fríggjadagur 7. januar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3
Sosialurin
Seinasta freist at lata inn broytingar
til Telefonbókina 2011 er týsdagin
1. februar 2011
Í juni 2011 verður Telefonbókin borin út til allar
fastnetstelefonfelagar. Verandi og nýggj virki,
handlar og stovnar, sum vilja nýta møguleikan at
lýsa á Gulu síðum, skulu boða frá hesum – bæði um
talan er um nýggjar lýsingar, ella um hildið verður
áfram við teimum verandi.
Hvítu síður
Týsdagin 1. februar 2011 er seinasta freist at lata inn broytingar til Hvítu síður
í Telefonbókini 2011 (vanliga telefonyvirlitið).
Prísir
Eykaupptøka
62,50 kr.
Undirupptøka
62,50 kr.
Undirstriking
62,50 kr.
Búmerki
3.750,00 kr.
Allir prísir eru við mvg.
Kontakt
kundaskraseting@ft.fo, tel. 80 80 14, faks 32 10 91
Gulu síður
Týsdagin 1. februar 2011 er seinasta freist at boða frá av nýggjum, um ein ynskir upptøku
í Gulu síðum.
Prísir
Eykaupptøka
62,50 kr.
Undirupptøka
62,50 kr.
Undirstriking
62,50 kr.
Grafi sk lýsing, grundgjald
1.750,00 kr.
Innrammað lýsing, grundgjald
1.250,00 kr.
Grafi sk ella innrammað lýsing,
fyri mm (min. 30 mm)
37,50 kr.
Allir prísir eru við mvg.
Kontakt
lysingar@ft.fo, tel. 30 30 30, faks 30 30 31
Telefonbókin
2011
Stjóri til Landsverk
Søkt verður eftir stjóra til Landsverk at byrja 1. mars ella skjótast til ber
Starvið: Stjórin hevur evstu ábyrgd av stovninum og vísir beinleiðis til aðalstjóran
í Innlendismálaráðnum. Saman við leiðsluni á stovninum leggur tú virksemið til
rættis og setir yvirskipaði mál fyri øll arbeiðsøki. Harafturat hevur tú evstu ábyrgd
av, at øll verklagsarbeiði hjá landinum verða væl frágingin, av fíggjarstýring,
og at játtanir verða hildnar. Sum stjóri kemur tú at samstarva tætt við politisku
skipanina. Tú kemur tí at hava ein týðandi leiklut í at mynda hetta samstarvið.
Harafturat verður títt samstarv við vinnuna tætt, og er tað ein fortreyt, at hetta
samstarvið er optimalt. Landsverk er ein týðandi stovnur í føroyska samfelag-
num og gerast bygnaðarbroytingar ella aðrar broytingar neyðugar, skalt tú
ganga á odda.
Faklig førleikakrøv: Tú setir fakliga støðið í hásæti og hevur høgan fakligan
integritet. Tú hevur akademiska útbúgving eitt nú innan verkfrøði, búskapar-
frøði ella løgfrøði. Royndir innan leiðslu er ein treyt. Harafturat er kunnleiki til fíg-
gjarstýring ein treyt, meðan kunnleiki til byggi- og ráðgevingarvinnuna er ein
fyrimunur. Harafturat er tað fyrimunur, um tú hevur leiðsluútbúgving.
Persónlig førleikakrøv: Tú hevur førleikar til at mynda stovnin úteftir, hevur framúr
góð samskiftisevni og dugir væl at orða teg mótvegis starvsfólki, politisku skip-
anini, fjølmiðlum og almenninginum annars. Tíni samstarvs- og leiðsluevni eru
av teimum bestu. Tú dugir væl við fólki og evnar at draga viðkomandi starvs-
fólk inn í avgerðir, men torir samstundis at skera ígjøgnum, tá tað er neyðugt.
Somuleiðis skalt tú vera før/ur fyri at taka skjótar og sjálvstøðugar avgerðir. Tú
varðveitir yvirlitið og sært yvirskipað upp á uppgávurnar, ið stovnurin varðar av.
Tá støðan krevur tað, dugir tú eisini at fara niður í viðkomandi smálutir. Tær dá-
mar væl at arbeiða undir trýsti, ert framsøkin og skjót/ur at seta teg inn í nýggj
viðurskifti. Harafturat ert tú ágrýtin eftir at fáa sum mest burturúr virkseminum á
stovninum og hevur ein jaligan hugburð mótvegis broytingum.
Setanarviðurskifti: Starvið er fl okkað ájavnt við 38. lønarfl okk hjá Tænastuman-
nafelag Landsins, og verður ein viðbót veitt, sum svarar til munin millum 38. og
39. lønarfl okk hjá Tænastumannafelag Landsins. Tó er ikki talan um eitt tænas-
tumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15% av eftirlønargevandi lønini. Setanartreytir
annars verða ásettar í sersáttmála.
Umsóknir: Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til
runij@imr.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. februar 2011 kl. 16. Merk
umsóknina „Stjóri”. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær
til Rúna Joensen, aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, á tlf. 558070 ella runij@imr.fo
www.imr.fo
Við umleið 130 starvsfólkum er Landsverk ein av størstu landsstovnunum í Føroyum.
Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyn-
dugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og
viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og fl ogvallamál, herundir tyrlupallar. Somu-
leiðis situr stovnurin fyri tilbúgvingarmálum á landi og sjógvi.