Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Tann 24. apríl 2010 kom Føroyar á Premier League heimskortið, tá Gunnar Nielsen avloysti skadda Shay Given í Manchester City mál­ inum. Gunnar Nielsen helt málið reint, og fjølmiðlarnir vóru á tremur við søguni um Gunnar og vildu hava at vita, hvussu tað bar til, at ein leikari úr Føroyum kundi enda mitt í einum Champions League stríðið í Premier League. Í kvøld hittast Arsenal og Man­ chester City aftur á Emirates Stadium í London. Nógv vatn er runn ið í ánna síðani lagnudagin í apríl í fjør. Gunnar er blivin fyrsta­ val á føroyska landsliðnum, hann hevur verið leigaður til Tranmere Rovers, men skaðar og frost hava steðgað honum í at spæla tað mesta av tíðini. Hann hevur eisini longt sáttmálan við Manchester City við einum ári. »Glaður fyri at eg ikki rakaði mær« Í yvirskriftini á Sosialinum stóð: »Eg skuldi havt rakað mær.« Runt allan heimin fóru myndirnar av nøkrum, ið líktist mest einum víkingi í kríggi, og eyknevnið »The Viking« varð fleiri ferðir nýtt um havnar mannin. Í dag er Gunnar Nielsen ikki so vísur í, um hann skuldi havt rakaða sær. – Kanska var tað ikki so býtt at verða órakaður handan dagin, tí tað hevur givið útlendingum ein mynd av føroyingum sum villmenn og víkingar, sum veruliga vilja nakað. Sokallaðir »pretty boys« eru tað nokk av í Premier League, sigur Gunnar Nielsen í einum løttum tóna og við einum smíli. Fer at hyggja í sjónvarpinum Klokkan 19.45 í kvøld fara leikarar­ nir hjá Arsenal og Manchester City á vøllin á Emirates Stadium, men tað verður uttan Gunnar Nielsen, sum tó ferð at hyggja eftir dystinum í sjón varpinum. – Eg kom at hugsa um tað nú ein dagin, at tað var í júst sama dyst­ inum í fjør, at eg slapp á vøllin á fyrsta sinni. Eg fari sjálvandi at hyggja, og tað verður við einar stolt­ ari kenslu, tí tað var ein stór løta fyri meg, tá eg slapp á vøllin, sigur Gunnar Nielsen úr telefonini á Carr ington, sum er venjingarstøðin hjá Manchester City. Manchester City valdi tá á sinni, at leiga ein málmann, sum gjørdi, at Gunnar Nielsen ikki slapp at royna seg aftur á besta liðnum. Men uttan fyri City of Manchester flokk aðust fólk rundan um før­ oyska málmannin eftir dystir. Eis ini á bæði heimasíðuni og á viku blaðnum hjá Manchester City var nógv skrivað um føroyingin í heims ins ríkasta felagið. Men hvussu er støðan nú? – Tað er sjálvandi ikki eins nógv fokus á mær, sum tað var í tíðini eftir dystin á Emirates Stadium. Tó so, so hendir tað seg, at fólk kenna meg aftur og eg fái onkra við merk­ ing, sigur Gunnar Nielsen. Einsamallur á Carrington Gunnar hevur í fyrru hálvu av hes um kappingarárinum verið út­ leigaður til Tranmere Rovers, sum spælir í League One, sum er triðj­ besta deildin í Onglandi. Tann sátt­ málan er nú útgingin og Gunnar er aftur í Manchester City. – Beint nú siti eg einsamallur í skiftirúminum á Carrington, með­ an hinir á liðnum eru í London og fyrireika seg til dystin í kvøld. Eg eri fyribils aftur í Manchester City, men eg og umboðsmaðurin hjá mær, Jákup í Stórustovu, hyggja upp á allar møgu leikar í løtuni. Tað eru nógvir leikarar, ið eru leysir á markn aðinum, so tað er ikki bara sum at siga tað, at finna eitt felag, sigur Gunnar Nielsen. Umhugsar eisini onnur lond enn Ongland Fyribils hevur Gunnar spælt í Ong­ landi síðani hann skiftið til Black­ burn, men nú opnar hann eisini fyri møguleikan, at spæla aðrastaðni enn í Onglandi. – Ja, eg hyggi sum sagt upp á allar møguleikar, men tað er ikki óhugs andi, at eg kundi farið til okk­ urt annað land at spæla bólt, men tað hendir so nógv í løtuni, at tað er ógjørligt at siga nakað um tað, sigur Gunnar Nielsen. Tíðin í Tranmere Rovers hevur ikki livað upp til tað, ið Gunnar hevði vónað. – Fyrst gjørdist eg skaddur í tríggjar mánaðir og báður ferðir við landsliðnum. Síðani kom kuld­ in og útsetti fleiri av okkara dyst­ um. Millum annað fóru vit ein langan busstúr úr Liverpool heilt til London, bara fyri at fáa at vita, at dyst urin var avlýstur, sigur Gunnar vónbrotin á málinum. trondur@sosialurin.fo Sosialurin, mánadagin 26. apríl 2010 Myndir: Álvur Haraldsen Gott at eg ikki rakaði mær FÓTBÓLTUR – Kanska var tað ikki so býtt at vera órakaður handan dagin, tí tað hevur givið útlendingum ein mynd av føroyingum sum villmenn og víkingar, sum veruliga vilja nakað, sigur Gunnar Nielsen um løtuna, hann fekk í Premier League Gunnar Nielsen: ...gevur eina mynd av føroy ingum sum villmenn og víkingar