mikudagur 5. januar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
16
Sosialurin
Eg skal viðganga, at henda
seinasta
tíðin
á
árinum
hevur verið nógv merkt av
politikki og ætlanini at skerja
løgtingsstuðulin til føroyska
ítrótt munandi.
Tað er tí við nøgdsemi og
ávísum takksemi, at eg í dag
kann staðfesta, at fíggjar
lógin varð samtykt beint
fyri jól við eini skerjing upp
á “einans” 200.000 krónur.
Hóast almenni stuðulin
til føroyska ítrótt so at
siga hevur staðið í stað og
minkað hesi nógvu seinastu
árini, so vóru ætlanir um
at skerja stuðulin í 2011 við
hálvari
millión
krónum.
Men í seinastu løtu vóru tað
nakrir løgtingslimir, sum
dugdu at síggja virðið í tí,
sum ítróttafeløgini gera, og
avmarkaðu hesa skerjing við
300.000 krónum.
Á sama tingfundi, kundi
eg eisini konstatera, at ætlaða
lógin um mvgafturbering
til ítróttafeløgini langt um
leingi er búgvin at leggja fyri
ting. Tað er nú rúm tíð gingin,
síðan tað varð lovað okkum
at fáa eina slíka skipan,
afturfyri at skipanin við
almennum stuðli til bygging
av ítróttahúsum og ítrótta
anleggum varð tikin av.
Nú siga vit farvæl til tvey
væleydnað
rørsluár,
har
ÍSF hevur havt sín aktiva
leiklut. Serliga fegin eru vit
um tiltakið “Heystrøringur”,
har fleiri av limafeløgunum
tóku áheitan okkara til sín,
og skipaðu fyri spennandi
aktivitetum fyri børnunum
í heystfrítíðini.
Hóast vit ikki longur
hava rørsluár, er tað eisini
í árunum, sum koma av
stórum týdningi, at vit øll
fáa rørt okkum so nógv sum
gjørligt. Tí skal tað eisini
framyvir vera ein uppgáva
hjá ÍSF at taka lut í og skipa
fyri tiltøkum, sum fáa sum
flest út at røra seg og íðka
ítrótt.
Tað eru jú nógvir føroy
ingir, sum íðka ítrótt og
røra seg uttan at vera limur
í einum av feløgunum undir
Ítróttasambandinum. Men vit
eiga sum ovasti myndugleiki
í ítróttaheiminum eisini at
gera okkum til talsfólk fyri
hesi fólk og stuðla og eggja
øllum at røra seg meira, so
at heilsustøðan her á landi
kann hækkast.
Komandi ár – 2011 – er av
Heilsumálaráðnum
skýrt
at vera kostár. Vit í ÍSF eru
longu komin langt ávegis í
okkara fyrireikingum. Tað
var beinanvegin greitt fyri
okkum, at vit eisini í kostári
num vildu hava ein viðvirk
andi leiklut.
Okkara
ungdóms
og
ítróttaráðgevi er – sum tit
hava kunnað lisið á heima
síðu okkara – væl á veg at
leggja til rættis eitt tilboð til
øll ítróttafeløg undir ÍSF, so
tey á lættari hátt fáa møgu
leika at borðreiða við heilsu
góðum góðbitum fyri ítrótta
fólki á stevnum og tiltøkum.
2011 er ikki bara kostár.
Tað er eisini oyggjaleikaár. Í
summar fara leikirnir fram
á Isle of Wight í Ermasundi,
beint út fyri ensku suður
strondini. Vit eru fleiri, sum
við stórum vónum síggja
fram til hesa ítróttastevnu,
sum er so týðandi fyri
føroysk ítróttafólk – ein
góður møguleiki hjá okkara
djørvu íðkarum at royna síni
brøgd í kapping við aðrar
tjóðir á jøvnum føti.
Til
oyggjaleikirnar
í
Álandi í 2009 komu vit
heimaftur sum tann mest
vinnandi tjóðin av øllum.
Hetta var eitt satt bragd. Um
tað kann endurtakast á Isle
of Wight er eingin sjálvfylgja.
Tað veldst millum annað um,
hvussu høgt oyggjaleikirnir
kunnu raðfestast í teimum
einstøku sersambondunum,
tí peningur er neyðugur, um
fyritreytir og fyrireikingar
kunnu verða optimalar.
Vit hava ítróttagreinar,
ið eru komnar rættiliga
nógv longri enn at síggja
oyggjaleikir sum tann størsta
ítróttahendingin á árinum.
Her hugsi eg einamest um
svimjingina, har vit eiga eitt
ítróttafólk í heimsflokki.
ÍSF roynir við serstøku
játtanini til úrvalsítróttafólk
at geva Páli Joensen so góðar
umstøður sum gjørligt, so at
fyrireikingarnar til stórar
kappingar, so sum norður
lendskar,
evropeiskar
og
heimsmeistarakappingar
verða so góðar sum gjørligt.
Men ein partur av játtanini
fer eisini til at stimbra onnur
evnarík føroysk ítróttafólk
við at bjóða teimum skeið av
ymsum slag og eitt umhvørvi,
har tey verða eggjað til at
geva tað, sum skal til, so at
tey hava møguleika at koma
eins langt, og Pál Joensen
longu er komin.
Ein av heilt stóru avbjóð
ingunum, sum standa fyri
framman hjá Páli Joensen,
hjá føroyskari svimjing og
føroyskum ítrótti, eru olymp
isku leikirnir í London í 2012.
Tíverri er tað ikki enn
eydnast at útvega ÍSF og
Føroyum sjálvstøðugan lima
skap í altjóða olympisku
nevndini,
og
tí
er
ikki
møguleiki hjá føroyskum
ítróttafólkum
at
luttaka
sum føroyingur í hesi størstu
ítróttakappingini sum er til.
ÍSF hevur nú gjørt eina
samstarvsavtalu við donsku
olympisku nevndina um, at
Pál kann gerast ein partur av
danska svimjiliðnum, sum fer
til London, um hann annars
megnar kravtíðirnar. Hóast
hetta ikki er optimalt fyri Pál,
so hava vit kortini tryggjað
okkum, at Pál kann umboða
føroyska Merkið í London, og
tað er tað týdningarmesta, tá
umstøðurnar nú eru so, sum
tær eru.
Og
olympiskir
leikir
eru
sum
kunnugt
bara
fjórða hvørt ár. Nógv kann
henda í einum olympiskum
tíðarskeiði, so vónandi eru
umstøðurnar og fyritreytir
nar nakrar aðrar í 2016, tá leik
irnir vera í Rio de Janeiro.
Eins og tað er galdandi
fyri olympiskar leikir, so
tekur tað eisini fleiri ár at
fyrireika seg til oyggjaleikir,
hóast hesir eru smáir í mun
til
teir
olympisku.
Men
oyggjaleikirnir eru vorðnir
somikið
umfatandi
eftir
hondini, at Føroyar ikki eru
førar fyri at bjóða seg fram
sum vertur fyri leikirnar.
Tá hugsað verður um, at
vit vóru tann mest vinnandi
tjóðin á leikunum í Álandi
í 2009, so er tað eitt sindur
snópisligt, at vit føroyingar
ikki kunnu vera við at bjóða
okkum fram sum vertir.
Men tað er ein sannroynd,
og vit hava leingi kent treytir
nar fyri at hýsa oyggja
leikunum. Vegna Ítróttasam
band Føroya má seg siga,
at okkara størsta ynski er
at kunna verða vertur fyri
oyggjaleikirnar í nærmastu
framtíð. Men tað krevur, at
politiska landslagið eisini er
við upp á tað, og er til reiðar
at hjálpa okkum við at skapa
fortreytirnar fyri hesum.
Tað, ið skal til er, at nøkur
ávís ítróttaanlegg afturat
verða fingin til vega – her
hugsi eg serliga um betri
umstøður til ítróttirnar golf,
tennis og skjóting. Og so skal
ein loysn finnast á, hvussu
vit hýsa øllum teimum mill
um 2.500 og 3.500 ítróttafólk
unum, leiðarunum, fjepp
arunum og tíðindafólkunum,
sum koma til slíkar leikir.
Mín vón er, at eitt nú
nývalda
ferðavinnuráðið
fær
eyguni
upp
fyri
týdninginum, sum ítróttin
hevur fyri hesa so týðandi
vinnu
fyri
okkara
land.
Um vit fingu oyggjaleikir
her heim, kundi tað givið
ferðavinnuni eitt tiltrongt
skump fram á leið, og hartil
eru nógvir møguleikar at
menna ferðavinnuna í tøttum
samstarvi
við
føroyskt
ítróttalív.
Okkara ítróttafólk eru
jú fyrimyndarligir ambassa
dørar fyri Føroyar, tá vit
eru úti og umboða landið.
Tað er almenn vitan, hvussu
nógva umrøðu eitt nú fót
bóltslandsliðið hevur givið
Føroyum, og sama er gald
andi fyri onnur lið.
Ein miðvís útbygging av
føroyskum ítróttaanleggum
kundi eisini verið eitt gott
og lønandi íkast til føroyska
ferðavinnu, og her hugsi eg
kanska serliga um golfbreytir
og fleiri møguleikar fyri
bóltspæli innandura.
Vit eiga alla tíðina at
stremba eftir at betra um
viðurskiftini
hjá
okkara
ítróttafólki. Tí fegnist eg
eisini um, at rættilig gongd
nú er komin aftur á arbeiðið
við at útbúgva venjarar og
leiðarar. Fyrsta stigið fevnir
um skeiðini “Ítrótt fyri børn
og ung” og “Ítrótt, venjing og
skaðar”, og fyribils er ætlanin
at halda áfram við at skipa
fyri slíkum skeiðum.
Venjaraútbúgvingin
er
ætlað teimum, sum ynskja
at førleikamenna seg sum
venjari. Hetta kunnu vera
íðkandi, virkandi venjarar,
hjálparfólk ella foreldur, ið
vilja økja um venjarakunn
leikarnar.
Málið hjá ÍSF við at bjóða
felags ítróttaástøðiliga út
búgving er, at sersambondini
við hesum hava møguleika
at bjóða limunum á skeið.
Málið er somuleiðis at lætta
um hjá sersambondunum,
soleiðis at tey kunnu nýta
sína orku til at skipa fyri
skeiðum um teknikk og
annað, sum er serligt fyri
teirra ítróttagrein.
Í størri høpi er málsetn
ingurin at útbúgva venj
arar og harvið at tryggja
dygdina á tilboðunum, sum
sersambondini bjóða teirra
íðkarum. Í framtíðini er
ynskiligt við fleiri góðum og
hugkveikjandi venjarum.
ÍSF hevur eisini ætlanir
um at skipa fyri skeiðum
fyri leiðarar, ið standa á
odda fyri feløgunum. Her
verður hugsað um, hvussu
feløg verða skipað og rikin,
um uppsetan av roknskapi,
og hvat lóggávan sigur um
mvg, skatt, ferðaendurgjald
og slíkt. Mín vón er, at hesi
skeið eisini kunnu byrja í
komandi árinum.
At enda fari eg vegna
Ítróttasamband
Føroya
at bera eina heilsan til øll
tykkum, ið stuðla og verja
um føroyska ítrótt. Fyrst og
fremst íðkararar, venjarar
og leiðarar – men eisini
til øll tykkum onnur, sum
sjálvboðin gera tað møguligt
at reka ítróttafeløgini.
Eg vil eisini bera eina
heilsan til myndugleikarnar,
sum eru við til at stuðla
ítróttini. Uttan tann stuðul,
bæði
peningaligan
og
moralskan, sum ítróttafeløg,
einstaklingar og lið fáa frá
lands
og
kommunalum
myndugleikum, hevði verið
fátæksligt í Føroyum.
Tað liggur mær eisini á
hjarta at takka øllum teimum
vinnufyritøkunum, ið veita
føroyskari ítrótt, feløgum
og einstaklingum, dyggan og
alneyðugan stuðul.
Gott nýggjár øll somul!
Kjak
Petur Elias Petersen
ÍSF-forseti
Nýggjársheilsan frá ÍSF:
Gott at vita, at okkara arbeiði verður virðismett
Komið er um ársskiftið, og eitt gott høvi hjá mær at taka samanum, og líta aftur um
bak fyri at gera upp, hvussu hetta fyrsta ár mítt sum ÍSF-forseti hevur hilnast og eisini
hyggja eitt sindur frameftir móti avbjóðingunum, sum standa fyri framman