Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 3 · 7. januar 2011 8 VIKUSKIFTI Aftur um standmyndina Lýsing av uppskotunum: 14 uppskot til Listaverk framman fyri Fimi lagt tIl rættIs: Eirikur Lindenskov Tórshavnar kommuna gjørdi av í 2007, at 1,5 prosent av kostnaðinum, tá kommunan byggir, skuldi brúkast til listarverk. Síðani hava verið fleiri kapp ingar um listprýðing, eitt nú Skúlin á Løgmannabreyt, Skúlin á Argjahamri, og seinast valdi Lista­ bólkurin í Tórshavnar komm unu, at skulptururin hjá Guðri Poulsen, »Himmalspegilin«, skal prýða framm an fyri Fimi í Gundadali. Kjak um valið Tað hevur so ofta verið kjakast um valið av listprýðingum í Tórshavnar Kommunu, og Listabólkurin gjørdi tí í sambandi við kappingina um at listprýða Fimi, at uppskotini skulu sýnast fram fyri almenninginum eftir avgerðina. Her ber nú til hjá fólki fyri fyrstu ferð at gera sær inntrykk av tí grund­ ar lagnum, sum Listabólkurin hevur arbeitt út frá í sambandi við kapp­ ingina um almenna listprýðing í Tórshavnar Kommunu. Hetta gevur høvi til kjak um almenna listprýðing í Tórshavnar kommunu kann førast á einum fakligum og seriøsum grundarlag. Framsýningin »Aftur um stand­ myndina – 14 uppskot til listaverk framman fyri Fimi« er opin í Fimi í Gundadali tilsunnudagin 16. januar 2011 og kann vitjast hvønn dag frá klokkan 9 til 21. Lesarar atkvøða Hevur Listabólkurin í Tórshavnar kommunu gjørt rætta valið? Av­ gerðin er tikin og hon kann ikki broyt ast, men er hon røtt eftir tíni met ing? Nú hevur tú møguleikan at atkvøða um tey 14 uppskotini, sum tú heldur vera frægast. Vitja fram sýn­ ingina ella les um verkini og hygg eftir mynd unum her á síðuni. Soleiðis kanst tú atkvøða Tú kanst atkvøða við at senda ein sms til nummar 1940. Tú kanst bert atkvøða eina ferð, og tú atkvøður við at senda. Kostnaðurin er 5 kr. + vanligan takst Seinasta freist at atkvøða er 14. januar 2011 Øll, ið atkvøða, eru við í lutakastinum um eitt árshald av Sosialinum Brandur Patursson Stødd: 5 x 2 x ca 1 m Materiali: 3 mm rustfrítt stál. Prísur: 400.000 krónur Yvirkroppurin av einum mannafiguri við útbreiddum armum, sum hyggja uppeftir. Atkvøð fyri hesum listarverki: Send sms-boð við tekstinum »sos 1« til 1940 Heðin Ferjá Heldarskarð Stødd: 8 x umleið 2,25 x 2 m Materiali: Rustfrítt stál, stabbagrót Prísur: Umleið 400.000 6 stálbugar settir saman tveir og tveir á tríggjar soklar av stabbagróti á rað. Atkvøð fyri hesum listarverki: Send sms-boð við tekstinum »sos 2« til 1940 Jógvan Horn: sólur Stødd: Diametur: 5 m, hædd: 1,70 m Materiali: Svart polerað granitt, rustfrítt stál. Prísur: 180.000 Eitt horsontalt sólur við tímalinjum, sum vísa klokkuna. Tríggjar kurvar vísa, hvar skuggin fellur á javndøgn, ólavsøku og longsta dag. Atkvøð fyri hesum listarverki: Send sms-boð við tekstinum »sos 3« til 1940 Finnleif mortensen Stødd: 5,16 x 4 x umleið 1,5 m Materiali: 25 mm og 50 mm stál Prísur: Umleið 540.000 krónur 4 menniskjafigurar, sum gera fimleik og aðrir geometriskir formar skornir út í eini stálplátu. Sett upp soleiðis, at skuggar frá sólini síggjast á lendinum. Atkvøð fyri hesum listarverki: Send sms-boð við tekstinum »sos 4« til 1940 Gianfranco Nonne: spor Stødd: 3,30 x 1 x 1,70 m Materiali: Bronsa, bassalt Prísur: 550.000 krónur Tríggjar bronsuflísar á einum bassaltsokkuli við einum fótaspori og tvær gangandi føtur omaná. Atkvøð fyri hesum listarverki: Send sms-boð við tekstinum »sos 5« til 1940