fríggjadagur 7. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3
12
Sosialurin
Randi Jacobsen
Síðan
landingarmið
støð in í Vági læt aftur
fyri nøkrum mánaðum
síðan, hevur verið tvør
ligt at leggja fisk upp
í Vági. Antin noyðast
bát arnir til Tvøroyrar
at leggja fiskin upp til
landingarmiðstøðina
har, ella mugu teir leggja
fiskin upp í Vági, sum
síðan verður koyrd ur
norður til landingar
mið støð ina á Tvøroyri.
Verður fisk urin keyptur
aftur til Vágs, er neyðugt
at koyra hann suður
aftur.
Snýr seg um
góðsku
– Hetta gevur ikki bestu
góðskuna. Tað er jú
góðsk an, sum tel ur fram
um alt, sigur Mikkj al
Løð hamar, sum er farin
at kanna, um ikki ber
til at lata landingar mið
støðina í Vági uppaftur.
Hann
og
familja
hans ara eru sinnað at
leggja neyðuga peningin
á borðið, men fyrst av
øllum skulu neyðugu
góðkenningarnar fáast
frá
Heilsufrøðiligu
Starvs stov uni
og
frá
upp boð ssøluni á Toft
um.
Húsið
Landingarmiðstøðin
Fløvan í Vági er ikki til
longur, men eitt annað
felag, Grønatúgva, eigur
húsið. Í tí felagnum eru
útróðrarfeløg,
hand
verkarafeløg og arbeið
ara feløgini í Suðuroyar
sunnaru helvt.
Tey skulu nú øll taka
støðu til, um tey eru
sinnað antin at leiga
ella selja hølini til stig
takaran av nýggju land
ingarmiðstøðini.
Vil endur stovna
landingar mið
støðina í Vági
Allur fiskur, sum kemur upp
á land í Vági, má fyrst til
góðkenningar á Tvøroyri.
Tað gevur ikki bestu
góðskuna, heldur Mikkjal
Løðhamar, sum er farin
at kanna møguleikarnar
fyri at endurstovna
landingarmiðstøðina í Vági
Randi Jacobsen
Í eitt mannaminni hevur
verið trupult at fingið hendur
á grundstykki í Kollafirði.
Eingin almenn ústykking
hevur verið í áravís.
Men nú bendir alt á, at um
eitt ár ella so fer Tórshavnar
kommuna at gera eina stóra
útstykking í Líðini í Kolla
firði.
Kommunan eigur ein part
av økinum og liggur í sam
ráð ingum við eigaranum av
hinum partinum. Fær komm
un an hendur á tí økinum,
verður økið samanlagt um
leið 20.000 fermetrar.
Bogi Andreasen, for mað
ur í byggi og býarskipanar
nevndini hjá kommununi
væntar, at kommunan hevur
fingið tey viðurskiftini av
greitt, áðrenn hetta árið er
úti.
Enn hevur ikki verið tos
að um, hvat slag av bústaðar
bygging skal verða í Líðini í
Kollafirði.
Barnatalið minkar
Bogi Andreasen veit, hvussu
stóran týdning tað hevur fyri
Kollafjørð, at kommunan fær
nøkur grundøki at bjóða.
Barnatalið er minkað, og
tað kann hava samband við,
at ungu familjurnar hava
verið noyddar at búsett seg í
øðrum bygdum.
– Skal ein bygd mennast,
mugu umstøður verða hjá
ungum familjum at seta búgv
har, sigur Bogi Andreasen.
Hann nevnir stóru íløg ur
nar, sum kommunan hevur
gjørt í Kollafirði í eitt nú
skúla og havnalagið, og nú
má húsabyggingin eiga tørn.
Hann veit eisini, hvussu
stórur tørvurin er, tí so at
siga hvønn dag ringir onkur
til hansara og spyr, nær
kommunan fer at stykkja út
í Kollafirði.
Nú er so stóra útstykk ing
in næstan komin undir land.
Fara at útstykkja
í Kollafirði
Um eitt ár ella so fáa kollfirðingar høvi at ogna sær grundøki í heimbygdini
Trupult at fáa fylgjara
Landssjúkrahúsið noktaði einum krabbameinssjúkum manni fylgjara
niður á Ríkissjúkrahúsið. Kærunevndin í almanna- og heilsumálum
hevur biðið Landssjúkrahúsið viðgera málið av nýggjum
Randi Jacobsen
Summir sjúklingar, sum fara
til Danmarkar at fáa viðgerð
ella til kanningar ella til
eftirlit, fáa fylgjara við sær,
og aðrir fáa sýtt fylgjara. Av
gerðin byggir á eina met ing
hjá yvirlæknanum.
Ein maður í 70árunum
við krabbameini var ónøgdur
við,
at
Landssjúkrahúsið
sýtti honum fylgjara, tá hann
í juni í fjør fór niður á Ríkis
sjúkrahúsið til skanningar.
Hann sá seg ikki føran fyri at
ferðast einsamallur, gloymdi
illa og helt tað vera torført
at finna vegin fram, tá hann
feraðist.
Landssjúkrahúsið
helt
ikki,
at
maðurin
hevði
fylgj ara fyri neyð ini. Ein
grund gev ing var, at mað ur
in javnan feraðist mill um
sína heimaoyggj og Lands
sjúkrahúsið til viðgerðar og
kanningar.
Hesa grundgeving helt
maðurin vera illa undirbygda
og niðurgerandi. Sjálvsagt
kundi hann fara einsamallur
á Landssjúkrahúsið, men
hann hevði trupult við at fara
einsamallur til Danmarkar.
Illa lýst mál
Tí kærdi hann til kæru
nevnd ina í almanna og
heilsu málum.
Nevndin sigur í síni niður
støðu, at er talan um demens
ella aðra støðu, sum hevur
við sær ringt minni, kann
hetta hava við sær, at ein
sjúk lingur av heilsuávum
ikki er førur fyri at ferðast
einsa mallur, og talan kann
haraftrar vera um heilt ser
lig
viðurskifti
sambært
leiðs reglunum vísandi til,
at leiðreglurnar ikki eru út
tømandi og vísandi til áset
ingina um, at høgur aldur
í ávísum førum kann geva
grundarlag fyri at ávísa
fylgj ara.
–
Viðmerkingin
hjá
Lands sjúkrahúsinum
um,
at kær arin javnan ferðast
millum sína heimoyggj og
Tórs havn, lýsir ikki støðu
kærar ans. Málið er sum heild
ógvuliga illa upplýst, og tað
er tí ikki gjørligt at eftir
kanna avgerðina hjá Lands
sjúkrahúsinum, sum hevur
biðið Landssjúkrahúsið við
gera málið av nýggjum.
Landssjúkrahúsið er biðið
um at viðgera sýtingina av
nýggjum