mikudagur 5. januar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
Sosialurin
John S. Myllhamar
Øll munnu hava verið í
brúðleypi bæði eina og fleiri
ferðir. Nøkur brúðleyp eru
stuttlig og festlig, gestirnir
eru kátir og skemtingarsamir.
Onnur brúðleyp eru meiri
stírvin og tung, tað eydnast
líkasum ikki at fáa tað lætta
flogið yvir veitsluna, okkurt
vantar, kanska dugir ella
megnar forstandarin ikki
rættiliga uppgávuna.
Stundum
undrast
tú
yvir, hvussu ávís skriftstøð
í Halgubók verða umtalað,
viðgjørd ella uttanum gingin.
Nøkur av hesum versum
snúgva seg um eitt brúðleyp
í einari bygd í Galileu nakrar
kilometrar
norðan
fyri
Nasaret, sum nevnist Kána.
Men her stríðast sjálvt tær
frálíku fótnotir til fánýtis.
Í gildinum er vínið vorðið
uppi, og móðir Jesu biður
hann loysa trupulleikan. Tað
skuldi nú verið smáting fyri
skapara alheimsins.
Havi gingið í kirkju frá
baranárum. Ongantíð havi eg
hoyrt nakran prest koma inn
á sjálvan kjarnan í tekstinum
um brúðleypið í Kána. Hend
ingin hevur neyvan heldur
nakrantíð verið tekstur í
einum kristiligum samkomu
húsi, heldur ikki hjá teimum,
ið nevna seg bíbliutrúgv.
Tveir bólkar eru, sum ikki
hóva hendingina, trábeitin,
sum vildu, at hon ikki stóð í
Halgubók, og sum tí royna at
ignorera hana ella tulka hana
bæði henda veg og handa veg,
eitt nú, at tað var alkoholfrítt
vín, Jesus gjørdi, Tey koma
við
undanførslum,
ofta
láturligum mótargumentum,
Ella verður sagt: Tað skal ikki
skiljast soleiðis ...
Og so eru tað tey, sum ikki
trúgva, at Jesus megnaði
hetta undrið, og tí hava sínar
egnu frágreiðingar og burtur
forkláringar, sum einki hava
at halda í.
Men lesa vit (bíbliutrúgv)
beint sum tað stendur, so vóru
nakrir av gestnum vorðnir
druknir, og tá ger Jesus enn
meira og betri vín, heilar
fimmhundra litrar, siga tey
kønu, ið vita hvussu nógv tey
seks reinsannarkerið tóku til
saman. Fimmhundrað litrar
svara til úti við sjeyhundra
fløskur
–
ikki
smávegis
bestillningur.
Í brúðleypinum í Kána
var vínið uppi. Og í einum
brúðleypi, har Jesus var
gestur, bar ikki til at veitslu
gleðin kundi fara fyri skeytið,
bara tí tað treyt vín. Har, sum
Jesus er við, kann einki køva
gleðina. Nakrir av gestunum
høvdu ivaleyst tikið ov nógv
til sín, teir kundu sær ikki
magamál, men drukku alt
vínið, sum var, og gjørdust
tí fullir, Sostatt fingu teir
einki burtur úr veitsluni.
Av somu orsøk fingu hini
einki vín og vóru tí heldur
ikki í veitslulag. Báðir partar
mistu. Men her bjargar Jesus
støðuni so at veitslan kundi
halda fram og gestirnir vera
kátir og skemtingarsamir.
Men hvussu lat tað seg
so gera? Onkur hevur spurt
um tað. Var kanska eyka vín
goymt í kjallaranum, sum
uttan at nakar skuldi varn
ast, varð tikið fram? Ella
var veruliga talan um eitt
nummar at umskapa, altso
tann reini kemiski gandur?
Tað kundi verið stuttligt at
vitað. Men líkamikið, hvat
vit halda, so er greitt, at við
at spyrja á hendan hátt, fæst
als ikki fatur í tí avgerandi.
Tað avgerandi er ikki at
Jesus stendur sum hin stóri
gyklarin ella gandakallurin.
Tað avgerandi er tað, ið
hendir við øllum teimum, ið
eru tilstaðar. Tað veruliga
undrið er, at har ið vónbrot,
missmót og keðiligheit hava
fingið vald, og gleðin tykist
svinna burtur, har lyftir festin
seg av nýggjum, og gestirnir
kenna í sær nøgdsemi og
kæti, sum ikki orð eru fyri.
Bilsnir og bergtiknir kenna
teir eina frøi, ið ger tilveruna
undurfulla og dýrmæta.
Ein fín detalja er í evang
eliinum
eftir
Jóhannes:
Jesus sigur við teir: ”Fyllið
vatnskerini við vatni!” Og
so stendur: ”teir fyltu tey á
tremur”. Ikki bara hálv ella
tríhvart, nei, teir fyltu tey á
tremur! Teir gjørdu veruliga
tað, Jesus beyð teimum at
gera. Og síðani gjørdi hann
besta vín úr kraftaleysum
vatni, sum Mikkjal á Ryggi
tekur til í einum sálmi. Hann
broytti tað vatndeyva, turra
og keðiliga til gleði, til lív, til
signing.
Vit kenna helst til hetta, at
okkurt vantar í lívinum, alt er
í og fyri seg nóg gott og í lagi,
men tað trýtur kortini við
onkrum, tí, ið hevur størsta
týdning í felagsskapinum. Øll
kenna til dagar og tíðir, har
tað litríka er vorðið grátt, tað
festliga gjørdist til keðiligheit
og tað gleðiliga dapurt – bara
tí at vit snerktu at tí.
So lætt er at gera alt til
einki men gera vit tað, upp
liva vit eisini, at lívið missir
lit og fylling.
Tak nú brúðleypið í Kána
– góður matur, frálíkt vín,
fínur tónleikur, ein rúgva av
brúðleypsgestum, ein fest,
har øll segl eru sett, fyri at
geva nýggja brúðarparinum
ein ógloymandi dag. Nú skal
veitsla haldast eftir bestu
uppskrift.
Og so er vínið uppi – sera
ring støða – ella kanska kom
tað væl við um vit skulu
akta sjónarmiðið hja fólka
heilsuráðnum – tí um reglan
um hægst fjúrtan ella einog
tjúgu snapsar um vikuna
eisini galt í Kána, so er tað
grundarlag
fyri
øðiligum
timburmonnum, um gestir
nir, sum sambart Jóhannes
longu vóru fullir, aftur skulu
at drekka teir fimmhundra
litrarnar av góðum víni, sum
við einum undri brádliga
streymaðu úr teimum seks
stóru reinsanarkerunum.
Jesus gjørdi ikki breyð
undrið fyri at mannamúgvan
skuldi eta seg yvir rygg, men
fyri at tey skuldu fáa eina
máltíð til ferðar. Hann ger
heldur ikki vínundrið fyri
at gestirnir skulu drekka seg
avfeldigar, men fyri at teir
skulu hava tað stuttligt.
Brúk
av
víni
verður
gjøgnum
alla
Halgubók
sett í samband við gleði og
veitslulag. Jesaja profetur
skrivar, ”Harri herliðanna
man á hesum fjalli tilbúgva
øllum tjóðum veitslu, veitslu
við krásum og gomlum víni,
veitslu við feitum krásum
og gomlum, skírum víni”.
Og sálmaskaldið í Gamla
Testamenti syngur um, at
vínið gleðir mansins hjartað,
bara fyri at nevna tvey av
teim mongum skriftstøðum
hesum viðvíkjandi:
Men missnýtsla av víni
eins og av øllum øðrum, ið
verður misbrúkt, verður í
Halgubók sett í samband við
tað neiliga, tað spillandi. Ikki
er neyðugt at siga frá tí.
Viðvíkjandi brúðleypinum
í Kána er tó líkamikið við
øllum okkara meira og minni
skilagóðu ”við máta” heilsu
grundgevingum, Vit vita øll,
at har skortaði nakað – tað
fyrsta vit høvdu minst hetta
annars væl skipaða brúðleyp
fyri, hevði verið tað, ið treyt –
minnist tú, hinaferð vit vóru
í brúðleypi í Kána, ta ferðina
vínið varð uppi!
Og tað ið er galdandi brúð
leypið hin dagin í Kána, er
galdandi mong onnur viður
skifti í lívinum. Maturin
kann vera so góður, nørandi
og vitaminríkur hann er,
men hevur kokkurin gloymt
saltið og kryddaríið – ja, so
eru vit ikki í iva um, at tað
vantar okkurt – maturin er
smakkleysur.
Jú, men vit yvirliva nokk,
um einki vín er eftir. Á ja,
men tað er ein heimur á muni
millum at liva og at yvirliva.
Ein hevur sagt tað soleiðis:,
”vit hava alt, men tað er eisini
alt vit hava” – í tí replik er
ein longsul eftir fyllu, einari
fyllu, sum ikki snýr seg um
pengar og tímiligar lutir. Og
er tað eingin ella einki, sum
sigur teimum ímóti, endar
tað við, at alt verður tómt,
nyttuleyst og likamikið.
Brúðleypið í Kána er ein
mótsøgn til at geva upp, til
eina mótleysa støðu til lívið.
Ja, tað er meira – tað er ein
frásøgn, sum sýnir okkum
ein farra av Guðs riki – tí ríki,
har vit síggja tað ið hendir,
tá ið Jesus grípir inn í lív
okkara.
Í veitsluna, sum var um
at fáa ein bráan enda, kom
nýtt lív, tá ið Jesus setti tað
nýggja vínið á borðið. Hann
gav teimum, tað ið tørvaði.
Guð grípur inn og fyllir
tíðina við øllum tí, okkum
vantar – fylling tíðarinnar er
har, ið okkara tómleiki verður
fyltur av Guðs kærleika.
Reinsannarkerini
stóðu
har, sum bíðaðu tey bara eftir
at verða fylt – tey eru ein
mynd av tí gamla, eitt bílæti
av teimum tómu, gomlu
jødisku reglunum, um alt
tað ið ein rætttrúgvandi jødi
skuldi yvirhalda.
Men Jesus brýtur við
tað gamla. Hann kom við
einari nýggjari trúgv. Guð
er hin sami, men jødanna
guðsdýrkan við at yvirhalda
hundratals reglur og boð, er
ikki vegurin til Guðs.
Tí Jesus er sjálvur vegurin
og sannleikin um Guðs kær
leika, fyrigeving og sælu.
Vínið er eitt tekin eitt
tekin um, at nakað meira og
nakað størri er við at bróta
ígjøgnum vit skulu ikki
longur reinsa okkum, men
vit eru rein í kraft av, at Jesus
gav sitt liv fyri okkara skyld.
Hugleiðingar um brúðleypið í Kána