Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 10 Sosialurin Leo Poulsen Tað er Vága Floghavn, sum eigur allar fasilitetir vesturi á flogvøllinum, og hesir verða so lisiteraðir út til feløg og fyritøkur at reka. Ein av hesum fasilitetum er kafeteria, og frá fyrsta januar at rokna, er tað Dvøljan hjá Havgrími Johannesen, ið rekur matstaðið. – Vit hava ætlanir um at broyta alt umhvørvið og lyfta tað upp á eitt hægri støði. Vit hava jú royndir við Sunset, Burger King og Baresso, og vit fara at taka tað besta frá hesum trimum og flyta tað vestur á flogvøllin, sigur Havgrímur Johannesen. Vága Floghavn vildi hava tænastustøðið sett upp, og tá Havgrímur Johannesen hevur drúgvar royndir á økj un um innan omanfyri nevndu, umframt at hann eisini eigur dansistaðið Deep, sum gevur royndir innan út­ skeink ing, kom hann inn í mynd ina. – Vit fara so nú undir eina umbygging, sum fer at gera tænastustøðið nógv hægri, og gongur alt sum ætlað, letur staðið upp av nýggjum fyrst í mars mánað, sigur Havgrímur Johannesen. Ein av eyðsýndu broyting­ unum verður, at partur av diskøkinum verður ein barr við barrstólum. – Kafeteria hevur fult skeinkiloyvi, men tað hevur ikki verið týðiligt hjá teimum, sum ferðast um flogvøllin. Hetta fer at verða skipað við einari veruligari barr, har ymsu sløgini verða sjónlig og kundin kann síggja, hvat er at velja ímillum, sigur Hav­ grímur Johannesen. Útboðið verður eisini nógv baserað upp á kaffi. – Vit fara at hava nýmalið kaffi, og vit fara at hava øll tey ymisku kaffisløgini sum espresso, cafe latte, capucino, stutt sagt øll sløg, sum vit hava í Baresso í Havn, sigur Havgrímur Johannesen. Lammhults Lounge Reint fysiskt verður økið ikki so ógvuliga nógv broytt, men kosmetiskt verður stór broyting. – Sum eg nevndi verður ein partur av matarøkinum gjørt til barr, men eitt annað, sum fer at lyfta støðið ógvu­ liga nógv, er ein nýggj lounge. Hetta verður ein lounge sum verð ur lyft upp frá gólv in um, og har verða flottir design ara­ møblar hjá fólki at hvíla í, sigur Havgrímur Johanne sen. Hann hevur sett seg í sam band við kendu svensku møbil designarafyritøkuna Lamm hults, sum skal møbl­ era lounge’ina. – Vit vilja fegin lyfta støðið upp á eitt altjóða støði, og tí gera vit rættiliga stórar íløgur í hesa lounge’ina. Og sjálvt um vit vita, at hendan umbyggingin verðu rivin niður aftur um trý ár, tá út­ byggingin av flogvøllinum skal verða liðug, so er her talan um møblar, sum vit kunnu flyta yvir í nýggju høl ini, sigur Havgrímur Jo­ hanne sen. Hann hevur gjørt avtalu við svensku fyritøkuna sum ber í sær, at nýggja lounge’in fær heitið Lammhults Lounge. Eisini verður spæliplássið dagført frá at vera ein rusji­ bani til at verða eitt veruligt spælipláss. Opið tá flogið verður Umbyggingin av um hvørv in­ um avmarkar seg eitt sindur sjálv, tí um trý ár stendur nýggi terminalurin liðugur, og tí verður hildið eitt sindur aftur. – Men sum nevnt, so kunnu møblar og ymsu maskin urnar jú flytast í nýggja termi nalin, so har verð ur ikki spart, sigur Hav­ grím ur Johannesen. Hann ætlar í fyrsta um­ fari at hava sama tal av starvs fólkum. – Vit hava gjørt avtalu við leiðaran og starvsfólkini, sum eru, um at flyta við, men vónandi fer hækkaða tæn­ astustøðið at føra til størri virksemi, sigur Havgrímur Johannesen. Tað ferðast eini 230.000 ferðafólk um flogvøllin til­ samans, íroknað leiguflogfør og tyrluflúgving til og frá bori pallum. – Eitt, sum vit fara at leggja okkum rættiliga eftir, er at hava opið, tá flogferðsla er, og sum eitt minimum fara vit at hava opið til regluligu ruturnar, sigur Havgrímur Johannesen. Eingin flogvøllur uttan eina kiosk, og hon verður sjálv andi eisini í nýggja kon­ septinum. – Vit fara at hava alt tað, sum hoyrir til í einum kafe­ teria á einum flogvølli, og vónandi stendu alt lið ugt fyrst í mars, sigur Hav­ grímur Johannesen, stjóri í Dvøljuni. Skal lyftast upp á altjóða støði Fyrsta januar yvirtók Havgrímur Johannesen raksturin av kafeteria á flogvøllinum, og fyrst í mars letur nýtt og framkomið kafeteria upp á altjóða støði Umhvørvið verður nakað broytt og tænastustøðið verður lyft upp á altjóða stig Mynd: Álvur Haraldsen