Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 22. februar 2002 27 27 26 Nr. 37 - 22. februar 2002 Fótbóltsskúlin, sum felagið hjá Toda Jóns- son hevur í Suður- afrika, hevur klækt fyrsta spælaran til donsku superliguna, og FCK vónar at fáa nógvar pengar burturúr ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Í fleiri europeiskum fót- bóltsfeløgum er tað ein partur av rakstrarinntøku- num, at teir keypa fremm- andar spælarar bíliga í vón- ini um, at tað skal eydnast at selja onkrar teirra víðari við vinningi. Tá B68 í fjør spældi Intertoto Cup ímóti belg- iska Lokeren hoyrdu tofta- menn um hetta. Lokeren hevur ein miðvísan politikk á hesum økinum. Teir eiga fleiri afrikansk feløg. Tað er lætt at fáa spælarar til hesi feløgini, tí lønirnar eru hægri, enn tær eru í hinum feløgunum. Hetta hevur við sær, at tað ber væl til hjá Lokeren at halda eyguni við, um spælarar við serlig- um fótbóltsgávum koma í feløgini. Tá ein sovorðin støða tekur seg upp, so eru teir í Lokeren skjótir at fáa spælaran til Belgia. Har eru fleiri av hesum slagnum við til at hjálpa Lokeren, sum í løtuni er á fimta plássi í landskappingini. Og Loker- en selur so onkrar víðari til onnur europeisk feløg. Pengamaskinan FCK hevur nógv jørn í eldi- num. Eitt av hesum er fót- bóltsskúlin í Port Elizabeth í Suðurafrika, sum teir hava havt í eini tvey ár. FCK rek- ur skúlan, tí teir vóna at finna fram til góðar fót- bóltsspælarar, sum kunnu nýtast á liðnum í superligu- ni, og sum kanska kunnu seljast víðari, tá teir hava verið í Keypmannahavn eitt skifti. Harvið vónar FCK at fáa vinning burturúr. At tað í Suðurafrika eru evnaríkir spælarar, sum standa seg væl í europeiskum feløgum eru tað fleiri dømi um. Eitt av hesum er Zuma, sum spælir í FCK álopinum saman við Toda Jónsson. Nú hevur FCK fingið fyrsta næmingin úr fót- bóltsskúlanum í Port Eliza- beth og til Keypmanna- havnar. Hann eitur Elrio van Heerden. Hann er átjan ára gamal, og hann er ikki stórur – 168 cm. Men talan skal vera um eitt avbera stórt talent, sum tað verður roknað við skjótt kann vera við í kappingini um fram- rættaða miðvallarplássið á besta FCK liðnum – har eru annars nógvir um boðið. Ungi maðurin sigur seg vera so ovfarnan, at hann ivast í, um hann droynir ella ikki. Hann sigur seg altíð hava sæð serliga nógv í Zuma, og nú skal hann venja saman við og ivaleyst eisini spæla á liði saman við landsmanninum. Í hvussu so er inntil HM endaspælið hevur verið. Tá rokna teir við, at Zuma verður seldur, og FCK fer at fáa pengar – nógvar pengar – í kassan. Og tað vóna teir eisini – um eini tvey ár – at fáa fyri nýggja mannin, Elrio van Heerden. Men hóast Molde hevði ikki so lítið av spælinum, so smurdu norsku meistararnir úr Tróndheimi teir av ÚTISETI Jóannes Hansen Meðan tað her á klettunum ríður um frostmarkið, og kavin – sum ein parsienna – rullar oman og niðan, so eru tað 14–15 stig í La Manga í Spania. Tað hevur m. a. við sær, at tað ber til at spæla fótbólt á góðum grasvallum á ibirisku hálv- oynni, meðan umstøðurnar hjá føroyskum fótbólts- spælarum heima á klettu- num og hjá teimum í hinum Norðurlondunum eru so- leiðis, at spurningurin er, um fótbúnin skal vera skoytur ella fótbóltsstivlar. Sum vit nevndu í gjár, so er landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen saman við lið- feløgunum í Molde á venj- ingarlegu í La Manga í Spania. Har eru fleiri norsk og svensk fótbóltslið saman við fleiri eysureuropeiskum feløgum. Vit søgdu í gjár, at Jákup Mikkelsen var á beinki- num, tá Molde í fyrsta dyst- inum, sum var mánadagin, spældi ímóti russiska An- zhi. Eddie Gustafosson vardi Molde málið, og úrs- litið var málleysur javnleik- ur. Í fyrradagin var næsti dysturin á skránni. Molde spældi ímóti norska meist- araliðnum Rosenborg. Hesa ferð gav Molde venj- arin, Gunde Bengtsson, Jákupi Mikkelsen møgu- leikan millum stólparnar. Tað kunnu vit ikki tulka øðrvísi, enn at venjarin framvegis ikki hevur av- gjørt, hvønn av teimum báðum málverjunum hann ætlar at hava í málinum, og hvønn hann ætlar at hava á beinkinum, tá kappingarnar í Noregi koma fyri. Jákup Mikkelsen hevur málverju- troyggjuna við eitt talinum á rygginum, meðan svenski kappingarneytin hevur troyggjuna við tólv talinum á rygginum. Men tað ber tað neyvan til at leggja so nógv í. Fýra ferðir í meskarnar Spurningurin er so, um Jákup Mikkelsen mikudag- in styrkti um sína støðu í telvingini um at gerast fyrsti málverji. Á frágreið- ingunum frá dystinum, sum vit hava sæð á tveimum heimasíðum, verður sagt lítið ella rættari einki um avrikið hjá Jákupi. Úrslitið var 4–1 til Rosenborg. Tróndheimarar- nir komu á odda í fyrsta minutti, og tað málið hevði Jákup Mikkelsen einki við at gera. Eftir at ein roynd hevði rakt stólpan, var ein av RBK álopsmonnunum fyrstur á returinum. Molde hevði fyrsta hálva tíman yvirvág í spæli. Men mótsatt mótstøðumonnu- num so høvdu teir sera ilt við at fáa úrtøku burturúr yvirvágini. Beinanvegin í 2. hálvleiki økti Rosenborg. Ta ferðina var talan um eitt brotsspark. Jákup Mikkel- sen hevði einki við tað at gera, men teir í Molde vóru ikki nøgdir við dómin, sum teir mettu vera tunnan, sum tað plagar at vera tikið til. Fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson, Harald Brattbakk, økti til 3–0, tá ein tími var farin. Hann stútaði eitt innlegg í málið. Síðsta málið hjá RBK kom í síðsta minutti, og aftur var talan um innlegg úr borði- num og umseting úr fimm metrum. Í sovornum støð- um verður ofta mett um, um málverjin átti at havt verið úti og tikið ella boks- að bóltin burtur, men tað vita vit einki um í hesum førunum. Einasta Molde málið kom, tá tað restaðu trettan minuttir. Tað varð skorað uppá brotsspark. Molde skal aftur í eldin í morgin. Tá verður mót- støðuliðið Örgryte. Sven- ska liðið vann mánadagin á Rosenborg, so talan verður um ivaleysa stóra mótstøðu hjá Molde. Um tað verður Jákup Mikkelsen ella sven- ski Eddie Gustafsson, sum fer at verja málið hjá Molde vita vit ikki, men tað frætta vit meiri um týsdagin. FCK ein afturat úr Suðurafrika Jákup fekk møguleikan ímóti Rosenborg Jákup Mikkelsen fekk møguleikan – men noyddist fýra ferðir í meskarnar – tá Molde í fyrradagin spældi venjingardyst móti Rosenborg á La Manga C M Y K 26 Móttttøtøtøt ka ka Í sam sambandi vi s ð ÐURIN , at FSF-FORMAÐURIN RIN fer frá sum formaður, ver sum form ðrðr ð fyri f móttø tø t ku øku ø í Fótbóltsamband mb Føroya Arkitektur Søkt verður eftir arkitekti til arkitektadeildina á stovninum. Arkitektadeildin er ein partur av almennu byggiumsitingini á Landsverkfrøðings- stovninum. Í løtuni starvast 4 fólk á arkitektadeildini. Arbeiðsøkið er vítt og fevnir um nýbygging, umbygging og viðlíkahald av almennum bygningum. Harafturat er arkitektadeildin ráðgevi hjá hinum deildunum á stovninum í sambandi við bygging av havnum og vegum. Deildin er nýstovnað, og tann ið settur verður, fer at luttaka í framhaldandi menning av deildini. Arbeiðsuppgávur Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um bygningssýn og fyriskipan av umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiðum, gerð av fíggjarætlanum, byggiharraráðgeving og byggiharravirki í sambandi við nýggjar byggiætlanir. Arbeiðið ber í sær samskifti við stovnsleiðarar og brúkarabólkar, arbeiðstakarar, privatar ráðgevarar og við embætisfólk í aðalstýrunum. Umsøkjarar skulu tí hava evni at samstarva viá fólk, sum umboða ymisk arbeiðs- og áhugaøki. Stovnurin fer undir at seta í verk skrásetingar- og viðlíkahaldsskipan fyri almennum bygningum, og fer tann, ið sett/ur verður, at hava týðandi lut í hesum arbeiði. Førleikakrøv Sóknast verður eftir royndum bygningsarkitekti við áhuga fyri fjølbroyttum uppgávum í samstarvi við onnur. Vit nýta Microsoft Office forrit. Kunnleiki til CAD er ein fyrimunur. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars vera sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Arkitektafelag Føroya. Umsóknir Umsókn við lívsgongdarlýsing (cv), prógvum og møguligum ummælum verður at senda til Landsverkfrøðingsstovnin, postboks 78, 110 Tórshavn og skal vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 11. mars 2002. Merkið brævbjálvan "Arkitektur". Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast hjá Ole Jensen, á tlf. 311333, e-postur olj@lv.fo LANDSVERKFRØÐINGURIN