mikudagur 5. januar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
22
Sosialurin
Kjak
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna
Nú politiska ungmanna
felagið Huxa er farið undir
at tulka lógina um kring
varpsgjald, er neyðugt beinan
vegin at koma við einari
rættleiðing. Tí tulkingarnar
eru burturi úr vón og viti.
Huxa ákærir meg fyri at
hava sett í gildi eina skipan,
ið merkir at:
“hvør
føroyingur,
ið
hevur internetsamband fær
eykarokning, bara tí hann
hevur alnet”
“hvør næmingur á mið
námi skal brúka tveir studn
ingar til kringvarpsgjald um
árið.”
Tað er sera óheppið, at
eitt politiskt ungmannfelag
borðreiðir við tílíkum ósann
indum. Eg vóni, at hesar
útsagnir byggja á misskilj
ingar ella vantandi vitan. Og
eg vænti, at tey sum hava sett
henda tíðindaflutning í verk,
nú eisini avsanna hann.
Tann 11. mai 2010 sam
tykti Løgtingið at broyta
løgtingslóg um kringvarp,
soleiðis at øll húski í landi
num hava skyldu til at rinda
eitt
kringvarpsgjald,
og
nýggj kunngerð varð lýst 18.
november 2010.
Tað
merkir,
at
einki
húski kemur at rinda meira
enn í mesta lagi eitt kring
varpsgjald,
sama
hvussu
nógv sjónvørp, útvørp, inter
netsambond ella fartelefonir,
sum húskið ræður yvir.
Í lógini er ásett, at børn
(eisini miðnámsskúlanæm
ingar), ið búgva heima, verða
roknaðir upp í húskið, og
skulu hesi sostatt ikki rinda
egið kringvarpsgjald.
Kringvarpsgjaldið er ásett
í lógini til kr. 2.900 um árið,
umframt
meirvirðisgjald,
av hesum eru kr.1.300 fyri
útvarp og kr. 1.600 fyri sjón
varp. Gjaldið er sett í lógina,
fyri at eingin ivi skal vera um
heimildina at krevja tað inn.
Eitt húski kann verða
frítikið fyri gjaldsskylduna,
um tey undirskriva eina
váttan um, at tey ikki hava
tól, sum kann móttaka send
ingar frá Kringvarpi Føroya.
Sum kunnugt, eru tað í dag
nógv tól, sum kunnu móttaka
útvarp og ella sjónvarp. Tað
er tí ein grundleggjandi mis
skiljing, at skyldan at gjalda
Kringvarpsgjald fylgir við
tí at tekna eitt internethald.
Skyldan at rinda Kringvarps
gjald liggur hjá tí einstaka
húskinum, og hevur húskið
internetsamband, so hevur
húskið eisini sjónvarp og
útvarp.
Men einki húski kemur
at rinda meira enn í mesta
lagi eitt kringvarpsgjald.
Soleiðis er tað.
Rættleiðing til HUXA um kringvarpsgjald
Nú føðideildin er tikin úr Klaksvík
og tann tænastan tí er tikin úr
Norðurøkinum, er spurningurin,
hvat fær Norðurøkið í staðin.
Kann t.d. taka eitt nokkso feskt
dømi, har Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna tók avgerð um,
at sjómansskúlin skuldi verða
verðandi í Klaksvík og at maskin
istarnir skuldu fáa sína útbúgving
í Klaksvik. Tá gingu politikarnir í
Havnini totalt amok, tí nú fór ein
útbúgving úr Havnini, hóast ski
psføraraútbúgvingin og maskin
meistarnir framhaldandi skuldu
taka útbúgvingina í Havn. Fyri tað
at ikki skal vera lygn, skuldi tað
vera so fínt at útbúgvingin skuldi
uppstigast til bachelor og takast á
fróðskaparsetrinum, sum sjálvandi
liggur í Havn. So nú verður tað sum
í prikinum hjá Jákup Weihe, at tað
eitur ikki longur skiparin á rituni,
men professarin á rituni.
Nei her var ikki gott skil í,
hildu havnapolitikarnir. Ein fekk
næstan varhugan av at havnin
bleiv fólkatóm og at alt fólkið
fór at flýggja til Danmarkar,
tí skiparaskúlin bleiv verðandi
í Klaksvík. Um eg minnist rætt,
so gekk eitt døgn, so komu tey
sissandi tíðindini frá menta
málaraðnum til Havnafólk, at
nú skuldu brúkast 10 mill innan
granskning, hvar ? jú sjálvandi
í
Havnini,
og
øll
fegnaðust
saman við Helenu og Heðin, ja
eitt framstig og tað sum við tí
tilhoyrir.
So er spurningurin hjá mær
í dag Aksel. Hvat fáa vit ístaðin
fyri at føðideildin verður flutt
úr økinum ? Kunnu vit kanska
í morgin vænta, at tað verður
ein samrøða við teg í ÚF um,
at nú detta 10 milliónir niður í
Klaksvík innan sjúkrahúsøkið ?
Heilt erligt er nakað annað meira
natúrligt enn tað??????????? Ella
er hetta rokningin fyri at skipara
útbúgvingin og maskinmeistarnir
skulu til Klaksvíkar?
Ì 2009 setti Uttanríkisráðið sátt
málan fyri tey sum bera brek í gildi
fyri Føroyar. Ein sáttmáli, sum á
mangan hátt er eitt framstig fyri
hendan samfelagsbólk, ið alt ov
ofta verður gloymdur í politiska
rúminum. Ætlanin við hesum
sáttmála er, at hann skal tryggja,
at atlit verða tikin til viðurskifti
hjá teimum, sum bera brek. Ì
kjalarvørrinum á hesum sáttmála
setti innlendismálaráðið í gildi
kunngerðina um atkomuviðurskifti
fyri tey, sum bera brek, ein kunn
gerð, sum hevði verið ávegis í 20
ár. Hetta má sigast at vera 2 stór
framstig á hesum øki. Men líta
vit aftur á árið 2010, kunnu vit
tíverri ikki fáa eyga á nøkur nýggj
frambrot til frama fyri fólk, ið bera
brek. Okkara nýggjárslyfti fyri 2011
má tí vera, at vit skula bøta um
hesa gongd.
Lógardygd og lógargóðska skal
tryggja rættindi hjá fólki við breki
Fleiri
atfinningar
m.a.
frá
landsgrannskoðanini hava verið
um manglandi lógareftirkanning
og lógardygd í føroyskari lóggávu.
Hesar atfinningar skulu takast
í álvara. Vit hava dømi um, at
lóggáva ikki verður fylgd upp
við tilhoyrandi kunngerðum, og
at neyðugar fylgibroytingar í
øðrum lógum ikki verða gjørdar.
Hetta hevur við sær, at ivi verður
sáddur
um
galdandi
rætt
á
økinum. Neyðugt er at samskipa
alt lóggávuarbeiðið betur, og at
politiska skipanin hevur eina
felags fatan av týdninginum av
lógardygd. Nú innlendismálaráðið
varðar av lógarmálum, fer inn
lendismálaráðið
umframt
at
samskipa eitt dygdargott lóg
gávuarbeiði millum aðalráðini at
taka stig til at broyta rundskrivið
um lógareftirkanning.
Ì dag skulu øll lógaruppskot,
ið verða løgd fyri Tingið greiða
frá, um lógaruppskotið hevur við
sær fíggjarligar avleiðingar, um
hvørvisligar avleiðingar, sosialar
avleiðingar v.m. Ætlanin er, at
ein nýggjur teigur skal verða
afturat, sum skal lýsa, hvørjar
avleiðingar lógaruppskotið hevur
fyri fólk, ið bera brek. Ætlanin er,
at hesin teigur skal viðvirka til,
at ljós verður varpað á, á hvønn
hátt
lógaruppskotini
fara
at
ávirka fólk við breki. Við at víðka
hetta sokallaða lógarskema verða
embætisfólk, ið arbeiða við lógar
uppskotum og tingfólk mint á
viðurskiftini hjá teimum, sum bera
brek, og um lógaruppskotini hava
positivar ella negativar avleiðingar
fyri
hendan
samfelagsbólk.
Ì
Føroyum hevur rákið tíverri verið,
at vit seta eina ørgrynnu av altjóða
sáttmálum í gildi fyri Føroyar, og
so halda vit, at alt stendur væl til.
Hetta er ein skeivur hugburður til
hesar týðandi sáttmálar, og fyri at
minna fólk á, ið dagliga arbeiða við
lógararbeiði, fer innlendismálaðið
umframt altjóða sáttmálan fyri
fólk við breki at varpa ljós á sátt
málar sum CEDAW og altjóða
mannarættindasáttmálan í krøv
unum til lógaruppsetan. Vónandi
kann hetta verða viðvirkandi til,
at vit í 2011 fara at verða betur til
at yvirhalda teir altjóða sáttmálar,
sum vit seta í gildi fyri Føroyar og
geva hesum sáttmálum veruligt
innihald.
Lóggávuarbeiðið skal
varpa ljós á rættindi
hjá fólki við breki
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í innlendismálum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Býráðslimur í Klaksvík
Aksel Johannesen,
Hvat fær Klaks
víkar sjúkrahús
ístaðin?