Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 37 - 22. februar 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Sam- starva Í Danmark eru real- kreditfelagið Nykredit og Jyske Bank farin í samstarv. Tað ber m. a. í sær, at Jyske Bank skal mæla fólki til at nýta teir lánsmøgu- leikar, sum Nykredit veitir sínum viðskifta- fólki. Herumframt hava kreditfelagið og bankin stovnað eitt nýtt KT- felag, sum skal geva báðum fyritøkunum ávísar fyrimunir. Nykredit og Jyske Bank vænta, at tað nýggja samstarvið fer at útvega teimum einar 50 mió. krónur um árið. Færri bilar Stóra týsk-amerikanska bilverksmiðjan Daiml- erChrysler væntar, at fyritøkan fer at selja sjey prosent færri bilar í ár enn í fjør. Uppruna- liga væntaði fyritøkan at selja 16 milliónir bilar í USA í ár, men nú er talið sett til 15 milli- ónir. DaimlerChr ysler hevði næstan fimm milliardir krónur í halli í fjør, og hóast fyritøk- an væntar at selja færri bilar í ár, væntar leiðsl- an javnvág í roknskap- inum. Fyritøkan vænta eisini, at bilasølan fer at veksa seinni, og í 2004 roknar DaimlerChrysl- er við at selja bilar og eykalutir fyri meiri enn 1.000 milliardir krónur. Stríð um prís Danski ferðslumálaráð- harrin Flemming Han- sen umhugsar at gera tað bíligari hjá fólki at ferðast um Stórabelti. Ætlan hansara er, at tey, sum nýta tað fasta sambandið nógv, skulu fáa størri avsláttur, enn tey fáa nú, meðan tey, sum bara ferðast av og á, skulu rinda tað sama sum nú. Flestu flokkarnir í Fólkatinginum taka undir við ráðharranum, men fleiri kommunur í Eysturjútlandi og Norð- ursælandi mótmæla. Tær bera ótta fyri, at príslækkingin fer at taka grundarlagið und- an ferjunum, sum sigla um Kattegat. Úr Norðurlondum: Kavaveður Nakað av kava kom niður í Danmark miku- dagin, og ferðslan varð nógv tarnað. Serliga í Miðjútlandi og á Sæ- landi órógvaði kavin ferðsluna, og fleiri av teimum smáu vegunum vórðu stongdir. Tað hevði við sær, at fleiri skúlar sendu børnin i til hús mitt í skúlatíðini. Eisini motorvegurin millum Århus og Rand- ers mátti steingjast, og løgreglan mælti fólki frá at fara í bilin. Fleiri hundrað fólk máttu gista í skúlum og aðra- staðni hósnáttina, með- an onnur valdu at verða sitandi í bilinum. Løgreglan valdi at boðsenda teimum ser- ligu manningarvognun- um hjá herinum. Teir hava víst seg at vera sera hentir í kavaveðri, og mikudagin og gjára- náttina var boð eftir teimum átta ferðir til kvinnur, sum vóru komnar til at eiga. Út úr býnum Ein lesarakanning hjá norska blaðnum Aften- posten vísir, at flestu fólk í Oslo vilja hava amerikansku sendi- stovuna úr býnum. Leiðslan á sendistov- uni hevur biðið býráðið í Oslo um loyvi at gera eina tríggjar metrar høga girðing rundan um sendistovuna, at eitt ávíst pláss kring húsini verður roknað sum trygdarøki, og at mynd- ugleikarnir skulu av- marka ferðsluna í trim- um gøtum við sendi- stovuna. Kunnu býar- myndugleikarnir ikki góðtaka hetta, vilja amerikanararnir hava eitt øki í býnum, har teir kunnu byggja eina nýggja sendistovu. Býráðið hevur longu sýtt fyri at geva sendi- stovuni annað øki. Tí verða tey ymsu trygd- artiltøkini helst sett í verk, men ráddu Oslo- búgvar, skuldi sendi- stovan flutt úr býnum. Lesarakanningin hjá Aftenposten vísti, at fleiri fólk vilja hava sendistovuna úr Oslo orsakað av vandanum fyri yvirgangsatsókn- um. Sosialistaleiðarin Lionel Jospin hevur gjørt av at bjóða Jacques Chirac av á forsetavalinum í apríl FRAKLAND Árni Joensen Tað hevur leingi verið væntað, at Lionel Jospin fór at stilla upp til for- setavalið, men ikki fyrr enn nú hevur hann boðað frá, at hann verður valevni. Jospin er í løtuni forsæt- isráðharri í sosialistisku stjórnini, og hann verður uttan iva tann harðasti kappingarneytin hjá ver- andi forsetanum, Jacques Chirac, sum í síðstu viku kunngjørdi, at hann fer at royna at verða afturvaldur. Lionel Jospin sigur, at sum forseti ætlar hann sær at royna at endurreisa á- byrgdarkensluna sum tað berandi í samfelagnum, og at hann eisini ætlar sær at vísa ábyrgd sum forseti. Hendan fráboðanin er uttan iva ætlað Chirac, sum fleiri ferðir hevur verið fyri atfinningum frá sínum egnu, sum vilja vera við, at hann er lopin frá teimum lyftum, sum hann gav í valstríðnum í 1995. Amerikanski forsetin, George W. Bush, segði í gjár, at USA vil fegið hava samband við Norðurkorea BUSH Í ASIA Árni Joensen Tá amerikanski forsetin, George W. Bush, fyrr í vikuni vitjaði í Suðurkorea, nýtti hann høvi at vitja á markinum millum tey bæði koreansku londini. Haðani hugdi hann inn í Norður- korea, sum hann í síðsta mánað setti í bás saman við Irak og Iran sum "óndsinn- að veldi". Undir vitjanini í Seoul segði Bush kortini, at hann tók undir við royndunum hjá suðurkoreanska forset- anum, Kim Dae Jung, at bøta um viðurskiftini mill- um tey bæði grannalondini. Og tá Bush í gjár vitjaði í Kina, boðaði hann frá, at hann hevði biðið kinesiska forsetan, Jiang-Zemin, bera norðurkoreanska leiðaran- um, Kim Jung-il, boð um, at amerikanska stjórnin er til reiðar at tosa við stýrið í Pyongyang. - Vit eru til reiðar at tosa við norðurkoreanska stýrið, og eg bað Jiang-Zemin hjálpa mær at bera norður- koreanska leiðaranum boð- ini, segði George W. Bush á tíðindafundi, eftir at hann hevði tosað við kinesiska forsetan. USA hevur fyrr róð upp- undir, at Kina hevur latið Norðurkorea ymsa kjarn- orkutøkni, men hesum hevur kinesiska stjórnin víst aftur, og tað gjørdi Jiang-Zemin eisini í gjár. Taiwan Taiwan var sum vera man ein av teimum stóru spurn- ingunum, sum var til um- røðu á fundinum. Tá Bush í fjør gjørdi av at skriva undir ta størstu ameri- kansku vápnasøluna til Taiwan í mong ár, elvdi tað til stóra misnøgd í Kina. Bush segði á tíðinda- fundinum í Beijing í gjár, at USA hevur framvegis somu støðu í Taiwan-mál- inum. Hann segði, at USA fer framvegis at veita Tai- wan hernaðarligan stuðul, men legði afturat, at ætl- anin við hesum er ikki at elva til trupulleikar. Almenna kinesiska støð- an er, at Taiwan er ein landspartur, sum á ólóglig- an hátt hevur tikið seg burt- ur úr kinesiska samfelag- num, og Kina hevur hótt við hernaðarligum álopi á Taiwan, um leiðslan har ger av at lýsa oynna sum sjálv- støðugt ríki. Jospin bjóðar Chirac av Bush bað Kina hjálpa sær George W. Bush og kinesiski forsetin, Jiang-Zemin Mynd: Reuters VÍF tók sær av løttum í nærum trý korter, men tá ferð varð sett á, høvdu hoyvíkingar einki at skula sagt HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Onkursvegna hava dystirnir dystirnir millum H71 og VÍF ofta verið sera javnir, hóast tað hevur verið rætti- liga ymiskt, hvussu liðini hava staðið seg í kapping- ini. Soleiðis varð eisini í grundspælinum, tá VÍF misti eitt av bert tveimum stigum ímóti júst H71, og soleiðis sá tað eisini út til at skulu verða, tá VÍF so vitj- aði aftur hósdagin. VÍF setti ferðina Tað var nevnliga soleiðis, at fyri tað mesta, so høvdu hoyvíkingarnir sera stutt tjóður í meistarunum.. Gaman í var sjónligt, at vestmenningar høvdu tað betra liðið. Málini hjá teim- um komu munandi lættari enn hjá hoyvíkingunum, og ongan tíð í dystinum vóru teir á heimaliðnum fram- manfyri. Men við skot- styrkini hjá Bjarna og Hal- gir megnaðu hovyíkingar alla tíðina at svara aftur upp á málskjótingina hjá VÍF. Munurin var tó fyri tað mesta eini tvey - trý mál, men seinastu løtuna gjørdu heimamenninir ein vørr, soleiðis at tað var mest sum stantum, tá farið varð út aftur til seinna hálvleik. Eftir at hoyvíkingarnir her í einar tíggju minuttir framvegis hildu fast, so fóru vestmenningarnir brádliga at prógva, hví teir so ofta vinna tepurt, móti liðum, sum eru nógv veik- ari. Frágreiðingin er einfalt tann, at VÍF er so nógv sterkari enn hesi. Fyrst skeyt Piti fýra mál á rað, so eitt hol varð skapt, og tá hoyvíkingar royndu at svara aftur, fekk VÍF aftur fimm mál á rað. Hetta viðførdi tó, at vest- menningarnir aftur kundu taka sær av løttum, og spakuliga komu hoyvíking- arnir aftur. Fýra mál á rað minkaðu munin í eina helvt, men so var eisini lið- ugt. VÍF gjørdi aftur ein vørr upp á fimm mál, og so var allur ivi beindur burtur, og oddaliðið hevði vunnið ein hóast alt rættiliga sann- førandi sigur. Bara munur er Tað hvur ofta verið ført fram í ár, at VÍF hevur havt okkurt slag av motivatións- trupulleikum, tá spælt verð- ur móti niðaru liðunum í deildini. Kanska er tað eis- ini so, og møguliga er tað orsøkin til, at liðið lutfals- liga sjáldan vinnur stór- sigrar. Onkur klókur venjari hevur tó onkun tíð sagt, at um tú ígjøgnum eitt heilt ár skjýtur eitt mál meira enn mótstøðuliðið, so verður tú meistari, og tað tykist vera hetta, sum vestmenningar hava í tonkunum, tá spælt verður. Leikararnir vita við sær sjálvum, at teir til eina og hvørja tíð kunnu seta meira ferð á, og so bilar tað ikki so nógv, um munurin ikki verður hin øgiliga. Tað er nóg mikið, at munurin er har. Dysturin í tølum H71-VÍF 30-39 (16-17) Málskjúttar: H71: Bjarni Wardm 9(2), Finnur Hansson 7, Halgir Dahl Olesen 6(1), Olaf Vestergaard 2, Johnny Dur- huus 1, Jákup á Borg 1 VÍF: Piti Negru 11(1), Ingi Olsen 9, Sámal Joensen 8, Johnny Joensen 5, Daniel R. Lápa 3, Agnar Joensen 2, Petur Fr. Joensen 1 Brotskøst: H71 3, VÍF 1 Útvísingar: H71 3, VÍF 2 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Høvdu ikki tað stóra at takast við, tí talan gjørdist ongan tíð um nak- ran hart spældan dyst. Brynhild Carlsson og Konni Kass Jacobsen vunnu kappingina í yngsta gentubólkinum, tá kappast varð í Tórshavn Open um vikuskiftið Árliga kappingin hjá Havnar Badmintonfelag, Tórs- havn Open, varð leikt í Badmintonhøllini í Havn um vikuskiftið. Hópin av leikarum í øllum aldursbólkum tóku lut í kappingini, sum byrjaði leygardagin og helt fram alt vikuskiftið. Niðanfyri prentað vit nøvnini hjá fremstu luttakar- unum í øllum aldursbólkunum. Gentur 11 ár 1 Brynhild Carlsson HBF 2 Konni Kass Jacobsen HBF Dreingir 11 ár 1 Reidar Luid HBF 2 Fríði Lamhauge HBF Gentur 13 ár 1 Brynhild Carlsson HBF 2 Guðrun Lervig ÍF Dreingir 13 ár 1 Reidar Luid HBF 2 Filip Gram MBF Gentur 15 ár 1 Rannvá á Rógvi VÍF 2 Ulla í Dávastovu VÍF Dreingir 15 ár 1 Niclas Eysturoy HBF 2 Rógvi Poulsen HBF Dreingir 18 ár 1 Niclas Eysturoy HBF 2 Rógvi Poulsen HBF Kvinnur 1 Guri Poulsen HBF 2 Ingun Hansen Strálan Menn 1 Ragnar Simonsen HBF 2 Erland Poulsen HBF Tórshavn Open H71-VÍF 30-39 (16-17): Risa styrkismunur Her sær út til, at hoyvíkingarnir hava gott tak á, men tá alt kom til alt, vóru tað vestmenn- ingarnir, sum vóru við yvirlutan Mynd: Álvur Haraldsen Nr. 37 • fíggjadagur • 22. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Hondbóltsstøður 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 7 7 - 0 - 0 571 472 99 25 2 Neistin 6 4 - 0 - 2 559 473 86 18 3 StÍF 6 4 - 0 - 2 494 482 12 14 4 Kyndil 7 3 - 1 - 3 448 492 -44 9 5 H71 7 0 - 2 - 5 527 573 -46 8 6 Tjaldur 6 2 - 0 - 4 455 511 -56 8 7 KÍF 7 1 - 1 - 5 497 548 -51 7 C M Y K 25 24