fríggjadagur 7. januar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 7. januar 2011
11
VIKUSKIFTI
Um tú ikki hevði tað starv, tú
hevur, hvat hevði tú so gjørt?
Eg hevði óivað sitið í einum peningastovni.
Tað var altíð ætlanin hjá mær, áðrenn
eg varð rakt av fjølmiðlabasilluni.
Hvat ger starvið so áhugavert?
Tað er framúr áhugavert og eitt satt
privilegium at hava eitt starv, har tú meira ella
minni altíð kanst fylgja við samfelagsgongdini
á fremstu parkett. At hava eitt starv, har
fólk líta tær upp í hendur at víðarifortelja
sína søgu, líkamikið hvør hon er.
Hvat er tað ringasta við starvinum?
Trýstið frá bæði evstamarkinum og ónøgdum
fólkum. Og tá so atfinningarnar hegla
omanyvir, er tað ikki altíð so stuttligt at vera
í tílíkum starvi. Til tíðir loyvi eg mær at ivast
í, um tey, ið finnast harðast at, yvirhøvur
geva sær far um, at tað eru menniskjur
við kenslum, ið tey trampa uppiá.
Hvat er títt størsta scoop?
Uha...tað veit eg ikki....men onkrar av lagnu
søgunum hjá ymsum menniskjum, sum eg
plagdi at gera, meðan eg arbeiddi á Sosial
inum, har fólk greiddu frá síni sorg, gleði
ella hvat tað nú skuldi vera. Í kringvarpinum
minnist eg serliga kvøldið, tá Atlantic
Navigator rendi á land. Eg var júst byrjað
í starvsvenjing, og tað var ein spennandi
uppgáva at sleppa at rapportera live í fleiri
umførum frá eini tílíkari hending, har vit fylgdu
gongdini frá byrjan til enda. Tá fann eg veruliga
útav, hvør styrkin hjá útvarpsmiðlinum er
Var tað trupult at venja teg við at
hoyra tína egnu rødd í útvarpinum?
Ja, sera trupult. Fyrstu ferð eg hoyrdi eitt
innslag hjá mær uttan fyri heimið, var eg í
eini sølubúð. Tá innslagið fór í gongd, setti
eg innkeypskurvina frá mær og fór útaftur.
Um tú ikki búði
í Føroyum,
hvørjum landi
hevði tú so búð
í – og hví?
Eg hevði búð í Ný
Sælandi. Tí tað
er eitt fantastisk
land, sum minnir
sera nógv um
Føroyar og kortini
er fullkomuliga
annaðleiðis. Og
ikki minst, tí at
systir mín býr har.
Hvat er heimsins mest
fantastiska uppfinning?
Hmmm....vaskimaskinan, uppvaskimaskinan,
turkitrumlan, dustsúgvarin....allar maski nur,
sum eru við til at lætta um húsligu skyld urnar.
Tað manglar bara nú, at tær blíva automati
seraðar, so eg kann eygleiða tær frá sofuni :)
Hvat mangla vit at uppfinna?
....sí omanfyri!
Hvat er títt frítíðarítriv?
Einaferð var eg róðurskvinna. Men tað
eru so mikið nógv ár síðani, at eg kann
valla siga, at tað er mítt frítíðarítriv.
Mær dámar ógvuliga væl at binda.
Dámar tær hundar ella kettur?
Kettu – eri uppvaksin við kettu, tað er eitt
fitt og róligt djór, sum er lætt at passa.
Hvat ger tú eftir
arbeiðstíð?
Eg hugni
mær saman
við synunum,
Petur Martin og
Kristian, hyggi
eitt sindur í
sjónvarp, bindi,
vitji vinfólk og
slappi av.
solby eliasen
Evstamark og misnøgd
fólk eru tað ringasta
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
Solby EliaSEn byrJAði Í STArvSvENJiNg Í KringVarpinUm 1. AUgUST 2002, Og vArð SETT Í
FAST STArv Í 2006. HON ArbEiðir SUM joUrnaliSt, SUM HON HEldUr vErA EiTT áHUgaVErt
Og priViligErað STArv. Og SO FEr EiN StórUr PArTUr Av FrÍTÍðiNi við AT binDa.
mynD: JENS KriSTiAN vANg