mikudagur 5. januar 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
Sosialurin
Alnetið
Tað gongur ikki ein dagur, uttan at vit lesa
og hoyra um eykagjøld, ið verða smoygd
niður yvir høvdið á borgaranum. Og nú
er landsstýriskvinnan fyri mentamálum,
Helena Dam á Neystabø, komin við einum
nýggjum fyribrigdi: hvør føroyingur, ið
hevur internetsamband, fær eykarokning,
bara tí at hann hevur alnet. Tað tykist,
sum javnaðarkvinnan roynir at gera tað
ómøguliga: at stýra alnetinum. Tað hevur
tó eydnast hjá Kim Yong Ill og kinversku
stjórnini, men tað er ivasamt, um
føroyingar ynskja at fylgja trendinum.
Útreiðslubumba
Flest ung hava internet, annaðhvørt
á teldu ella fartelefon. Hetta merkir í
stuttum, at hvør næmingur á miðnámi skal
brúka tveir studningar til kringvarpsgjald
um árið. Er hetta ikki at leggja stein oman
á byrðu, tá ið studningurin lækkaði í fjør?
Helenda Dam á Neystabø kundi eins
væl sent miðnámsskúlanæmingunum
eitt útvarpstól, uttan at tey høvdu biðið
um tað, fyri síðani at senda rokningina,
tí at næmingarnir kunnu taka í móti
signalinum.
Útisetar
Hvørjar ætlanir hevur Helena Dam á
Neystabø við alnetsstýringini? Eru tað
bara føroyingar, ið búgva í Føroyum, sum
gjalda fyri internetskattin, ella eru tað allir
føroyingar í heiminum? Er kunngerðin
galdandi í Føroyum og ikki aðrastaðnis,
ger hon mismun millum skattaborgaranar
í Føroyum og føroyingin í útlegd.
Uppskot
HUXA er harðliga í móti kunngerðini,
tí at hetta er ein eykaskattur. Vit heita
tískil á løgtingið um at viðgera málið av
nýggjum, tí ístaðin fyri internetskatt, hvat
við at taka eitt gjald fyri sendingarnar á
netinum?
Huxa
Føroyingar fáa
internetskatt -
steðga ørskapinum!
HUXA finst hvassliga at kunngerðini um, at øll við
internetsambandi skulu gjalda kringvarpsgjald
Fyrrverandi
formaðurin
í Reiðarafelagnum fór í
sjónvarpið gamlaárskvøld
at siga Føroya fólki, at
um Føroyar fáa 9-10% av
makrelkvotuni, so hevði
tað verið eitt gott úrslit.
Hettar er undirgravandi
virksemi
av
allar
grovasta slag, tí føroyski
fiskimálaráðharrin hevur
alment úttalað, at føroyski
parturin, í minsta lagi,
skal vera nakað, ið líkist
15%. Um hettar fór fram
aðrastaðni, hevði ákæra
óivað
verið
reist
um
landasvik, tí mótpartarnir
(hini londini) fylgja væl
við, um hvat verður sagt
í Føroyum og vilja brúka
hettar ímóti okkum.
At sjónvarpsverturin er
sonur fyrrverandi stjóran á
føroysku Havstovuni, setir
eisini aðrar tankar í gongd.
Hettar
átti
somuleiðis
at
fingið
álvarsligar
avleiðingar fyri stjórn og
programmleiðara í SvF.
Hvørt % er vert á leið
65 milliónir krónur um
árið fyri Føroya land, so
talan eru um hundraðtals
milliónir, sum vit standa til
at missa, grundað á hettar
undirgravandi virksemið.
Tað
er
eyðsæð,
at
fyrrverandi
formaðurin
í
Reiðarafelagnum
er
boðberi
fyri
JFK,
har
hann starvaðist í yvir 50
ár. Hettar er eitt grovt
dømi um, at ein ávís
fyritøka roynir at fáa eina
avtalu
ígjøgnum,
sum
er til fyrimuns fyri hesa
fyritøkuna her og nú,
men ein ómetaliga vánalig
avtala fyri Føroyar land.
Tað sum í hesum førinum
býr aftanfyri er, at JFK
nýtir gott av, at Føroyar
hava givið russum 25.000
tons av makreli í umbýti
við tosk fyri 2011. Um tað
eydnast JFK at bera so
í bandi, at Føroyar fáa
eina skjóta og vánaliga
makrelavtalu, so fáa teirra
skip loyvi at fiska tosk í
norskum sjógvi. Taparin
verður Føroya land við
einum árligum missi á fleiri
hundrað milliónir krónur.
Undir
samráðingum
átti tað at verið bannað, at
einoghvør kann úttala seg
alment um samráðingar-
viðurskiftir, og skaðandi
úttalilsir áttu at verið hart
straffað, eitt nú við tikið
kvoturnar frá reiðarínum,
sum stendur aftan fyri
hettar
undirgravandi
virksemið.
Við Nýggjárskvøðu
Minnir um landasvik
Hans Andrias Joensen,
reiðari
Hanus Vang hálovar nú um
dagarnar einari bók, skrivað
av eini sambiskari kvinnu,
sum er umsett til føroyskt
av loysingarstríðsmanninum
Zakariasi Wang, og rættlisin
av einum ikki minni loysingar-
stríðshugaðum manni, Svein
Ísheim nevndur.
Funni fressurin í bókini
hjá hesum stríðsmonnum er,
at afrikansk lond klára seg
av hundanum til, hóast tey
hava fingið menningarhjálp
í nógv áratíggju. Og í røttum
Erasmus
Montanus
stíli
merkir støðan í Afrika fyri
teir, at ríkisstuðulin úr Dan-
mark til Føroya ger okkum
fátæk. Erasmus Montanus
kundi jú í síni tíð prógva,
at mamma hansara var ein
steinur. Tí ein steinur dugdi
ikki at flúgva, og tað dugdi
mamman heldur ikki, altso
var mamman ein steinur.
Hanus Vang gevur ríkis-
stuðlinum
og
ríkisfelags-
skapinum skyldina fyri, at
”vit hava hægsta skattatrýst
á láglønt; bestu treytir hjá
politikarum; pengarnir røkka
ikki til hjá vanliga fólkinum;
hava stættarsamfelag; og
onki fólkaræði”.
Eg rokni so avgjørt við, at
bæði Vang, Wang og Ísheim
eru sannførdir í síni trúgv,
og at tað nyttar lítið at royna
at sannføra teir um nakað
annað. So tann partin fari eg
at lata liggja í hesum umfari.
Hinvegin fari eg at koma við
einum uppskoti um, hvussu
teir kunnu sleppa burtur úr
hesi ótolandi støðuni, teir eru
havnaðir í.
Ríkisborgararættur
og skattur
Í fyrsta lagi skjóti eg upp,
at tað skal gerast lætt hjá
teimum at sleppa úr danska
kongaríkinum, at missa sín
danska
ríkisborgararætt
og allar teir fyrimunir og
møguleikar, sum hesin ber
í sær. Í øðrum lagi skjóti
eg upp, at arbeitt verður
fram ímóti at gera okkara
skattaskipan so smidliga, at
til ber hjá teimum, og øllum
øðrum
loysingarhugaðum,
at sleppa undan at eiga lut
í ríkisstuðlinum. Tað skal
kunna skipast á tann hátt, at
skattabyrðurnar hjá teimum
verða øktar – helst við einari
kombinatión av hægri inn-
tøkuskatti, ognarskatti og
fullveldisskatti til teir. Um
inntøkur til landið spyrjast
burturúr hesum, so verða
teir pengarnir brúktir til at
reka samfelagið fyri, sam-
stundis sum ríkisstuðulin
kann minkast tilsvarandi.
Ein slík skipan hevði tryggjað
teimum, at tað eru teir sjálvir
– og ikki ríkisstuðulin – sum
rinda fyri tær vælferðartæn-
astur, sum teir vilja hava.
»Frælsi«
Óivað hevði tað verið meiri
optimalt
fyri
tykkum,
Hanus Vang, um allir aðrir
føroyingar hildu sum tit,
og vildu gjørt sum tit; men
tá tað nú ikki er støðan, er
hetta alternativið so ikki
frægari enn onki? Tað hevði
verið mansligt av tykkum
at
manifesterað
tykkum
sum omanfyri nevnt, og
sikkurt høvdu tit fingið
aðrar føroyingar við eisini.
Tit høvdu ikki fingið allar
Føroyar í einum háli, men
tað gjørdu floksmenninir* jú
heldur ikki á sinni. Vit onnur
høvdu verið hjartans glað
tykkara vegna, tí nú høvdu
tit endiliga fingið ”frælsi”.
Kann væl hugsast at fleiri
okkara eisini høvdu følt tað
sum ein harrans lætta, um
tit sluppu tykkum burtur
úr ríkinum. So hetta er væl
einki at bíða við, Hanus Vang,
ella hvat?
Gott nýggjár!
*Floksmenninir úr Hattarvík
vóru,
sambært
søgnini,
Hálvdan
Úlvsson,
Høgni
Nev, Rógvi Skel og Sjúrður
við Gellingará.
Hilmar Simonsen
Hanus Vang – hvørjum bíða tit eftir?