Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 8 Sosialurin Áki Bertholdsen – Vit eru betonkiligir um ætlanina at spjaða sjó­ vinnu útbúgv ingarnar sundur. Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara­ og Navigatørfelagnum er ikki serliga fegin um ætlanin at flyta ein part av Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar. Ella, fyri at tað skal vera heilt rætt, er hann ikki ímóti at útbúgvingin verður í Klaksvík, men hann er ímóti at hon verð ur liðað sundir. – Vit taka ikki støðu til, hvar í landinum, skúl ­ arnir skulu vera. Tað ein­ asta vit hava áhuga í, er, at fakliga støðið er nóg høgt. – Tí skulu allar sjó­ vinnu útbúvingar vera á einum og sama staði, tí annars kemur tað fak­ liga støðið í vanda, legg­ ur hann afturat. Knípur við pengum Orsøkin til, at hann stúr ir fyri gongdini, verð ur útbúgvingin lið­ að sundur, er, at hann er ikki serliga bjart skygd ur um, at politiski myndug ­ leikin fer at játta nóg mikið av pengum til at varð veita báðar skúl ar­ nar á einum nóg høg um støði. Og hann staðfestir, at longu sum er knípur tað við at halda tað fakliga støðið á tí skúlanum, vit hava í Havn. Hann sigur, at orsøkin til tað er, at hetta eru skúl ar, sum krevja rætti liga nógva og dýra út gerð. – Men tað knípur at fáa játtan til hesa útgerð, sum krevst fyri at varð­ veita fakliga støðið á skúlanum í Havn. – Tá ið tað longu nú gongst illa at halda ein skúla dagførdan við útgerð, vænta vit ikki, at hetta verður lætt ari við tveimum sjó vinnu depl­ um í landinum, sigur hann. Verða útbúgving­ arnar spjaddar sundur, fer tað at seta nógv størri krøv til politiska myndugleikan og hann er ikki vísur í, at politiski myndugleikin verður førur fyri at lúka hesi krøvini. Hann vísur eisini á, at arbeiðsbólkurin, sum Mentamálaráðið setti at viðgera spurningin, mælti frá at spjaða út­ búgv ingarnar sundur. Men politiski mynd­ ug leikin hevur so gjørt tað kortini og hann hev­ ur illgrunan av, at hetta er meiri ein politisk semja, heldur enn tað er ein avgerð, sum byggir á eina fakliga meting. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen – Eg fái ikki ilt av, at partar av sjóvinnuútbúgvingunum verður fluttur úr Havn til Klaksvíkar. Páll Hansen formaður í Maskinmeistarafelagnum hevur onga avgjørda meining um ætlanina at flyta skipara­ og maskinistskúlan úr Havn til Klaksvíkar, samstundis sum at skipsførara­ og maskin ­ meistaraútbúgvingin verð ur verandi í Havn, men verð ur upp stig að til bache lor. Men hann leggur dent á, at spurn ingurin er ikki við­ gjørdur í Maskinmeistara­ felag num og tí tosar hann bara fyri egnu rokning. – Eg dugi ikki at síggja tað stóra problemið, sum hann málber seg. Fyrimunur Hann sigur, at tað kann enn­ tá hava sínar fyrimunir við at flyta hendan partin av skúlanum til Klaksvíkar. Hann sigur, at Maskin­ meistarafelagið leggur stóran dent á, at minst ein flokkur av næmingum verður tikin inn á maskinist skúlan um árið fyri at varðveita ein javnan streym av maskinistum. – Men hesi síðstu árini hevur Vinnuháskúlin í Havn havt lyndi til at leypa maskinist skúlan um við teirri av leið ing, at næm ing ar ikki eru tiknir inn á maskinist­ skúlan. – Heldur ikki í januar í ár vórðu næmingar tiknir inn á maskinistskúlan, leggur hann afturat. Hann sigur, at hetta er eitt rák, sum hóvar teimum í Maskinmeistarafelagnum ser stakliga illa, tí tað kann bróta fakið niður. – Hetta er ógvuliga keði ligt, tí kemur stígur í maskinist skúlan, kann tað fáa áhugan fyri fakinum at fjarða burtur og sostatt er vandi fyri, at fakið verður niður brotið. Formaðurin í Maskin­ meist arafelagnum held ur sostatt, at verður maskinist­ skúlin fluttur til Klaksvíkar, kann tað verða ein ávís trygd fyri, at minst ein flokkur av næmingum verður tikin inn um árið og tað sær hann ein stóran fyrimun í. Ábyrgd Men Páll Hansen leggur aft­ urat, at verður skúlin fluttur til Klaksvíkar, krevur tað eisini, at politikararnir eru ser stakliga tilvitaðir um ábyrgdina teir hava fyri skúl­ anum. – Hetta er ein skúli, sum krevur nógva útgerð, men tað knípur longu sum er at játta nóg mikið av pengum til útgerð og amboð til Vinnu háskúlanum, vit hava í Havn, – Tí mugu politikarar gera sær greitt, at verður ein part­ ur av skúlanum fluttur, mugu teir eisini vera til reiðar at játta pengar til neyðuga út­ gerð og amboð, sigur Páll Hansen. Hinvegin hevur tað eis­ ini verðið ført fram, at tað verður eitt bakkast fyri fak liga umhvørvið at flyta skúlan til Klaksvíkar heldur enn at varðveita ein sterkan, fakligan depil í Havn. Men tað heldur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum ikki verður nakar trupulleiki, tí útbúgvingarnar eru ikki ókendar í Klaksvík og verður skúlin mentur í Klaks vík, menn ist tað fakliga um­ hvørvið eisini. aki@sosialurin.fo Stúra fyri pengunum SKÚLAFLUTNINGUR For­ maðurin í Skipara­ og Naviga tør felagnum er ikki fegin um ætl anina at flyta ein part av Vinnu háskúl­ anum til Klaksvíkar Eg fái ikki ilt av at flyta til Klaksvíkar SKÚLAFLUTNINGUR Formaðurin í Maskinmeistarafelagum sær onki forgjørt í at flyta ein part av Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar, men politikarar mugu verða greiðir yvir sína ábyrgd Vit eru betonkiligir Fak liga støðið kemur í vanda Í Klaksvík verður kanska størri trygd Hetta er ógvuliga keðiligt Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum sær ikki tað stóra problemið, men formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum er øgiliga betonkiligir um ætlanina at skipa ein sjóvinnudepil í Klaksvík afturat tí, vit hava í Havn. Men báðir eru samdir um, at hetta fer at seta stór krøv til politikararnar