Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2 Pápi keypti trøðna við Rangá í Trongisvági í 1931. Tað fyrsta, hann gjørdi, var at fara at skera torv her. So varð bygt eitt torvhús, her sethúsini nú standa. Trý ár seinni hevði hann velt so mikið, at hann byrjaði at hoyggja. Tá bygdi hann torvhúsið um til eitt hoyggjhús. Tá búði vit á Tvøroyri í sýslu­ manshúsinum. Pápi kom suður í 1920. Hann bygdi í 1923. Reiðarin Gudmund Mortensen var byrjaður at byggja húsini. Hann hevði stoypt grundina upp. Men hann var blivin sjúkur og bjóðaði pápa grundstykkið við grundini á. Tað segðist, at har var gandur. Ein gomul kona sum búði niðanfyri vegin var so illa í øgn við Mortensenmenninar. Hon hevði lovað, at eingin Mortensen skuldu verða eydnusamur á teirri jørð, sum hon meinti, at hon átti. So hendir hetta , at eftir at Gudmund er farin at byggja, fær hann beinetara, sum gav honum eitt stívt bein, so hann slepti byggingini. Pápi fór so at byggja húsini upp. Tað gekk skjótt fyri seg, og hann flutti inn longu sama ár. Hetta vóru eini nokk so stór hús. Hann seldi so húsini til statin í 1931. Har er so sýsluskrivstovan framvegis saman við politistøð aftaná um­ og tilbygging. Har er Suðuroyarting framvegis. Hetta stavar frá tíðini, tá ið tað ikki var so høgligt at ferðast úr Suðuroy sum nú. Tað kundi sleppa suðuroyingum frá at fara til Havnar til fyrireikandi fundirnar í samband við rættarmál. Í 1938 bygdi pápi summarhús her við Rangá. Hetta var ein barakk, sum varð brúkt, tá ið saltsiloin varð bygd á Drelnesi. Tað er so bygt so við og við í tilsamans níggju stigum. Foreldrini búðu á Tvøroyri líka til 1962, tá fluttu tey inn higar við Rangá og her trivust tey sera væl. Eftir at pápi hevði bygt hoyggj­ húsið, helt hann fram við at velta. Seinni, tá hann kom inn í politikk, hevði hann ikki so góða tíð til tað. Tá fekk hann fólk at hjálpa sær. Tey høvdu ein húskall, Marius úr Sumba. Hann var sera trúfastur. Hann var hjá teimum í 45 ár. Hevði ongastaðni at búgva Eg varð føddur í 1926 í sýslumans­ húsinum. Hinir tríggir beiggjarnar vóru føddir í Havn. Mamma flutti ikki suður beinanvegin, tá pápi gjørdist sýslumaður. Tað fekst einki hús at búgva í. Tey fyrstu árini var pápi veruliga einsamallur her suðuri. At byrja við svav hann uppi á skúlaloftinum og hevði avhalds­ húsið sum skrivstovu. Hann át hjá Bennedsen, sum var yvirlærari á Tvøroyri. Undanfarni sýslumaðurin Oliver Effersøe hevði avviklað alla sýslu­ skrivstovuna sum hon var, so pápi kom til einki. Havnarmenn vóru ikki so populerir tá. Avhaldshúsið varð eisini brúkt sum dansistova. Mamma og beiggjarnir royndu so at koma suður. Tey høvdu leigað eini hús inni á Hvítanesi, sum »gamli skraddarin« átti. Hann var pápi kenda málaran Sigmund Petersen. Men tað gekk bert eitt ár, tá skuldu tey hava húsini aftur, og so mátti mamma aftur flyta til Havnar. Pápi arbeiddi til sín seinasta dag Pápi arbeiddi líka til tað síðsta úti á trøðni til í 1984, tá ið hann doyði. Pápi hevði sett sær fyri, tá hann fylti 80 ár, at hann skuldi fáa ein heygg her vestanfyri veltan, áðrenn hann legði frá sær. Pápi fór í holt við heyggin, og tað var tað bera grót. Hann lagaði so grótið upp í ein garð tvørtur um trøðna. Eg havi roynt at meta um nøgdina, og har eru minst 5­6.000 tons av gróti í. Garðurin var dupultlagaður. Hann var kanska ikki so serliga góður, tí hann brúkti alt grótið, eisini tað smáa. Tað er ófatiligt avrik. Stykkið er 900 fermetur, sum lagað er um. Hann knógvaði ígjøgnum tað og bleiv eisini liðugur. Hann drenaði eisini og umvældi tað, sum fyrr var drenað. Hann var so komin til eina veit nakað niðar­ laga á trøðni. Tann 21. november gróv hann eina veit og sá, at eitt stórt æl stóð fyri Botnskarðið. Tað eru einir 300 metur at ganga niðan har frá húsum. So var ein lítil steinur farin niður í hesa veitina. Hann vildi ikki sjálvur fara niður í veitina eftir steininum men royndi at fáa hann við endan á einum spaka. Pápi hevur helst rætt seg so langt og sett so nógv á, at hann fekk ein blóðpropp í hjartað. Eingin var hjá honum og eingin visti av hesum. Hann er dottin fleiri ferðir á veg til hús, tí hann var runutur um alt andlitið og um allan kroppin, tá hann kom heim. Pápi fór oman í fýrrúmið og skifti, og kom so inn í baðiverilsið. Beint tá kom heimahjálpin at gera døgurða til pápa og Marius. Tað varð ringt til læknan Signar Dam, og hann kom beinanvegin. Hann segði, at tað var einki at ivast í, at hetta var blóðproppur. Pápi legði seg og segði seg at hava tað heilt gott. Eg skuldi til Havnar morgunin eftir. Eg sigi við pápa, at so fari eg ongan veg. »Jú, tú skal fara,« sigur hann. »Men eg verði so her inni hjá tær í nátt.« »Nei«, sigur hann, »tað skal tú heldur ikki. Marius er inni, tað er nokk,« sigur hann. Eg fekk so sett eina telefon við forleingjara við seingina hjá honum. Hann segði, at nú fór hann at ringja til Rúna langabbasonin, sum var 3 ár. Tað gjørdi hann, tá ið eg fór avstað. Tá eg kom framvið hjá dóttrini prátaðu teir framvegis í telefon. Morgunin eftir, tá ið eg var við at fara oman á kajuna á veg til Havnar, tá er tað, at Marius ringir, at hann helt at pápi var deyður. Tá kom Signar og váttaði, at so var. Ejler Djurhuus: Pápi var virkin til tað seinasta Vit hava havt samrøðu við Ejler, yngsta sonin hjá Kristian Djurhuus. Hann dugir eisini væl at greiða frá. Hansara frásøgn verður síðuleypandi við í frágreiðingini hjá pápanum. Í hesum partinum greiðir Ejler frá um pápan og um hansara seinastu tíð Dia á Vertshúsinum var abbabeiggi Kristian Djurhuus, løgmann Fyrsta landsstýri, har Kristian Djurhuus var løgmaður, tók við í 1950. F.v. Richard Long, Kristian Djurhuus og Thorstein Petersen Ejler Djurhuus dugir eins og pápin væl at siga frá Í komandi parti verður hildið fram við frásøgnini hjá feðgunum báðum