjálpin
og einsamøll heima, uttan tað
røkt teimum er uppiborði.
Tað Eysturkommuna mót
mælir er, at okkara skatta
borgara skulu áleggjast fleiri
útreiðslur til eldraøkið, enn
man longu hevur í dag. Og
tær útreiðslur skattaborgarin
í Eysturkommunu hevur í dag
á eldraøkinum, eru millum
tvær og fýra ferð størri, enn
flestu
aðrar
kommunur
hava. Skal ein umlegging
frá røktarheimsplássum til
sambýlispláss
fara
fram,
so eigur hon at vera gjørd
har tað ikki longu verður
rinda í so stóran mun til
eldraøkið, sum tað verðu
í
Eysturkommunu.
Men
rættast er uttan iva, at
landið tóks sær fult og heilt
av teimum uppgávum, ið
tey varða av. Her millum
eisini eldraøkinum. Greitt
ábyrgdarbýtið!!!
Jóhan Christiansen
borgarstjóri
Greitt ábyrgdarbýti á eldraøkinum, púra samdur
Nei, tað er eingin løtt loysn
– men tíðin er komin til at
hyggja føroyska samfelagið í
kortini og rationalisera.
Løkke og Thorning vóru,
ígjárkvøldið bæði samd um
at okkurt má gerast við øktu
útreiðslurnar at reka danska
samfelagið. Bæði vóru tey
samd um at rationalisera og
spara, so danir ikki bara fáa
eina bíligari men eisini eina
betri
almenna
umsiting.
Hetta er alneyðugt fyri at
tryggja donsku vælferðina,
sum er hótt av øktum
almennum útreiðslum.
Í Føroyum
Í Føroyum standa vit í
somu
støðu
sum
danir.
Útreiðslurnar at reka land
ið eru nógv vaksnar sein
astu 10 árini. Hyggja vit
eftir
høvuðstølunum
hjá
landskassaroknskapinum,
vóru inntøkurnar hjá landi
num 3.767 mió. kr. í ár 2000,
meðan útreiðslurnar vóru
3.166 mió. kr. Tað vil siga at
húsarhaldið Føroyar tá hevði
eitt yvirskot áljóðandi 601
mió. kr. í ár 2000.
Síðani ár 2000 vaksa
útreiðslurnar
skjótt
ár
undan
árið.
Inntøkurnar
vaksa eisini, men tær megna
ikki at vaksa eins nógv og
útreiðslurnar. Inntøkurnar
í 2009 vórðu 4.535 mió.
kr.,
meðan
útreiðslurnar
eru vaksnar til 5.223 mió.
kr. Undirskotið hjá lands
kassanum var sostatt í 2009
688 mió. kr.
Útreiðslurnar vaksa
og eingin er glaður
Sjálvt
um
útreiðslurnar
eru øktar munandi síðan ár
2000, og hetta skuldi havt við
sær, at almenna umsitingin
er vorðin tilsvarandi betur,
so hava vit ongantíð fyrr
hoyrt so nógv ónøgdsemi
um
manglandi
pengar
sum nú. Vit hoyra dag og
dagliga í fjølmiðlunum, at
stovnsleiðarar gremja seg
um manglandi játtan og
at føroyskir borgarar eru
misnøgdir
við
almennu
tænasturnar.
Tað er eingn løtt
loysn – men vit
mugu rationalisera
Nei, tað er eingin nem loysn
– men tíðin er komin til at
hyggja føroyska samfelagið í
kortini og rationalisera.
Í einum so lítlum landi
sum Føroyar eiga vit at ansa
væl eftir, at fyrisitingin
virkar effektiv, smidlig og
tænastuvinarlig. Samstundis
sum hon er tilpassað tey
umleið 50.000 fólkini, ið
búgva í Føroyum.
Tá talan er um rationali
seringar og sparingar eigur
at verða byrja úr erva.
Tildømis havi eg víst á, at
aðalráðini
verða
minkað
úr 9 til 6 aðalráð. Hetta
hevði bara betra um bæði
fyrisitingina sjálva og fakliga
umhvørvið hjá fyrisitingini.
Verða aðalráðini løgd saman,
verður tað nógv lættari at fáa
samskipað ella leggja stovnar
saman við effektivieringum/
sparingum fyri eyga.
Lat okkum ikki sita hend
ur í favn – men lat okkum
fara ígongd áðrenn danir
aftur gera tað fyri okkum.
Okurs útreiðslur ein hóttan
fyri vælferðina í Føroyum
Kitty May Ellefsen
Eins og danir so mugu vit eisini byrja at rationalisera