mikudagur 5. januar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
Sosialurin
Tíðargrein
Gunvá við Keldu
Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu
Alment kjak er neyðugt um øll
almenn viðurskifti, men í kjakinum
um SEV harmar tað meg at síggja
og hoyra, at tað verður tosað um
vinnarar og taparar í sambandi
við eina avgerð á aðalfundi í SEV.
Slík umrøða, har tónin er rættiliga
harður og orðini ógvuslig, byggir
ikki upp nakað gott, men elvir
heldur til spjaðing og stríð millum
partar, sum í felag eru eigarar og tí
hava ábyrgd av Elfelagnum SEV.
Sum borgarstjóri í einum av
kommununum, sum eiga SEV, vil
eg staðiliga mæla til, at vit nú taka
málið upp, bæði í KSF og FKF, saman
við nevnd og leiðslu í SEV, soleiðis
at vit kunnu savna kreftirnar um at
finna røttu leiðirnar at ganga víðari
fram – til besta fyri allar partar.
Nú byrjar arbeiðið
Á seinasta aðalfundi í SEV gjørdi
aðalfundurin av at hækka prísirnar.
Ein týðandi orsøk til hetta var, at
skotbráið var ov stutt til at gera so
ógvusligar broytingar og sparingar
í árinum, sum nú er byrjað.
Henda avgerð merkir sjálvandi
ikki, at einki skal gerast. Tvørtur
ímóti er henda avgerð bert byrjanin
til eitt arbeiði, sum nú eigur at
fara í gongd í felag millum allar
viðkomandi partar, sum fyrst og
fremst eru leiðsla og nevnd í SEV
og eigararnir, kommunurnar.
Á fyrst komandi fundi í KSF
fara vit heilt víst at leggja upp til
ein dialog og samstarv við nevnd
og leiðslu í SEV, og her vil eg sjálv
leggja dent á, at hetta skal fara fram
á ein konstruktivan og samstundis
dynamiskan hátt.
Tað er eitt nú eigarans uppgáva
at seta yvirskipað út í kortið tað,
sum nevnd og leiðsla síðan standa
fyri og fremja í verki.
Í tólvta tíma
Høvuðstrupulleikin við teimum
broytingum, sum partar av eigar
unum komu við til aðalfundin,
var, at henda viðgerð kom alt ov
seint til at seta í verk á skilagóðan
hátt í hesum árinum. Umráðandi
er at arbeiða á ein skipaðan og so
skynsaman hátt, sum tilber.
Bráfeingis
trupulleikin
hjá
aðalfundinum var at fáa fíggjar
ætlanina hjá SEV fyri 2011 at
hanga saman, og tann akutta setn
ingin greiddi aðalfundurin. Í veru
leikanum var talan um eina álvars
støðu, og hetta var orsøkin til, at
tikið varð undir við fíggjarætlanini,
samstundis sum lagt varð upp til, at
hvør einstøk kommuna sum eigari
framhaldandi ger sína ávirkan í
samstarvi við nevnd og leiðslu.
Sum eg eisini førdi fram á aðal
fundinum, so tykist tað undrunar
vert at koma í tólvta tíma og gera
viðmerkingar til eina fíggjarætlan,
har tað so týðiliga gongur fram,
hvussu stórur tørvurin var at
hækka prísin.
Allir partar mugu vísa
samstarvsvilja
Umboðini í stýrinum fyri SEV
eru vald av kommununum, og
rætta mannagongdin er at arbeiða
ígjøgnum hesi.
Tað kann ikki spyrjast nakað gott
burturúr, um partarnir mótarbeiða
hvørjumøðrum. Til tíðir tykist
tað sum um, at SEV skal berjast
á øllum frontum. Tí er ógvuliga
umráðandi, at vit, kommunurnar,
sum eigarar standa saman um
henda felagsskap.
Samstundis er tað ómetaliga
umráðandi, at bæði nevnd og leiðsla
í SEV eru somikið eyðmjúk, at tey
konstruktivt taka ímóti viðmerk
ingum, sum koma inn, og veruliga
taka hesar uppá ráð. Kommunurnar
hava nógv góð hugskot, og kunnu
vera góðir sparringspartar – eisini
hjá SEV.
Elveitingareftirlitið
er ikki uttan skuld
Tað kann ikki annað enn undra, at
Elveitingareftirlitið hesi seinastu
tvey árini hevur forðað SEV í at gera
tvær smærri hækkingar. Harmiligt,
at hesin eftirlitisstovnur ikki hevur
dugað at sæð longur fram, soleiðis
at SEV fekk møguleikan til hesar
lagaligu hækkingar í betri tíðum.
Ein skal altíð vara seg fyri at
kasta skuld á onnur, men við hesi
vitan kunnu vit ikki annað enn
staðfesta, at Elveitingareftirlitið
eigur sín lut í hesi óhepnu støðu,
sum SEV – og landið sum heild – er
komið í.
Vit,
føroyingar,
mugu
læra
at hyggja longur fram, at gera
langtíðarætlanir.
SEV ikki sum ein og
hvør fyritøka
Í kjakinum hevur eisini verið
ført fram, at um talan var um
nakra aðra fyritøku, so hevði tað
fingið avleiðingar fyri leiðsluna,
og møguliga hevði alt virksemið
steðgað upp, soleiðis sum málið
um fíggjarætlanina fyri 2011 er
handfarið av SEV.
Her mugu vit minnast til,
at Elfelagið SEV als ikki kann
sammetast við eina og hvørja
aðra fyritøku ella felag, tí SEV
hevur serligar ábyrgdir og sam
felagsskyldur, eisini slíkar, sum
eru álagdar við lóg, sum avmarka
møguleikar felagsins.
Havast má í huga, at:
1) SEV er kommunanna felags
skapur. Vit eru eigarar, hetta er
okkara ábyrgd.
2) SEV veitir orku út í hvønn
krók í Føroyum, og tað kostar
lutfalsliga nógvan pening.
3) SEV er ein samhaldsføst
skipan, har elprísurin er hin sami
kring alt landið.
4) SEV hevur gingið við til, at
CO2 útlátið skal niður við 20% tey
næstu 10 árini.
5) SEV lækkaði prísirnar fyri
árum síðan.
Tí er tað somikið meira umráð
andi, at broytingar og tillagingar
verða framdar í breiðum semjum
millum allar partar, heldur enn verða
framdar á ein óskipaðan hátt.
Hvat vil landið?
Vit skulu minnast til, at SEV er eitt
orkuverk, sum skal skapa orku út í
hvønn krók í Føroyum. Vit eru eitt
oyggjasamfelag, ið setur serlig krøv
til fígging av hesum rakstri.
Tíðin krevur, at vit sum sam
felag gerast minni bundin av oljuni,
sum tey komandi árini kann ger
ast munandi dýrari enn í dag, og
hetta setur krøv til útbyggingar av
varandi elorku. Hesar íløgur hava
tað fyri eyga at nýta grøna orku, og
tað kostar í fyrstu syftu, men uppá
longri sikt fer tað at tryggja okkum
varandi orku.
Her mugu vit spyrja, hvat vilja
landsins myndugleikar, sum hava
sagt, at í 2020 skal CO2 útlátið, vera
minka við 20%, og 75% av elveiting
ini koma frá varandi orkukeldum?
Hetta hevur SEV tikið til sín,
men samstundis hava landsmyndug
leikarnir higartil ikki víst vilja
til at veita fígging til eitt nú aldu
orkuverkið, sum er ein spennandi
verkætlan við varandi orku.
Tað er eitt samt løgting, ið hevur
sett hesi høgu mál út í kortið, og
tí eiga vit at kunna rokna við, at
bæði Føroya Landsstýri og Føroya
Løgting standa við sína ábyrgd fyri,
hvussu vit skulu flyta okkum sum
tjóð á hesum týðandi øki.
Tað tykist sum um, at har eru
føgur orð, men hvat síggja vit í verki,
til at landið vil raðfesta varandi
orku? Ynskja tey flestu av okkum
ikki, at vit byggja okkara orkukervi
út við grundstøði í varandi orku?
SEV hevur sera
stóran týdning
Tað fyrsta stóra vatnorkuverkið
í Føroyum varð bygt suðri í Vági
í 1921, sama ár sum Tórshavn tók
eitt motororkuverk í nýtslu. Tíggju
ár seinni, í 1931, tók Klaksvíkar
Kommuna vatnorkuverkið á Strond
í brúk.
Tá í tíðini varð ikki hugsað um
CO2útlát, men áhugavert er í dag
at staðfesta, at hóast hetta valdu
fleiri kommunur longu tá at satsa
upp á varandi elorku.
Tá ið hesar størru kommunurnar
komu upp í SEV, var galdandi
lutvíst fyri Klakvík og ikki minni
fyri Tórshavn, at hetta samstarvið
var neyðugt, tí hesi øki vóru illa fyri
innan elveiting.
Fyri kommunurnar hevði tað
týdning fyri stabilitetin og trygg
leikan at verða partur at einum
størri elveitingarverki, og tí fóru tær
upp í Elfelagið SEV, sum hevur havt
stóran týdning fyri menningina av
samfelag okkara.
Kommunurnar hefta
ikki longur fyri SEV
Søgan hjá SEV vísir, at hetta ikki
er fyrstu ferð, at eigararnir eru
ójavnir á máli, og vísir hetta ein
dynamiskan eigaraskap.
Í nýggjari tíð er bygnaðurin
fyri SEV broyttur til eina parta
felagslíknandi skipan, sum eitt
nú inniber, at kommunurnar ikki
longur hefta fyri skuld felagsins.
Broytingarnar vórðu framdar fyri at
nútímansgera viðurskiftini og gera
leiðsluformin meira dynamiskan.
Í seinastuni er sambandið mill
um kommunurnar og SEV eisini
blivið tættari har eitt nú borgarstjór
arnir møta á aðalfundi og atkvøða,
og hetta er gott – eisini fólkaræðis
liga sæð.
Tó er vert at viðmerkja, at nú
kommunurnar sum eigarar av
SEV við hesum somu bygnaðar
broytingunum ikki longur hefta
fyri skyldurnar hjá felagnum, kann
ein vandi vera, at nú kunnu tær
úttala seg og seta krøv, uttan sjálvar
at hefta fyri avleiðingunum.
So lágan prís sum gjørligt
Eg síggi fram til víðari arbeiðið, har
endamálið má vera bæði at arbeiða
fyri varandi orku, men sanniliga
eisini fyri so bíligum og effektivum
rakstri sum tilber, soleiðis at
framtíðar elprísurin verður so
lágur, sum yvirhøvur gjørligt og
ráðiligt er.
Við góðum stuðli frá einum
betur samansjóðaðum eigaraskara
hevur SEV bestu fortreytir fyri at
fara í holtur við arbeiðið at minka
sínar rakstrarútreislur mest møgu
liga, samstundis sum ætlaðu útbygg
ingarnar verða eftirmettar og
framdar við eini ferð, sum hóskar
til fíggjarorku og –umstøður.
Eydnast okkum at taka hetta
lógvatak, so ivist eg ikki í, at tað
letur seg gera – á ein skipaðan
hátt – at útvega føroyingum, bæði
virkjum og borgarum, ein elprís,
sum liggur væl lægri enn tað, sum
hevur verið frammi í almenna
kjakinum nú um høgtíðina.
Eitt slíkt arbeiðið er als ikki
lætt, tí givið er, at tøk mugu takast
og semjur finnast, men verður tað
neyðuga gjørt, kunnu allir partar í
veruleikanum gerast vinnarar, við
einari elveiting, ið bæði er so grøn
og so bílig, sum tað kann lata seg
gera.
Í felag finna vit røttu loysnirnar fyri SEV
Elfelagið SEV er ein alt ov týðandi aktørur í føroyska samfelagnum til at gerast
kastibløka í almennum ósemjum millum eigararnar og við felagið sjálvt. Vit mugu
nú savna okkum um at seta út í kortið, tí givið er, at tøk skulu takast