fríggjadagur 7. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 7. januar 2011
12
VIKUSKIFTI
GooGle
Inaa Törnroos
inna@sosialurin.fo
Gitið nær danir vóru mest áhugaðir
í navn inum Eik! Vita tit? Um ikki, so
er bara at fara inn á Google Trends og
skriva Eik og velja Danmark sum øki.
So síggja tit, at tað var í september í
ár, tá Eik var í einari heldur truplari
støðu, at danir leitaðu mest eftir Eik
á al nótini.
Eisini ber til at síggja, at tað var í
Ribe og Keypmannahavn, at áhugin
fyri Eik var størstur.
Tey, sum starvast innan ferðavinnu,
nýta ofta Google Trends – á donskum
kallað Google Søgeindsigt.
Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari
hjá Atlantic Airways, sigur, at tey
nýta Google Trends, tá tey hava keypt
Adwords frá Google fyri at síggja,
hvat úrslitið er av teimum ymisku
orðunum
– Vit hava keypt umleið 100 slík orð
(search words) og skifta tey síðani út
eftir, hvussu nógv úrslit tær ymisku
kombinatiónirnar fáa, greiður hann
frá.
Orð, ið verða nógv nýtt, blíva síðani
flættað inn í lýsingarnar hjá Atlantic.
Hesin hátturin at nýta Google
Trends er sera vanligur, og um ein leitar
eftir Færøerne í Danmark kemur »Fly
Færøerne« og »Atlantic Airways« høgt
á listanum.
Størstur áhugi
um summarið
Leitar ein eftir »Faroe Islands« um
allan heimin, fær ein eina góða mynd
av, hvar áhugin fyri Føroyum er sum
størstur, og hvat fólk vilja vita um okk
ara oyggjar.
Áhugin er størstur um summarið
og londini, ið leita mest eftir »Faroe
Islands«, eru Írland, Danmark, Stóra
Bretland, Noregi og Kanada.
Tað eru oftani fótbóltsdystirnir, ið
skapa nógvan áhuga. Tá fara tøl ini hjá
www.atlantic.fo og www.visit faroe
islands.com í topp.
Rói Magnussen, fulltrúi á ferða
vinnu ráðnum greiður frá, at tá tey
skipa fyri onkrum tiltakið í samband
við ein fót bóltsdyst, kunnu tølini á
Tú veIsT Tað kanska longu, men gerT Tú IkkI Tað, so er Tað upp á TíðIna, aT Tú
fInnur úT av Tí. GooGle Trends er ein TænasTa Til øll Tey, ið eru forvITIn efTir
aT viTa, hvaT GrannIn skrivar á sína leITIreGlu í google. Men allarbesT er Tað
fyri Tey, ið lýsa, sTarvasT við marknaðarførInG og fyri okkuM í mIðlunum
Liturin á heimskortinum vísur,
hvar áhugin er størstur fyri
Føroyum. Tess myrkari liturin,
tess størri er áhugin
tænastan
til tey forvitnu