Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 18 Sosialurin Kjak Agga Niclasen meining@meyl.fo Hevur tú hoyrt hasa har um tann fitta terroristin? Optimistiska javnað­armann­ in? Nei, hugsað­i tað­ nokk. Og soleið­is er tað­ eisini við­ breki, ella tarni – núliga útgávan av tí, at vera evnaveikur. Onki eitur jú óbrekað­ brek. Kennir tú kanska nakran blindan ella deyvan persón, sum ikki hevð­i givið­ eitt oyra ella tvey so at kunnað­ hoyrt ella sæð­ aftur? Hetta, at fifla við­ orð­um fyri at betra um støð­una hjá ella fatanina av handikappað­um, at glorifisera tey, hevur neyvan verið­ so nógv í tí høga sum nú. Og tey, ið­ hava brúk fyri at gera menningar­ ella rørslu­ tarni til nakað­ frálíkt, nakað­ meiri, enn tað­ í veruleikanum er, teljast samtíð­is millum hasi, haldi eg, ið­ eru minst erlig og mest virð­ingarleys mótvegis brekað­um persónum. Sum um, at tey brekað­u ikki eru góð­ nokk... sum brekað­. Ókey, hvat er eitt inflaterað­ orð­ ella trý millum vinir, hugs­ ar tú helst. Hvat ger tað­, um vit siga “fólk við­ breki” heldur enn “brekað­”? At síggja til, apsalutt einki – um tú líka gloymir djúpgongdu nið­ranina ímóti teimum, tú av fyrstan tíð­ royndi at uppgradera ella “verja”: tey brekað­u. Men tey, ið­ víkja frá normali­ num, verð­a tíverri brúkt av nógvum hampafólki sum eitt kærkomið­ áminnilsi um hvat tey sjálvi ikki eru, og hvussu kristiliga takksom tey eru fyri hetta. Tey tosa væl og gjølla um, hvussu glað­ vitonnur eiga at vera fyri hesi ófullkomnu mannaverum, men látast at gloyma, hvussu tað­ man vera hjá teimum at vera júst tað­. Sjálvandi, tá fyrst komin, skulu andliga og kropsliga skerd individ vera hjartaliga vælkomin og við­urkend, men framburð­ssinnað­i spurn­ ingurin stendur tó við­ – nevni­ liga: “Høvdu tey ikki verið­ nógv glað­ari uttan nakran merkisverdan meinboga?” Skilvísa fylgjan er tí, at við­ at kanna teim ófullføru heiti og eginleikar, tey eginliga ikki hava, enda vit í einum partvíst óavvitandi vavgreyti, ið­ ger tað­ óneyð­ugt og truplari hjá øð­rum, ið­ ikki enn hava brek, og ikki enn eru til, at sleppa undan somu brekum. A v hesum vavgreyti fara eisini føroyingar at havna í einum dilemma: “Eig­ ur tað­ vera loyvt at gera fostur­ kanningar til tess at velja eitt fostur burturúr við­ abnormali­ tetum, tá ið­ meri fullfør, sunn ella óbrekað­ fostur eru til?” Tað­ er onki Harry Potter at hugsa, at deyv foreldur og Javni í hóslag við­ Sinnisbata halda seg vera diskriminerað­ ímóti, um ikki tey sleppa fáa eitt deyvføtt barn ístað­in fyri eitt, ið­ ikki fær brúk fyri einum gerandisligum uppihaldi á Frælsinum. Hetta átti ikki verið­ eitt ivamál, nei, men er tað­ vegna eini óhjálpsamari prísan av teimum, ið­ bera frá, tí verri stadda, ið­ aftur er eitt úrslit av eini óhepnari og, ikki minst, militantari tulking av “Guds vilja” og javnstøð­u. Vísindin er væl útlið­in á hesum øki, og tí fara valmøgu­ leikarnir bara ein veg. Upp­ eftir. Og menningin krevur, at vit finna útav, hvat tað­, at vera menniskja, er fyri nakað­. L uddistiskt, kanska, men grundliggjandi eri eg ímóti ísáð­ing, av tí at eg ikki meini, at tað­ er ein rættur at fáa børn, men ein møguleiki... og jú, eg helt tað­ sama áð­renn eg endað­i við­ fýra børnum, øll óhapp – broyt tín føð­slu­ profil ella ættleið­! Men tað­ er har, og komið­ fyri at vera, og medisinska tøknin gevur okkum nú ein frágera kjans at velja okkara “egnu” børn, og so gera børnini hjá børnunum til nøkur uppaftur betri børn. Ein moralsk minuleið­, víst so, men tó ein leið­, vit koma at velja. Tað­ besthugsandi barnið­ hjá Boga og Birnu er ikki neyð­turviliga tað­, Ragnar og Rósa høvdu valt. Og her er tað­, at lóggáva, ella rættari, politikkur, skal standa sína roynd. Eg eri sjúkliga liberalur av lyndi, og havi tí ógvusligt álit á massanum, at fólk hvør einsæris vita best. Mær dámar ikki lóggávu ella forboð­ undantikið­ tá ið­ grund­ liggjandi universalrættindi mugu verjast. Eg stuð­li einum politikki, har fólk sjálvi, tað­ veri seg samkynd og nekarir eins væl og Bergur og Bergtóra úr Bø, sjálvi velja sítt perfekta barn. Tí hevð­i eg stuð­lað­ eini lóggávu, ið­ forbjóð­ar fólki at velja eitt ónormalt fostur framum eitt vanligt eitt. At velja eitt deyvt fostur heldur enn eitt, ið­ hoyrir, og annars onki feilar, er ok javn­ støð­isliga, men tá ið­ hetta er at krypla mannaættina, ein versn­ an av henni og, ikki minst, óhoyrt ómoralskt mótvegis hesum spildurnýggja menni­ skja uttan hoyrn, má rætturin til hoyrn og optimal eyð­kenni altíð­ trumfa samhoyriliga afturstigs­ynskið­ hjá fólki. Flest okkara halda tað­ vera perverst at vilja slíkt. Men ikki tey deyvu ella deyv foreldur og javnstøð­is­aktivistar ella Jesus­prísarir. Trúliga, nøkur teirra vilja eitt deyvt barn, sum tey halda hevð­i riggað­ betur inn í teirra familju, eina deyva eina. Tey, eins og so nógv onnur brekað­, taka sær tykni av hugskotinum um, at fostur í teirri støð­u verð­a, sambært teimum, lúkað­ burtur. Í sini ávirkan betýð­ir ílegu­ stýring, at mongolar og onnur andaliga ófullfør so líð­andi enda sum nakað­, ið­ hoyrir fortíð­ini til. Argumentið­ er forbistrað­, av tí at tað­ snýr seg um, hvat vit halda um brek og tey brekað­u, men eisini nýggj menniskjalív. S jálvur eri eg ófrávíkiliga sannførdur um, at tú skalt velja tað­ normala framum tað­ ónormala, har tað­ ónormala er sameint við­ verri vánum um eitt sera gott lív. Eg haldi, at tað­ væl ber til at hava eitt gott lív sum deyvur ella blindur, men eg haldi eisini, at eitt deyvt barn stendur fyri bágsteinum, ið­ hoyrandi børn ikki gera. Afturat hesum er tað­ okkara skylda at styrkna menniskjað­, at tilvitað­ fara eftir tí besta. Lívfrøð­i vísir okkum í alt størri mun, at stórir klunkar av lívinum eru genbestemtir. So tað­ er ikki bara um vit hava systiska fibrosu, deyvleika ella astma, ið­ ásetir, hvussu gott eitt lív vit fáa, men eisini um vit eru før fyri at lesa og analysera, hvusssu glað­ og vøkur vit eru, og í stórum brotum er alt hetta eitt úrslit av einum rættiliga stórum genetiskum determinanti. Hetta merkir forrestin ikki, at tú kanst neyð­taka og buka alt av, ið­ rørir seg á Áarvegnum við­ undanførsluni, “genini, Bergleif, genini”, tá ið­ moralur, førleikin at skyna millum rætt og skeivt, so væl og virð­iliga er fullbúgvin tíð­liga í fólkaskúla­ alduri; og tí skulu øll ábyrgjast fyri sínar illgerningar. S o hvat tí við­víkur at kanna okkara avkom við­ best hugsandi møguleikum í lívinum, tá eiga vit eisini, akku­ rát sum vit velja sunn børn, velja børn við­ betri vánum um betri lív. Hjá mær at síggja, er hvat sum helst, ið­ minkar um okkara møguleikar at hava eitt gott lív, eitt brek. Gleð­isklappandi naturalistar óttast eina, við­ tíð­ini, homo­ geniserað­a mannaætt, sum fer at “avlíva menniskjaligt margfeldi”. Men til tað­ má eg bara við­ganga, at eg ikki dugi at síggja, hví margfeldi hevur nakað­ eksistentiellt virð­i. Eg meini, fortel einum neyð­tøkuoffri ella spastikara, at tilvildarligt ílegufrávik er nakað­ gott, og vert at varð­­ veita. Har eru nøkur fyribrigdi, eyð­kenni, ið­ heilt klárt eru góð­, og nøkur, ið­ bara eru ring. Og so ein ógvuslig grásona. Hví ikki promovera persónseyð­kenni, sum eru góð­, og mótvirka ella eliminera tey, sum eru ring? Hetta er væl minni frikut, enn tað­ kanska ljóð­ar. Eg elski míni børn treytaleyst, men kortini gevi eg teimum illasmakkandi tablettir helst í tí følsku trúgv, at tær onkursvegna fara at betra um teirra fatanarliga førleika. Og eg havi grúuliga trupult við­ at síggja nakran ósamanhang, ella frákopling, millum treytaleysan kærleika og tað­, at royna at ávirka teirra biologi til tess at geva teimum eitt betri lív. Kristin og sosialdemokratar vísa á, at eitt er “við­gerð­”, sum fær fólk at blíva til tað­, tey vóru áð­renn, eitt annað­ er “styrking”, sum fær fólk at blíva “betri enn frísk”. Men hetta er ein falskur skilnað­ur. Beint tá ið­ eg bleiv vaksinerað­ur ímóti menighitis, hevð­i eg ikki sjúkuna. Eg bleiv styrktur. Eg bleiv betrað­ur. Men sjálvt um har er ein munur – hvat so? Um eg uppdagað­i, at míni foreldur høvdu kunnað­ gjørt meg nógv klókari og vakrari, og longt um mín livialdur, bert við­ at høgraklikka músina, og soleið­is flutt eina ílegu tveir nanometrar í ein útnyrð­ing, men valdu ikki at gera tað­, tá hevð­i eg blivið­ svakur. H eilt generelt, minni tarni og vanføri, betri er tað­, tí tað­ er eitt ótrúliga sigandi ósambæri mllum førleikan at elska og verja um onkran við­ breki, eitt nú ein mongol, at hátíð­arhalda hansara avrik og alt annað­, og so tað­, at familjur, ið­ longu hava ein mongol, fyri alt í verð­ini ikki ynskja ein afturat. Konfronterað­ við­ obliga­ toriska læknaspurninginum “og ynskja tygum eina snar­ kanning fyri mongolismu”, svarar familjan: “Vit elska okkara lítla mongol, vildu ikki havt tað­ øð­rvísi, ein gáva frá Honum... men... pssst, jú, kanna, kanna for fanin, kanna ordiligt, og syrg fyri, at tað­ ikki hendir aftur”! Hetta er ikki at háð­a evnaveik, og í veruleikanum er tí onki samband millum foreldrakærleika, hetta, at vinna á ella hevja seg upp um knústar dreymar, hvat tað­, at finna útav, at tú og tín elskað­i hava fingið­ ein mongol, so avgjørt er, og altruistiska ynskið­ at minka um brek í sjálvum sær. Allíkavæl halda nógv brekað­ fast við­, at tað­, at reinsa verð­ina fyri fostrum við­ breki, ber boð­ um eina andstyggiliga mannaætt. Hinvegin eri eg forbiið­ vísur í, at tá ið­ deyv foreldur velja eitt deyvt barn, er tað­ meiri til gagns fyri tey, og ikki til barnsins egna besta. Og hugskotið­, at vit fremja ólíkarætt við­ at forð­a fólki at, við­ vilja, valda skað­a, er at toyggja rættindismentanina nóg so nógv. Serliga, tá ið­ brekað­ halda tað­ vera í lagi at velja eitt deyvt barn ella mongol, men ikki í lagi at velja eitt atletiskt ella vakurt eitt. V ið­ mínum besta vilja skilji eg ikki, hvussu ábyrgdarfull foreldur kunnu finna uppá at invalidera sítt egna barn. Jú (hendurnar upp!) tað­ er at lúka burtur, at hindra fólki at velja eina óhandikappað­a mannaveru ístað­in fyri eina handikappað­a eina, og yvirhøvur at kýta okkum fyri at betra komandi menniskju. Men hvat er nú galið­ við­ hesum? Hví eru vit so bangin fyri supermenniskjum? Menn­ iskjaliga gróð­rarlínan er í støð­ugari menning, og okkara forfedrar høvdu ivaleyst skírt okkum “supermenniskju”, so­ leið­is sum vit spela runt við­ plastknøum og peysmeykarum, ið­ ger okkum til eitt livandi bland av kjøti og maskinu. Einasti spurningurin er: ynskir tú tilfallandi broyt­ ingar ella broytingar stýrdar av okkum at gera okkum til tað­, vit hava hug at verð­a? Seriøst, onki brek er vælskapt! Medisinska tøknin gevur okkum nú ein frágera kjans at velja okkara egnu børn, og so gera børnini hjá børnunum til nøkur uppaftur betri børn