Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 20 Miðvikan Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2 2. partur Kristian skrivar so mikið nógv, at tað ber bert til at endurgeva brot úr tí, hann hevur skrivað. Men hann dugir sera væl at greiða frá lívinum í Havn fyrst í undanfarnu øld: Eg varð føddur 12. februar 1895. Míni foreldur vóru Hans Andreas Djurhuus, timburmaður, og Ellen Cathrine f. Larsen. Bæði vóru fødd í februar 1869. Foreldrini hjá abba vóru skiparin Christian Djurhuus, sum eg eri uppkallaður eftir, og omma var Anna Marie Christine Pedersdatter, bæði úr Havn. Mamma mín var úr Porkeri, dóttir handilsmannin Johan Larsen og Elsebeth Helenu f. Magnussen. Hon doyði í barsilssong, tá var mamma knapt trý ára gomul. Hetta var ein dyggur smeitur hjá abba. Tað fór at ganga niður á bakka hjá honum, og endaði tað við, at hann fór á húsagang við handlinum. Anna Sofía mostir mín, sum seinni giftist við postmeistaranum C.C. Danielsen í Havn, var 11 ár eldri enn mamma, og hon kom at standa fyri húsarhaldinum. Tá ið Anna Sofía giftist til Havnar, flutti abbi við henni. Hann doyði í Havn og er grivin á Svína­ ryggi saman við Onnu Sofíu og hennara. Ólastova lá saman við øðrum húsum yviri á Kák. Navnið Kák kemur av, at her skuldi í eldri døg­ um vera rættarstaður. Ein kákur er ein stólpi við almannaveg sum lógbrótarar vórðu bundnir við til revsingar. Abbi fortaldi mær, at sjálvt rættarstaðið var beint aftanfyri Ólastovu. Hetta gjørdi jú ræðusøg­ urnar, sum gamlar konur fortaldu, serliga hárreisandi! Abbi var sera sterkur Útróður var grundarlagið hjá teimum flestu tá í tíðini. Abbi fortaldi mær, at hann longu sum smádrongur mátti vera við í útróðrinum. Tað var hansara uppgáva at vekja menn at fara til útróðrar. Tá var eingin klokka í Áarstovu. Tann nærmasta klokkan var hjá Poul í Geil. Abbi mátti ofta standa í bítandi kulda og náttarmyrkri uttanfyri Geilahúsini og lurta eftir sløgunum hjá klokkuni í Geil, og harvið kunna meta um, nær tað var hóskandi tíð at fara til útróðrar, eisini havandi streymin í huga. Abbi hevði ikki fingið skipaða skúlagond, men hann man hava havt góð evni, tí hann dugdi væl skriving, rokning og religión, sum vóru tær týdningarmestu læru­ greinirnar. Hann hevði eisini eina vakra gotiska skrift. Eftir tí pápi fortaldi, má abbi hava havt eitt framúr minni. Hann var førur fyri, tá ið hann kom úr kirkju, at endurgeva taluna hjá presti so gott sum orðarætt. Abbi var eisini framúr sterkur. Eg minnist, tá ið eg sum drongur plagdi at fara við honum til útróðr­ ar, hvussu báturin ristist, tá ið abbi tók í árarnar. Hann var tá ein eldri maður. Sjálvt um tað hevur verið fá­ tækrasligt í Áarstovu, so hevur langomma dugað at givið børn­ unum gott til matna, tí annars hevði abbi ikki kunnað havt allar hesar kreftirnar. Tey høvdu jú ætt í Kollafirði, so kanska er onkur góður biti komin frá teimum. Men langabbi var sera ærukærur og honum dámdi einki at fáa hjálp. Vertshúsið Brøðurnir hjá abba vóru Óli Jákup, pápi Hans Andreas, Janus, Poul Juel, Christian og Armgarð. Síðan var tað Hans Andreas, Dia, á Vertshúsinum og Jens Christian, sum fór til Amerika og kom aftur á gamalsaldri. Hann er umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Tá ið Dia gavst sum sjómaður, stóð hann fyri Vertshúsinum, sum stóð beint frammanfyri Áarstovu. Hóast hann hevði verið trúlovaður við ommu, ið ikki vildi bíða eftir honum, sum greitt frá í seinasta parti, var hann sera hjálpsamur við pápa og okkum tríggjar brøður. Tá ið arbeiðsloysi var hjá timbur­ monnum, plagdi pápi at fáa arbeiði at umvæla vertshúsið og eisini við at gera bátaútgerð, sum varð seld í handlinum hjá Dia. Dia keypti eisini mjólk hjá okkum, og plagdu eg og beiggi míni Johan at bera mjólkina yvir á hotellið. Heimani frá fingu vit strong boð um, at vit skuldu fara úr húgvuni, tá vit komu inn í forstovuna. Vit skuldu banka á dyrnar og siga góðan morgun. Hetta varð eisini gjørt. Men vóru tað einihvørji boð, ið skuldu berast, so var hetta upp til Johan. Eg var alt ov smæðin! Á jólum var tað serliga spennandi at koma yvir á hotellið, tí tá fingu vit køkur. Tá á døgum var nærum einki, sum æt frukt, men eg minnist kortini eina ferð, eg fekk eina banan frá abbabeiggja. Tað var sera forkunnugt. Abbi hevði eina systir í Keyp­ mannahavn. Hon sendi okkum hvørji jól súrepli. Tey vóru eisini so súr, at pápi át sukur saman við teimum. Søgan um Bismark Dia var ein rættiligur djóravinur. Hann gav øllum dunnunum, sum hildu til á sandinum at eta, og fekk hetta eisini æðurnar at koma niðan í Havnará. Vanliga hevði Dia ein grís at eta avlopið frá køkinum. Ein av teimum kallaði hann fyri Bismark. Hann var blivin so stórur og feitur, at beinini bóru hann ikki. Tá ið Bismark skuldi slaktast var hetta ein stórhending hjá ungdóminum við Eystaru Vág. Býurin hevði tveir slaktarar. Annar var Stóri Petur, Peter Christiansen. Hann hevði fullskegg og sá út sum ein villmaður. Hin var Hans Lindenskov, sum var líka stórur og líka svarthærdur, men hann var tó snøggari. Hesir báðir risar sýntust sera ógvusligir fyri okkum dreingir við teirra stóru knívum, teir høvdu hangandi í buksureimini. Høvdu teir kenning var tað enn ógvusligari. Hetta var ein fyrrapart, at Bismark skuldi avlívast, og risarnir báðir skuldu taka hann. Men Bismark, sum ikki kendi onnur mannfólk enn Dia, hevði ongan hug at fara við teimum báðum. Fyrsta royndin miseydnaðist. So var roynt at seta tjóður á hann. Men hann ýldi longu sum ein stungin grísur. Hesi ýlini fingu fleiri forvitin at koma til staðar. Sveittandi og bannandi eydnaðist at enda risunum at fáa Bismark til sláturhúsið. Her varð Bismark niðurbundin fyri at doyva hansara ýl. Nú var tað ringasta eftir. Tað var at fáa Bismark lyftan upp í sláturhúsið, har gólvið lá um ein alin omanfyri vegin. Her vóru nógv komin, sum vóru forvitin eftir at síggja, hvussu hetta fór at spæla av, og nú sluppu børnini ikki framat. Men framvegis hoyrdust ýlini frá honum. Men avlívaður varð Bismark, tí einar tveir dagar eftir fingu vit eina súltu, sum var besta súlta, eg havi fingið í øllum lívinum. Kristian Djurhuus: Abbi mátti yvir í Geil at vita hvat klokkan var Sum nevnt í seinastu Miðviku fara vit nú undir at endurgeva brot úr óprentaðu endurminningunum hjá Kristian Djurhuus, fyrrverandi løgmanni. Hetta er forvitnisligur og stuttligur lesnaður Hetta er ein stuttlig mynd hjá William Heinesen av útróðrarmonnum, sum standa undir vegginum í Geil og lurta eftir, hvussu nógv klokkan sló. Hetta var eisini jobbið hjá Christian í Ólastovu Henda myndin er úr bókini um Petur Alberg. Tann umrøddi slaktarin, Stóri Petur, er uttast t.h.