fríggjadagur 7. januar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 7. januar 2011
10
VIKUSKIFTI
Fá sukse við
tínum sunnu
kostvanum
Legg dent á fjølbroytni, nógvar farvir og
frískar rávørur, heldur enn at gera ov nógv
av at telja kaloriur og máta portiónir - tað
skuldi gjørt tað lættari at velja sunt. Legg
dent á at finna fram til mat sum tær dámar,
umframt lættar uppskriftir, har tú kanst
blanda nakrar fáar sunnar ingrediensir. So
við og við verður maturin sunnari
og leskiligari.
Byrja spakuliga og
ger broytingarnar til
tínar nýggju kost-
vanar so við og
við. At gera allan
kostin sunnan
samstundis er
hvørki realistiskt
ella klókt. Tak
smá stev sum
t.d. at eta
salat (full
av grøn meti í ymiskum farvum) hvønn dag,
ella at skifta frá smøri til olivenolju, tá ið
tú gert mat. So við og við sum tíni smáu
fet gerast til vanar, kanst tú halda á við at
leggja afturat fleiri sunn val til kostin.
Allar tær broytingar, sum tú gert fyri at
betra um kostin, gera mun. Tú nýtist ikki
at vera perfekt/ur og tú nýtist ikki heilt at
útiloka mat, sum tær dámar, fyri at hava
sunnar kostvanar. Langtíðarmálið er, at tú
skal føla teg væl, hava meiri orku og minka
um vandan fyri krabbameini og øðrum
sjúkum. Øll tíni sunnu val hava týdning.
tamarhald er
týdningarmikið
Fólk hugsa ofta um sunnan mat
sum “alt ella einki”, men lykla-
grundarlagið fyri øllum sunnum
kostvanum er tamarhald. Óansæð
hvat ið ymiskir populerir kurar
vilja hava teg til at trúgva,
hava vit tørv á eini
javnvág av kolvætu,
proteinum,
feitti, fibrum,
vitaminum og
mineralum
fyri at stimbra
kroppin.
Royn ikki at
hugsa um ávísan
mat sum bann að
øki. Tá ið tú forbjóðar
ávísan mat, er tað
natúr ligt at tráða meiri
eftir hesum mati, fyri
síðani at føla teg
miseydnaða/n,
um tú gevir
eftir fyri
freistingini. Um tú ert drigin at søtum, sølt-
um ella ósunnum mati, byrja so heldur við at
minka um nøgdirnar umframt ikki at eta tað
líka ofta. Seinni finnur tú kanska útav, at tú
ikki longur brellast eins ofta ella byrjar at
hugsa um tað sum nakað, ið tú kanst njóta
av og á.
Legg dent á smærri portiónir. Tá ið tú
etur úti, kanst tú t.. deila dessertina við
ein vin og lata verða við at bíleggja stórar
portiónir. Heima kanst tú nýta minni
tallerkar og byrja í smáum.
tað er ikki
bert tað, ið tú
etur, men eisini
hvussu tú etur
At eta sunt snýr seg um meira enn matin á
tallerkinum – tað snýr seg eisini um, hvat tú
hugsar um matin. Sunnir kostvanar kunnu
lærast, og tað er týdningarmikið at steðga
á og hugsa um matin sum føðslu heldur enn
nakað, ið bara skal svølgjast ímillum eftir
arbeiði ella á veg eftir børnunum.
Et altíð saman við øðrum, tá ið tað er
møgu ligt. At eta saman við øðrum fólki
hev ur bæði sosialar og kensluligar fyrimunir
og er serliga til gagns fyri børnini. Tað gevur
tær møgu leika fyri at útvikla sunnar kost-
van ar – eis ini hjá børnunum. At eta framm-
an fyri sjón varp in um ella telduni førir ofta
til, at tú etur ov nógv uttan at hugsa um
tað.
Lurta eftir kroppinum. Spyr teg sjálva/n
um tú veruliga ert svong/svangur ella drekk
eitt glas av vatni fyri at vita, um tú kanska
bara ert tyst/ur. Tá ið tú etur, so steðga,
áðrenn tú følir teg metta/n. Tað tekur
nevniliga nakrar minuttir, áðrenn heilin
fortelir tínum kroppi, at hann hevur fingið
nokk av mati - So et spakuliga.
Et morgunmat og et síðani smáar, títtar
máltíðir restina av degnum. Ein sunnur
morgunmatur setur gongd á stoffskiftið
og við at eta smáar títtar sunnar máltíðir
restina av degnum, heldur tú orkuni uppi og
stoffskiftinum í gongd.
rør teg
hvønn dag
◆ Vel ein aktivitet , sum tær dámar.
Nógv ymiskt telur við sum venjing:
dansur, at ganga, havaarbeiði, at
spæla bólt osv. Vel tað, sum fær teg
at røra teg!
◆ Royn ein fetteljara. Fetteljarar eru
bíligir og lættir at brúka. Best av
øllum hjálpa teir tær at halda stýr á,
hvussu nógv tú rørir teg. Bygg upp til
10.000 skritt um dagin – ella meira.
◆ Øll rørsla nýtist ikki at vera í senn.
10 minuttir á morgni, middegi og
kvøldi kann gera eins nógv gagn sum
30 minuttir í senn.
◆ Rør teg saman við einum vini. Tað
motiverar teg til at koma út av
húsinum.
◆ Rør teg í døgurðatímanum. Gang ein
túr saman við starvsfeløgunum, eftir
at tit hava etið.
Planlegg skjótar
og lættar máltíðir
At eta sunt byrjar við góðari planlegging. Tú
ert longu komin hálvan veg, um tú ert væl
útgjørd/ur í køkinum og hevur eitt fjølbroytt
úrval av rávørum, nakrar skjótar og lættar
uppskriftir og eitt gott úrval av sunnum
munnbitum.
Ein av teimum bestu mátunum at halda
á við teimum sunnu kostvanunum, er við
at planleggja tín egna mat. Finn nakrar
sunnar uppskriftir, sum tær og familjuni
dáma, og ger við hesum útgangspunkti eina
matætlan. Um tú hevur tríggjar ella fýra
planlagdar máltíðir um vikuna og etir restir
hinar dagarnar, ert tú væl á veg.
Ger mat ein ella báðar vikuskiftisdagarnir
ella eitt gerandiskvøld, har tú gert eyka
til at frysta niður ella seta til síðis til eitt
annað kvøld. At gera mat í forvegin sparir
bæði tíð og pening - og tað er deiligt at vita,
at tú hevur eina heimagjørda máltíð klára, ið
bíðar eftir at verða etin!
heIlsU
síðan
Jórun Klein, dietistur
At etA sunt snýr seg ikki bert um strAngAr føðslureglar, At verA órealistiska kløn/
klænur, ellA At noktA tær mAt, ið tú elskar. At etA sunt snýr seg meiri um At følA seg
væl, orka betur og At hAldA seg so sunnan sum gjørligt. At etA sunt byrjAr við At læra,
hvussu tú etur “klókt” – tAð er ikki bert tAð, ið tú etur, men eisini hvussu tú etur.
títt vAl Av mat vørum kAnn minkA um vAndAn fyri sjúkum sum diAbetes, hjarta/æðrasjúkum,
krAbbA meini umfrAmt fyribyrgja tunglyndi. hArumfrAmt kunnu sunnir mAtvAnAr
betrA um heilsuna við At gevA meiri orku, betri minni og stAbili serA lagið.
royn fleiri sløg Av sunnum mAtvørum og lær At plan leggja soleiðis,
At tú kanst hAldA á við teimum sunnu kost vanunum.
Soleiðis fært tú eitt
sunnari 2011